Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Eg kenni ikki málið í smá­ lutir, og hartil er sera ringt hjá mær at fara inn at viðgera eitt tílíkt persónsmál, sigur Marjus Dam. Formaðurin í Kommunu­ læknafelagnum er varin, tá hann skal gera viðmerk­ing­ar til tilburðin á Sandi, sunnu­ morg­unin 29. desember í fjør. 69 ára gamli Herman Ol­ sen andaðist, bara fáar tím­ar eftir at familjan hevði verið í samband við lækna­vakt­ ina, ið heldur til á Lands­ sjúkrahúsinum. Í Sosial­ in­um fríggja­dagin greiddi familjan frá syrgi­ligu søguni og teimum ósvaraðu spurn­ ingum, ið standa eftir, nú teirra maður, pápi verfaðir og abbi brádliga varð tikin frá teimum. Marjus Dam harmast støð­una. – Hetta er ein syrgilig misskiljing, staðfestir hann. Misskiljingin liggur, sam­ bært honum, í samskiftinum millum familjuna og lækna­ vaktina. – Ein lækni, sum skal geva eina góða viðtalu umvegis telefonina, skal hava góðar upplýsingar at byggja sína avgerð á, staðfestir Marjus Dam. Hann váttar samstundis at læknavaktin, umvegis sjúklingajournalina, hevur atgongd til allar upplýsingar um teir sjúklingar, ið hava brúk fyri hjálp. – Fyri at kunna gera sær eina so góða meting sum gjørligt hevur læknin møgu­leika at hyggja í sjúk­ lingajournalinum, váttar Marjus Dam. Í ítøkiliga málinum hev­ur læknavaktin tí eisini møgu­ leika at síggja, at Her­man Olsen hevur verið í kemo­ við­gerð fyri krabbamein í búkinum í umleið tveir mán­ aðir. Sambært familjuni var eitt hjáárin av hesi viðgerð, at hann viðhvørt hovnaði. Lagnunáttina 29. desember hovnaði hann í tunguni og niður í svølgið. Marjus Dam vil tó ikki long­ur inn í ítøkiliga málið. Tí læknaliga metingin ligg­ur altíð hjá tí einstaka lækn­an­ um á vakt. – Eg má ganga út frá, at læknin hevur gjørt sína meting út frá støðuni júst tá. Tað vil siga, tá familjan ringir. Og tað er her, at misskiljingin liggur. Í samskiftinum millum familjuna og læknavaktina. Hvør hevur ábyrgdina av tí? – Læknin hevur ábyrgdina av at fáa neyðugar og neyvar upplýsingar frá teimum, sum ringja til læknavaktina, svarar Marjus Dam. Formaðurin í Kommunu­ læknafelagnum leggur aft­ur­ at, at hann kennir ikki ítøki­ liga málið niður í smá­lutir. Hann veit ikki neyvt, hvussu samskiftið er farið fram hesa lagnunáttina. Læknavaktin hevur tríggj­ ar møguleikar, tá fólk ringja inn við tørvi á hjálp millum klokkan 16 seinnapart og 08 á morgni. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar. – Ja, vit hava leiðreglur fyri, nær læknavaktin skal gera hvat av hesum, váttar Marjus Dam. Spurdur um innihaldið í hesum leiðreglum, vísir formaðurin í Kommunu­ læknafelagnum til útbúgv­ ingina og fakligu førleikarnar hjá læknunum, sum eru á vakt. – Her eru leiðreglur innan fyri alt økið, ið siga, nær man skal handla, og hvussu man skal handla. Eisini, nær ein sjúklingur skal til lækna beinanvegin, sigur Marjus Dam. Men avgerðin liggur altíð hjá tí einstaka læknanum, sum er á vakt. – Í ítøkiliga døminum má man tí ganga út frá, at læknin hevur mett, at støðan tá var ikki til at senda boð eftir lækna, sigur Marjus Dam. Boðini frá læknavaktini til familjuna Olsen á Sandi vóru, tá klokkan 03 henda sunnumorgun, at støðan fór at laga seg. Vit spyrja tí formannin í Kommunulæknafelagnum, hvør hevur skyldu til at taka næsta stigið, fylgja upp, eftir eini tílík boð. Men Marjus Dam hevur ilt við at svara. – Vit mugu bara halda fast um, at læknin hevur mett, at støðan var ikki hættislig, tá klokkan 03, sigur Marjus Dam, steðgar á eitt sindur, og heldur síðani fram: – Sum lækni tekur man sum oftast eina støðu her og nú. Og versnar støðan, so mugu fólk ringja aftur. Eg sigi ofta við fólk, at tey mugu heldur ringja einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið, leggur hann afturat. Marjus Dam hevur ikki hug at koma spurning­in­ um nærri, hóast vit vísa á heilsustøðuna og