Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tær báðar byrja nevniliga nýggj­an sorgarbólk fyri vaksin mánakvøldið hin 20. januar í Havn. Bólkurin er fyri fólk, sum hava mist ein av sínum kæru og sum føla, at tey hava trupult við at fóta sær aftur - ella hava trupult við at síggja lívsgleðina aftur í gerandi­sdegnum.  - Sorgarbólkurin fyri vaks­ in fer at hittast umleið triðju hvør­ja viku, og ætlanin er, at hetta verður ein opin bólkur, har luttakarar kunnu fara úr og aðrir koma uppí, soleiðis sum tørvurin er. Margret Mortensen og Sigr­un Heldarskarð vísa á, at nógv­ar orsøkir kunnu vera til, at fólk bera sorg. - Fólk kunnu hava upp­ liv­að sorg, tá tey vóru børn, og talan kann eisini vera um miss, sum er upp­stað­in knappliga, eitt nú av van­ lukku, sjálvmorði, deyðs­falli - ella, tá ein kærur doyr eft­ir langa sjúkralegu. Útbúgvingin hjá Margret og Sigrun kallast neuro­affek­ tiv psykoterapi, sum í stutt­ um er loysn av traumum í nerva­lagnum. - Vit hava tikið tey fyrstu árini og eru góðkendar at arbeiða sum psykoterapeutar, og útbúgvingin heldur fram, siga tær báðar.   Royndar á økinum Sigrun Heldarskarð gjørdist sjúkra­røktarfrøðingur í 1991 og tók eftirútbúgving í lungna­sjúkum i 2007. Hon hev­ur arbeitt á medisinskari deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðan 1991. Margret Mortensen gjørd­ist útbúgvin sjúkra­ røkt­ar­frøðingur í 1983 og tók seinni serútbúgvingar innan krabba­mein. Hon arbeiddi á krabbameinsdeildum á Finsensentrinum í Keyp­ manna­havn í 10 ár. Hon hevur arbeitt á oknologiska ambulatori­inum á Lands­ sjúkra­húsinum síðan 1994, umframt tvey ár á Krabba­ meins­felag­num, har hon hevði sorgarbólkar. - Fyri at melda seg til ella at fáa nærri at vita um sorgar­bólkin fyri vaksin, eru fólk vælkomin at venda sær til okkara, siga Margret Morten­sen ella Sigrun Heldar­skarð. Tá sorgin nívir - Fyri at melda seg til sorgarbólkin fyri vaksin, kunnu fólk venda sær til okkara, siga siga Margret Mortensen ella Sigrun Heldarskarð Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Báta- og Listasavnið í Leirvík verður nú reglu­liga opið í vetur. Opið verður ávikavist hós­kvøld frá klokkan 19-21 og sunnudagar frá klokkan 15-18. Umframt vanligu fram­sýningina av bát­ um og máln­ing­um, hev­ur lista­mað­urin Tum­mas Jákup Thom­ sen lista­fram­sýning við heitinum "Tey eru rýmd". Framsýningin hjá Tummas Jákupi, sum verður opin allar janu­ ar og februar mánað, er í ovaru hæddini í savni­num. Savnið í Leirvík reglu­ liga opið Vilmund Jacobsen Millum tey seinastu línuskipini, sum komu aftur av túri undan jólum, var Sands­havið, sum fiskaði í íslendsk­um sjógvi tað mesta av einum mánaði, áðrenn skip og manning stevndu heim aftur til lands. Sandshavið landaði nakr­ ar ferðir í Íslandi á túrinum, men sum skilst, royndist hesin túrurin samanlagt ein­ ki serligur. Fríggjadagin, tá Fiska­ mark­naður Føroya gjørdi sínar metingar um landingar í hesi vikuni, lógu øll línu­ skip­ini inni. Skipini fara at loysa aftur, sum dagarnir ganga, nú streymurin eisini verður góður teir næstu dagarnar. Lítil útróður Lítil útróður hevur eisini verið seinastu tíðina, og yvirhøvur er lítil útróður úr bygdunum kring landið. Tað munnu vera nógv ár síðan, at so lítil útróðrarvinna hevur verið í Føroyum sum seinnu árini, og í dag eru tað lutfalsliga fáar familjur, sum burtur av liva av tí, sum útróðurin gevur. Nú streymurin verður góður, og veðurútlitini eru hampilig, er væntandi, at nakrir bátar fara at loysa. Seinastu tíðina hava bátar, sum royna við línu, fingið mest av toski og hýsu. Húkavinnan fer í gongd aftur Lítil húkaveiða hevur verið á landgrunninum seinastu tvær vikurnar, men nú fer gongd at koma á aftur Tað er eingin útróður nú sum fyrr, og ivaleyst er vánaligi toska-og hýsufiskiskapurin høvuðsorsøkin til tað Bygdarlív er nak­ að serstakt. Um viku­ skiftið vóru nóls­ oy­ing­ar og tóku veðra­gjól­ing­ar heim úr haga­n­um. Her eru nakrir í lítlu lastini. Jógvan Kruse byrjaði á nýggjárinum í starvi sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari hjá Sunda kommunu. Jógvan er 34 ára gamal og hevur lokið útbúgving á fíggjarøkinum. Hann hevur áður eitt nú starvast á peningastovni og hjá Føroya Tele og hevur soleiðis bæði holla útbúgving og fjøltáttaðar arbeiðsroyndir. Nú er aftur høvi at tekna seg til sorgarbólk fyri vaksin hjá Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar og psykoterapeutar