mánadagur 6. januar 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
misskiljing
Jón Brian Hvidtfeldt
- Jú, vit hava meira og meira
at gera á læknavaktini. Tað
staðfestir
Marjus
Dam,
kommunulækni og formaður
í Kommunulæknafelagnum.
Marjus Dam vísir á, at tá
Læknavaktin byrjaði í 2007
vóru umleið 7000 áheitanir,
sonevndar
kontaktir,
til
skipanina um árið. Síðani eru
Sandoyggin og Suðuroyggin
komin við, men talið av
brúkarum liggur nú um 21-
22.000 um árið.
Sambært Marjus Dam
er eitt vaksandi trýst á
Læknavaktina.
Skipanin
er soleiðis bygd upp, at ein
kommunulækni er á vakt
frá klokkan 16 til midnátt, og
ein kommunulækni kemur
síðani á vakt frá midnátt til
klokkan 08 um morgunin.
Harafturat er ein sjúkra
røktarfrøðingur á vakt frá
klokkan 16 til klokkan 22 á
kvøldi.
– Her hava vit merkt
eina skerjing síðani í vár.
Sjúkrarøktarfrøðingurin
var á vakt frá klokkan 16 til
midnátt, men síðstu tveir
tímarnir av hesi vaktini
eru spardir burtur, hóast
Kommunulæknafelagið
staðiliga hevur mótmælt
sparingini,
sigur
Marjus
Dam.
Felagið hevur verið á fundi,
bæði við sjúkrahússtjóran
og
landsstýrismannin
í
heilsumálum um hesa spar
ingina, men til fánýtis.
- Vit meta tað at vera
eitt greitt avtalubrot móti
okkum kommunulæknum, tá
leiðslan skerjir tímarnar hjá
sjúkrarøktarfrøðinginum,
sigur Marjus Dam og heldur
fram:
- Sparingin er sera óhepp
in, tí hon stressar systemið.
Læknavaktin hevur ofta sera
nógv at gera, og tá sjúkra
røktarfrøðingurin skal fyrr
heim, so verður meira trýst á
læknan, sigur Marjus Dam.
Hvør er avleiðingin av tí?
-
Allastaðni,
har
fólk
arbeiða undir trýsti, økist
vandin fyri feilum. Læknar
eru eisini menniskju, svarar
Marjus Dam.
Sambært formanninum
í Kommunulæknafelagnum
hevur verið nógv samskifti
millum felagið og sjúkra
húsleiðsluna
um
Lækna
vaktina og sparingarnar á
økinum, ið vórðu settar í verk
á vári í fjør. Men støðan er tó
óbroytt.
- Nei, viðurskiftini eru
ikki komin uppá pláss. Part
arnir eru ósamdir um hesa
sparingina, og vit læknar
hava gjørt púra greitt, at
vit góðtaka ikki at sjúkra
røktarfrøðingurin á vaktini
missir tveir tímar hvønn dag,
sigur Marjus Dam.
Trýst á læknavaktini
Síðstu fimm árini eru áheitanirnar til Læknavaktina trífaldaðar,
og fleiri enn 20.000 fólk brúka nú skipanina, sum samstundis
er rakt av sparingum. – Tað er alt við til at stressa systemið,
staðfestir Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum
eina eyka samsýning, hvørja
ferð hon verður send út til
ein sjúkling. Men aftur her
vísir Marjus Dam staðiliga
aftur, at tað fíggjarliga
hevur nakran sum helst
týdning í dispositiónunum
hjá læknavaktini á Lands
sjúkrahúsinum. Og tað er
heldur ikki eitt argument, at
ringt verður inn til lækna
vaktina á miðjari nátt og
læknin í nærøkinum helst
liggur og svevur.
– Nei. Fólk gjalda til
Heilsutrygd, júst fyri at
fáa lækna, tá tørvur er á tí,
svarar Marjus Dam.
Eftirspæl
Fleiri ferðir undir sam
røðuni
nevnir
Marjus
Dam, at her er talan um
eina syrgiliga misskiljing.
Tí spyrja vit formannin í
Kommunulæknafelagnum,
hvat hann ætlar sær at gera
eftir ein tílíkan tilburð.
– Tað er gott, um man
hyggur eftir mannagongd
unum, soleiðis at man ikki
kemur út í keðiligar støður
fyri sjúklingar og læknar,
svarar Marjus Dam varliga.
Tað
er
tó
eingin
sjálvfylgja, at nakað sum
helst hendir. Sjálvt ikki eftir
eitt tílíkt dømi, sum fekk
ringast hugsandi avleiðing
fyri sjúklingin og tey, ið nú
sita eftir.
– Nei, tað er rætt, at eitt
einstakt mál setir ikki av
sær sjálvum stóra apparatið
í gongd. Men hinvegin er tað
okkara uppgáva sum læknar
at eftirmeta okkara arbeiði.
Bæði persónliga og fakliga
eru vit læknar áhugaðir í, at
okkara arbeiði er so trygt og
gott sum tilber. Tí eiga vit
at hyggja eftir, hvat kann
gerast betri, sigur Marjus
Dam.
Sambært formanninum
í Kommunulæknafelagnum
verður ein stórur eftir
metingarfundur fyri øll tey,
sum á einhvønn hátt eru
partur
av
Læknavaktini.
Fundurin verður nú í fyrsta
ársfjórðingi av 2014.
– Allir aktørar vera við, og
sum eg havi skilt tað, verður
øll Læknavaktin sum hon
er eftirmett, sigur Marjus
Dam.
Í hvønn mun kemur málið
við Herman Olsen at merkja
hesa eftirmeting?
– Tað er greitt, at vit skulu
lúka burtur misskiljingar.
Samskiftið millum sjúkling
og lækna skal vera í lagi,
svarar Marjus Dam og leggur
afturat:
– Tað er greitt, at hevði
læknin mett støðuna øðrvísi,
so hevði hann eisini handlað
øðrvísi.
– Tað er rætt, at eitt einstakt mál setir ikki av sær sjálvum
stóra apparatið í gongd. Men hinvegin er tað okkara
uppgáva sum læknar at eftirmeta okkara arbeiði, sigur
Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum,
í kjalarvørrinum á málinum um Herman Olsen