Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI TÍÐINDI Ingolf S. Olsen Tað snýr seg um at tora at bjóða seg fram – og tað er gald­andi bæði fyri nýút­ búgv­in ung og fyri arbeiðs­ gev­ar­arnar. Tað heldur Eva Skeel Nolsøe úr Havn, ið fyrireikar seg at taka um endan á síni út­búgv­ing til cand.merc.psyk á CBS (Copenhagen Business School) í Keypmannahavn. Í tí sambandinum var hon á Job­match og hevði samrøðu við Psykiatriska Depilin á Lands­sjúkra­húsinum um møgu­leik­ar­nar at gera sína ser­rit­gerð í samstarvi við depil­in. Dirvi skal til Eva Skeel Nolsøe hevur áður verið forkvinna og situr nú í nevndini í Samvinnu, sum er felagið hjá føroyingunum, ið lesa á CBS. Felagið telur um­ leið 140 limir. - Tað er ongin ivi um, at tørvur er á fólki við vitanartungum út­búgv­ing­ um í Føroyum. Trupulleikin er ofta, at bæði tey, ið hava útbúgv­ing­arnar, og arbeiðs­ pláss­ini, halda seg aftur. Tey fyrru, tí tey síggja onki útboð, og tey seinnu, tí tey halda seg ikki vera nóg stór til at hava tørv á eitt nú akademikarum, sig­ur hon. Tað ræður tí um at tora at bjóða seg fram og fáa framt eina hugburðsbroyting, so priva­tu og almennu arbeiðs­ pláss­ini her heima fáa eyga á stóra potensjalið, sum fylgir við vælútbúnum starvs­fólk­ um. - Royndir aðra staðir vísa, at akademikarar og onnur við hægri útbúgvingum skapa arbeiðspláss rundan um seg, so her er nógv at hein­ta, staðfestir hon. Men tað er ikki bert ein spurn­ing­ur um sjálv arbeiðs­ pláss­ini. Álvarsamar forð­ ing­ar eru í føroyska sam­ felag­num, sum fáa nógvar úti­set­ar at aftra seg fyri at flyta heimaftur, vísir Eva Skeel Nolsøe á. Verri tilboð - Føroyingar eru ógvuliga heim- og familjukærir, og tað er helst hin allar fremsta orsøkin til, at før­ oy­ing­ar yvirhøvur flyta heim aftur. Tí um hugt verð­ur at tilboðunum, før­ oys­ka samfelagið annars hev­ur at bjóða, so er tað ikki so lokkandi í mun til í til dømis Dan­mark. Bú­ stað­ar­møgu­leik­ar og dag­ stovna­til­boð eru ikki eins umfatandi í Føroyum og í grannalondunum, tó at nógv er hent til tað betra hesa seinastu tíð­ina, serliga í teim­ um størstu kom­mu­nu­num, og nýggju verk­æt­lan­irnar hjá Bú­støð­um eru eisini eitt stórt stig framá. - Men hetta er eitt øki, ið má raðfestast høgt, um vit vilja útisetar at flyta heim. Kommunurnar mugu skapa rúm, har ung og ungar familj­ ur trívast, sigur hon. Og so eru óstøðugu politisku viðurskiftini í Før­ oy­um ein góð grund hjá nógv­um fyri at bíða við at keypa ferðaseðilin heim, held­ur Eva Skeel Nolsøe. - Í Føroyum verða koll­ velt­andi politiskar avgerðir tikn­ar og framdar í verki næst­an frá degi til dags. Skatta­reformurin og nú pensjón­re­form­urin eru dømi um tað. Eg skilji als ikki, at tað ber til at gera so stórar broyt­ing­ar upp á so stutta tíð. Tað er ræðandi. Og líka ræðan­di er tað at hoyra and­støðuna siga, at tey vilja broy­ta alt aftur beinanvegin, tá tey fáa valdið. - Tað er klárt, at man hugs­ar seg tvær ferðir um, áðr­enn man flytir heim, tá viður­skiftini eru soleiðis. Allar fortreytirnar, sum eru galdandi, tá avgerðin verð­ur tikin, kunnu jú verða full­ komi­liga broyttar, tá man er kom­in heim ella stutt eftir, sig­ur hon. Latið ALS