Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI TÍÐINDI Ingolf S. Olsen ”Bæði føroyska vinnan og samfelagið hava brúk fyri tykk­um. Velji Føroyar!” Soleiðis endaði Regin Jacob­sen, stjóri í Bakkafrost, røðu sína, tá hann 30. des­em­ ber setti Jobmatch 2013. Hetta kundi hann siga uttan at skammast, tí Bakka­ frost er væl fyri og millum tær fremstu fyri­tøk­ur­nar, tá tað snýr seg um a­r­beiðs­útboð til væl­út­búnar før­oy­ing­ar. Bakkafrost-samtakið er størsta privata arbeiðsplássið í landinum og helst eisini hitt rík­asta ella kapitalsterkasta – á landi í øllum førum. Og fyri­tøkan hevur nógv væl­út­ búgvið fólk í starvi, bæði aka­ demik­arar og fólk við miðal­ lang­um útbúgvingum. Øll kunnu brúkast - Vinnan er vorðin meira kompliserað og somuleiðis av­bjóðingarnar hjá starvs­ fólku­num. Tí hava vit brúk fyri nógvum ymiskum sløg­ um av útbúgvingum. Næst­ an allar útbúgvingar kunnu brúkast, tí langar út­búgv­ing­ ar eru oftast so­lei­ð­is skikk­ aðar, at tær geva før­leik­ar til skjótt at kunna seg inn í nýggj viðurskifti og eisi­ni loysa upp­gávur á øðr­um økj­ um, enn tær á pappíri­num eru æt­laðar til, sig­ur Regin Jacob­sen. Men soleiðis sum um­ støður­nar eru á Bakkafrost, er generella støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum tíverri ikki. Nýútbúnir føroyingar standa ikki í bíðirøð at koma heim­aftur, og fyritøkurnar standa heldur ikki í bíðirøð at taka ímóti teimum. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað, men ein orsøk, sum ofta er nevnd hetta seinasta árið, og sum eisini var eitt sentralt punkt á Jobmatch-kjak­fundi­num seinasta mána­kvøld, er, at tað er sera trupult hjá ný­út­ bún­um før­oying­um at koma heim og gera seg tøkar á føroyska arbeiðs­mark­naði­ num. Tí teir fáa ikki eitt klov­ ið oyra, meðan teir leita sær eftir arbeiði. Bert fólk, ið koma beinleiðis av arbeiðsmarknaðinum, tí tey er vorðin arbeiðsleys, sleppa í føroysku arbeiðs­ loysis­skipanina, ALS Í Danmark, til dømis, har flestu føroyingarnir lesa, kapp­ast A-kassarnir í donsku arbeiðsloysisskipanini hin­ veg­in um at fáa tey nýútbúnu sum limir, og treytirnar eru sera lagaligar. Í panelinum á Jobmatch- kjak­fundinum var Árni Ol­sen, marknaðarleiðari á Bakka­frost, ein teirra, ið talaði fyri at loyva ný­út­bún­ um før­oy­ing­um upp í ALS, með­an teir leita sær eftir arbeiði. Mugu gera okkurt Regin Jacobsen er ikki so avgjørdur sum hansara mark­nað­ar­leiðari um, júst hvussu stuðlast skal undir at fáa útisetarnar heim eftir lokn­an lestur, men hann legg­ur tó dent á, at okkurt má gerast, so vit klára at kapp­ast við grannalondini um útbúnu arbeiðsmegina. - Tað er greitt, at um hini lond­ini hava skipanir, sum gera liviumstøðurnar har nógv betri enn her, meðan leit­að verður eftir arbeiði, so mugu vit gera okkurt við tað. - Tað er eitt sindur løgið, at vit syrgja fyri ávísum fyri­munum og stuðlum til tey lesandi, meðan tey lesa, men ikki, tá tey eru ligðug, og stuðulin tá kanska er av­ gerð­andi fyri, um tey koma heim aftur ella ikki. Tak eitt nú Føroya-frádráttin, sum sjálv­sagt er sera góður at hava í lestrarárunum, men hann skundar tó ikki undir at flyta heim aftur eftir lokn­ an lesnað, staðfestir Regin Jacobsen. Við síni stødd og kapital- styrki