mánadagur 6. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eydna Skaale
–
Sum
nevndarformaður
má eg fara eins við øllum
íleggjarunum,
og
Adrian
Noskwith kann ikki fáa
sersømdir.
Tað
er
ikki
vanligt at hyggja at, hvussu
nógv íleggjararnir eiga, og
so behandla teir hareftir. Øll
verða behandlað eins, sigur
Niels Mortensen.
Hann
vil
ikki
úttala
seg
um
atfinningarnar,
sum
Noskwith
hevur
mótvegis Johan Dahl og
landsstýrinum, tí tað er eitt
mál millum aktionerarnar,
sum hann málber seg.
Eingin strategi klár
Men
ein
partur
av
atfinningunum
snýr
seg
eisini um, at Magni Arge
varð frákoyrdur frá degi til
dags, uttan nakra ítøkiliga
frágreiðing.
– Sum eg áður havi sagt,
so var tað einki odiøst í, at
gamli stjórin varð koyrdur
frá so brádliga. Tá man er
stjóri, er man stjóri allatíðina,
eisini leygarkvøld, og man
fær eisini lønarsamsýning
hareftir. Tá er man altíð í
vága fyri at verða koyrdur,
slær Niels Mortenen fast.
Knappir tveir mánaðir
eru
nú
frálidnir,
síðani
Magni Arge brádliga varð
uppsagdur, og orsøkin varð
tá søgd at vera, at felagnum
tørvaði eina nýggja strategi.
Spurdur eftir teirri nýggju
strategiini, sum Magni Arge
eftir øllum at døma ikki
var maður fyri at koma við,
svarar Niels Mortensen, at
hon ikki er klár.
– Tað eru gingnir tveir
mánaðir, men tað kunnu
saktans ganga tveir mánaðir
afturat. Ein slík strategi
er ikki nakað, sum verður
skundað
ígjøgnum.
Hon
verður
ikki
kunngjørd,
fyrr enn hon er klár, slær
nevndarformaðurin fast.
Vil fundast
– Vit eru eitt børsskrásett
felag, og tí er tað sera
avmarkað, hvat eg kann
úttala
meg
um,
sigur
Niels
Mortensen,
men
viðgongur tó, at hann altíð
er
sinnaður
at
fundast
við Adrian Noskwith. Enn
havue hann tó ikki svarað
fundarumbønini.
– Eg kann ikki siga nakað
um, nær fundurin verður. Eg
fari at hyggja í mín kalendara,
og so síggja vit, nær vit finna
ein dato, sum passar, sigur
Niels Mortensen.
eydna@sosialurin.fo
Strategi ikki klár enn
– Hetta er eitt mál ímillum aktionerarnar, og tískil
havi eg onga viðmerking til atfinningarnar, sigur Niels
Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways
Sosialurin hevur tosað við
Johan Dahl í morgun, men
hann hevur onga viðmerkig
til atfinningarnar, sum
Adrian Noskwith førir
fram, og hann vildi tískil
ikki úttala seg um málið
– Vit arbeiða við nýggju strategiini, men tað kunnu saktans ganga tveir mánaðir afturat,
áðrenn hon verður klár, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sum
annars ikki vil viðmerkja tær atfinningarnar, sum størsti privati partaeigarin førir fram
Framhald frá síðu 4