upp Eva Skeel Nolsøe vil eisi­ ni hava ALS latið upp fyri nýútbúnum før­oy­ing­um og samskipað før­oysku og donsku arbeiðs­loysis­skipan­ ir­nar, so tað ber til flyta mill­ um londini í styttri tíðar­skeið fyri at søkja arbeiði, utt­an at skula skifta bústað og harvið missa rættin til arbeiðs­loysi­ stuðul. Hon tekur sína egnu famil­ju sum dømi. Maður henn­ara Árni J. Petersen er stutt síðani liðugur at lesa cand.merc.com á CBS. Sjálv mang­l­ar hon eitt ár til ser­ rit­gerð­ina. Saman eiga tey tveir dreingir, Gabriel, sum er fimm ár, og Christian, sum er seks mánaðir. - Vit kundu í prinsippinum flutt heim, tí eg nýtist ikki at vera í Keypmannahavn fyri at skriva serritgerðina, og vónandi sleppi eg at gera hana í samstarvi við Lands­ sjúkra­húsið. Men maðurin hevði ikki fingið eina krónu, meðan hann royndi at fáa ar­beiði, so tað ber als ikki til, sig­ur Eva Skeel Nolsøe. Við opnum ørmum Hon leggur tó dent á, at hon heldur tað vera fínasta slag at vilja arbeiða eina tíð uttan­ lands fyri at fáa sær vitan og royndir, áðrenn flutt verður heim eftir loknan lestur. - Men er tað vegna forð­ ing­ar av einhvørjum slagi í Før­oy­um, at ein nýútbúgvin held­ur seg aftur við at flyta, so er vandin stórur fyri, at hann ongantíð flytir heim aftur. Tí hevur tað so sera stór­an týdning, at dyrnar standa opnar alla tíðina, sig­ ur hon og leggur afturat: - Vit skulu minnast til, at A-kassarnir í Danmark standa klárir við opnum ørmum at taka ímóti okkum. Tí mugu politikararnir í Før­ oy­um gera upp við seg sjálv­ ar, um teir ynskja okkum heim, og gera teir tað, mugu teir lata dyrnar upp, eisini til ALS. Eitt argument, sum ofta verð­ur havt á lofti ímóti at loyva heimafturkomnum úti­set­um upp í ALS, er, at tey ikki hava goldið inn í skipan­ ina, og tí heldur ikki skulu hava rætt at fáa nakað gold­ ið úr henni. Hesum vísir Eva Skeel Nolsøe aftur. - Argumentið er sera ósolidar­iskt, og tað er eisini skeivt. Teir allar flestu før­oy­ ing­ar­nir, sum eru uttanlands og lesa, hava arbeitt og goldið inn í ALS, áðrenn teir fóru at lesa, og nógvir arbeiða eisini í Før­oy­um í ferium ella í tíðar­ skeið­um í farloyvi, slær hon fast. Fortreytirnar mugu gerast betri Óstøðug politisk viðurskifti í Føroyum eru ein forðing fyri, at útbúnir føroyingar vilja venda heimaftur, heldur Eva Skeel Nolsøe, lesandi. Hon heldur eisini avgjørt, at heimafturkomnir útisetar eiga at sleppa upp í ALS, meðan teir leita sær eftir arbeiði. At fáa vælútbúnar føroyingar heimaftur hevur eina munandi synergieffekt við sær, tí fólk við hægri útbúgvingum skapa arbeiðspláss rundan um seg, sigur hon Á Jobmatch 2013 hevði Eva Skeel Nolsøe, vinstrumegin, sum lesur til cand.merc.psyk á CBS, samrøðu við Tórun Ósá, depilsleiðara á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Eva hevði hugsað sær at skriva serritgerð um, hvørja ávirkan tað hevur á trivnaðin og til- og frágongdina av starvsfólki at arbeiða undir fíggjarliga trongum korum. – Vit høvdu eina sera góða samrøðu, sum helst fær meg at velja okkurt annað evni innan psykiatriina, ið kanska er lættari at arbeiða við í praksis, og sum hevur betri arbeiðsmøguleikar við sær, sigur Eva Skeel Nolsøe útisetar heim