er Bakkafrost-sam­tak­ ið í eini serstøðu í sam­fela­g­ num, og fyritøkan hevur eisini eitt heilt kapittul um sosiala ábyrgd í sínum skriv- aða virðisgrundarlagi. Regin Jacobsen heldur tó ikki, at ein fyritøka sum Bakkafrost skal átaka sær stuðuls­uppgávur, sum av røtt­um eiga at vera al­menn­ ar. - Vit fáa ógvuliga nógvar um­sóknir um stuðul, eisini frá almennum stovnum, og vit veita eisini stuðul til alt millum himmal og jørð. Men eg haldi ikki, at vit skulu blanda tingini saman. Summ­ar uppgávur eiga at loy­sast av okkum øllum í felag, tað vil siga tí almenna, sig­ur hann. Føroysk útbúgving Somu støðu hevur stjórin á Bakkafrost, tá tað ræð­ur um at víðka út­búgv­ing­ar­møgu­ leik­ar­nar her heima – og tað er tað avgjørt tørvur á, held­ ur hann. - Bakkafrost er fyrst og fremst ein alifyritøka, og har kundu vit ynskt okkum eitt nógv betri útboð av før­oysk­ um útbúgvingum, sum eru beinleiðis viðkomandi fyri okkum. Men tað finst ong­in føroysk útbúgving, sum mið­ víst er ætlað alivinnuni. Tá vit søkja eftir fólki at arbeiða í sjálvari alingini, eru tað ofta sjófólk, vit seta. Teirra roynd­ ir eru nógv verdar, men vit mangla serútbúgvingar inn­ an aling. - Vit syrgja sjálv fyri at eftir­útbúgva okkara fólk, so tey fáa neyðugu førleikarnar, men tað má vera ein almenn upp­gáva at skipa og bjóða út rættiligar útbúgvingar á hesum økinum og øðrum økj­um við. Vit kunnu sjálv­ sagt stuðla undir við okkara ser­vitan og vera tøk, tá brúk er fyri tí. Tað eru vit longu frammanundan, tí vit taka fegin ímóti lesandi, sum biðja um at sleppa at gera verk­ætlan­ir eitt nú í sam­ bandi við serritgerðir ella phd-ritgerðir hjá okkum og í sam­starvi við okkum, sigur stjórin í Bakkafrost. Hugskotini og uppskotini um, hvussu vit fáa vent skeivu gongdini í fólkagrundarlagnum, og ser­ liga, hvussu vit fáa ungu før­ oy­ing­ar­nar heim aftur eftir lokn­an lesnað, eru mong og ymisk. Men Regin Jacobsen legg­ur dent á, at tað hevur al­stóran týdning ongantíð at missa einføldu, men grund­ leggj­andi fortreytirnar úr eyg­sjón. - Afturat væl virkandi sam­felags­kørmum, so er tað eitt sunt vinnuív, ið veru­liga hevur týdning og er av­ger­ andi fyri bæði at fáa okk­ara vælútbúnu ungu fólk heim aftur og fyri at skapa grund­ a­rlag fyri fleiri við­kom­andi før­oysk­um út­búgv­ing­um, sig­ur hann. Vinnuni tørvar útbúgvið fólk Um samfelagsskipanir, eitt nú arbeiðsloysisskipanir, í øðrum londum eru so góðar, at tær halda føroyingum frá at flyta heim aftur, so mugu vit gera okkurt við tað, so vit kunnu verða kappingarfør. Tað heldur stjórin í Bakkafrost Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, setti Jobmatch 2013, næstseinasta dagin í júst farna árinum, og hóast hann legði dent á, at Føroyska samfelagið og vinnan hava brúk fyri vælútbúnu útisetunum, so er tað ongin vanlukka, um tær fyrstu arbeiðsroyndirnar fáast til vega uttan fyri landoddarnar. - At fleiri fara undir víðari lestur er í sær sjálvum at gleðast um, avbjóðingin er at fáa vællærdu føroyingarnar heimaftur. Tað kann vera gott at byrja vinnukarrieruna í størri organisasjónum uttanlands fyri síðani at draga nyttu av hesum royndum, tá komið verður heim aftur til Føroya, segði Regin Jacobsen millum annað í setanarrøðuni útisetar heim