lækna­jour­ nalina í ítøkiliga málinum við Herman Olsen. Pengarnir Sum nevnt er lækni á sam­ døgursvakt í Sand­oynni, Teist­in er tøkur at flyta sjúk­lingar um Skopunar­ fjørð, og eisini er avtala um at tyrla skal vera tøk til at flyta sjúklingar inn á Lands­ sjúkrahúsið. Eingin av hesum møguleikum varð brúktur, lagnunáttina 29. desember. Marjus Dam vísir tó staðiliga aftur, at fíggjarligi kostnaðurin við at brúka nakran av hesum møgu­leik­ um hevur nakran sum helst týdning. – Nei, absolutt ikki. Hesi fólkini eru til arbeiðis, og tey eru tøk til at brúka. Vit hava fólk á samdøgursvakt, og tey rykkja út, tá tað er neyðugt. Tað er altíð ein læknalig met­ing, og fíggjarligi spurn­ ingurin er als ikki eitt atlit í slíkum støðum, svarar Marj­ us Dam avgjørdur. Hjá teimum, ið eftir sita eftir Herman, stendur spurn­ingurin ósvaraður, hví samdøgursvaktin í oynni ikki eingongd varð send til hansara. Samdøgursvaktin fær Ein syrgilig Klokkan trý, sunnu­ morg­unin 29. desember, ringir familjan Olsen á Sandi til læknan. Herman Olsen er trongur, tungan er hovin, hann fær illa tosað og hevur brúk fyri læknahjálp. Í umleið tveir mánaðir hevur Herman Olsen ver­ið í kemoviðgerð fyri krabba­mein í búkinum. Viðgerðin gongur eftir ætl­an, og Herman livir rími­liga væl. Eitt hjáárin er tó, at hann viðhvørt hovn­ar. Hesa náttina hovn­ar Herman Olsen í svølg­inum, og eisini hovn­ ar tungan. – Serliga løgdu vit til merkis, at tungan hovnaði og hann hevði trupult við at tosa, sigur Jógvan Olsen. Hann var heima hesa lagnunáttina, og hann var um pápan síðstu tímarnar, saman við mammuni, Elini Olsen. Hóast lækni er á sam­døgursvakt í Sand­ oynni, so ganga øll lækna­ørindi uttan fyri vanliga arbeiðstíð um­ vegis læknavaktina, sum er miðsavnað á Lands­ sjúkrahúsinum. Soleiðis er eisini sunnumorgunin 29. desember. – Vit ringja til lækna­ vaktina, men fáa har at vita, at hetta fer at laga seg. Hóast vit royna at greiða frá støðuni hjá pápa, so fáa vit at vita, at hetta er púra vanligt hjá­árin, og at hetta fer at javna seg, greiðir Jógvan Olsen frá. Tey taka boðini frá lækna­vaktini til eftir­ tektar, og Herman Olsen roynir at leggja seg aftur. Men støðan er einki serlig. Hann gerst alsamt meira trongur, fær ikki sovið og er uppi meginpartin av náttini. Tá klokkan nærk­ ast sjey er heilt galið. – Tá er pápi sera trong­ ur, er illa fyri og fær ikki andað. Støðan er rætt­iliga hættislig fyri okkum, og vit royna sum frægast aftur at fáa fatur á lækna. Eg ringi enntá til alarmsentralin, sigur Jógvan Olsen, sum lýsir løtuna rættiliga kaotiska. Pápin er illa fyri, og tey hava trupult við at fáa fatur á nøkrum lækna, ið kann hjálpa honum. Í eini desperatari roynd royna tey at fáa pápan út í bilin og yvir á læknamiðstøðina á Sandi. – Tað eydnast okkum tá endiliga at fáa fatur á kommunulæknanum, sum kemur har eina lítla løtu seinni, greiðir Jógvan Olsen frá og heldur fram: – Tá er pápi sera illa fyri. Hann klárar ikki at ganga inn á læknamiðstøðina, og læknin roynir at hyggja uppá hann, meðan hann sit­ur í bilinum, leggur Jógvan Olsen afturat. 69 ára gamli Herman Olsen er tá somikið hovn­ aður, at hann fær ikki and­að. – Tað bleiv roynt at arbeiða uppá hann. Lækn­ in fór inn eftir onkrum fyri hevilsi, og hjartastartarin bleiv vist eisini brúktur. Men hann missir vitið, sum vit standa har við honum í ørmunum, sigur Jógvan Olsen. Lagnusøgan um Herman Formaðurin í Komm­unulækna­felagnum harm­ast um hendingina, tá 69 ára gamli Herman Olsen á Sandi læt lív, fáar tímar eftir at hann hevði fingið boð frá lækna­ vaktini um, at alt fór at laga seg. - Bæði persónliga og fakliga eru vit læknar áhugaðir í, at okkara ar­beiði er so trygt og gott sum tilber. Tí eiga vit at hyggja eftir, hvat kann gerast betur, sigur Marjus Dam – Tað er greitt, at hevði læknin mett støðuna øðrvísi, so hevði hann eisini handlað øðrvísi