Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Har var fult av fólki, beinanvegin hurðarnar vórðu latnar upp fyri Jobmatch 2013 á Østrøm á Skálatrøð í Havn seinnapartin 30 desember. 33 fyritøkur vóru við á Job­match hesaferð, og høvdu tær hópin av fólki til sam­ røðu. Sjálvt um Jobmatch er ein arbeiðsmarknaðar- og starvsstevna fyri øll, so var týðuligt, at serliga nógvir útisetar, sum vóru heima í jólafrí, nýttu høvið at heilsa upp á møguligar komandi arbeiðsgevarar. Vil heim aftur Ein teirra var Áki Leitisstein Hansen úr Runavík, ið nýliga er liðugur sum cand.ling. merc – fyritøkusamskifti – á Aarhus School of Business. - Eg eri opin fyri øllum, har eg fái brúkt mína útbúgving og søki aktivt arbeiði í Føroyum, Århus og Keypmannahavn. Eg havi altíð innast inni viljað til Føroya aftur, men samstundis havi eg fegin viljað fingið royndir uttanlands í eini tvey ár fyrst. Men eg má viðganga, at vit byrja at leingjast, so fái eg arbeiði her, taki eg helst av, sigur Áki Leitisstein Hansen. Umframt hann telur familjan konuna Katrin Árnadóttir Hansen og tvær døtur, Lea, trý ár, og Selma, átta mánaðir. Áki hevði teknað seg til fýra samrøður, og Sosialurin hitti hann, beint eftir samrøðuna við Høgna Rasmussen, stjóra í samskiftisfyritøkuni Sansir. Báðir nøgdir - Vit søkja ikki eftir fólki í løtuni, men kortini vil eg fegin hava fólk til samrøðu. Á henda hátt fái eg at vita um fólk, sum eru á marknaðinum og kann hava tey í huga, tá eg einaferð havi brúk fyri nýggjum starvsfólki. Ella kanska onkur teirra endar hinumegin borðið, so eg ein dag skal tingast við viðkomandi. Eg havi havt eina góða og áhugaverda samrøðu við Áka. Hann dugir at skriva, og tað eru vit áhugað í, sjálvt um vit ikki kunnu bjóða honum nakað starv í løtuni, sigur Høgni Rasmussen. Áki Leitisstein Hansen var eisini nøgdur við samrøðuna, og hann væntar avgjørt, at tað eisini í Føroyum er brúk fyri honum og hansara útbúgving. - Hetta er ein rættiliga breið samskiftisútbúgving við serligum denti á skrivligt samskifti. Eg gjørdi eisini mína serritgerð innan føroyska ferðavinnu, so eg eri ikki heilt ókendur her heima á mínum arbeiðsøki, sigur hann og leggur skemtandi afturat: - Tað snýr seg bara um, at fyritøkurnar fáa eyguni upp fyri tørvinum. Jobmatch er ein hurð heim aftur Føroyskir útisetar hava áhuga í at flyta heim aftur eftir loknan lesnað, og Jobmatch er eitt gylt høvi hjá teimum at hitta føroysku arbeiðsgevararnar. Tað vísti Jobmatch 2013, ið hevði methøga luttøku Áki Leitisstein Hansen vinstrumegin til samrøðu hjá Høgna Rasmussen, Sansir. Báðir hildu seg fáa nógv burtur úr og vóru væl nøgdir við samrøðuna, hóast Sansir onki starv hevur at bjóða í løtuni Fleiri fyrilestrar og framløgur vóru á Jobmatch 2013, og um kvøldið var ein kvøldseta tónleiki og einum panel-kjakfundi, har dentur var lagdur á møguleikarnar hjá teimum ungu á arbeiðsmarknaðinum, og hvussu útisetarnir fáast heim aftur. Eydna Skaale, ið er kandidatur í retorikki, hevði eitt upplegg, har hon staðfesti, at negativi tónin í heimliga kjakinum fær útisetarnar at aftra seg fyri at flyta heim aftur Jobmatch 2013 var hin fimta í røðini av hes­um starvsstevnum. Í 2008 var hon hildin á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, í 2009 var ongin stevna, men í 2010 varð hon aftur hildin í Keyp­ manna­havn, hesa­ferð í Føroya­húsi­num. Fyri at røkka enn fleiri útisetum og les­ andi, tók Tórshavnar kommu­na saman við Vinnuhúsinum, Al­ tjóða Skrivstovuni og Megin­felag Føroyskra Studenta (MFS) stig til at fyriskipa Jobmatch í Føroyum um jóltíðir í 2011, og varð hetta endur­tikið í 2012 og aft­ur nú í 2013. Fakta útisetar heim