Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Sigurin hjá Kyndli ber við sær, at tær nú eru eitt stig framman fyri VÍF í oddinum av bestu kvinnudeildini Kyndil tók oddasessin Jákup Mørk Tað var eisini Kyndil, sum byrj­aði dystin betur, men seinna partin av fyrra hálv­ leiki tók VÍF, og eitt skifti vóru tær eisini á odda. Eftir steðgin tendraði Kyndil aftur. Tær skræddu seg beinan vegin nøkur mál fram­um, og tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar, at tær slakaðu aftur. Tá var munurin fimm mál, áðrenn gestirnir við trimum teim­ um seinastu málunum í dyst­inum fingu pyntað um úrs­litið. Besti málskjútti hjá Kyndli var Anna Brimnes, sum skeyt 10 mál. Tóra Seloy skeyt seks av málunum hjá VÍF. Í Klaksvík dystaðust Stjørnan og VB, og her eydn­aðist VB at vinna sær stigini. Sigurin ber við sær, at VB styrkti um sína støðu á fjórða plássinum, men tó er líkt til, at tær ikki longur eru við í kapprenningini um odda­sessirnar. jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen