Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Royndirnar við rist í trolinum, sum ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur gjørdu tíðliga í fjør summar, eydnaðust so mikið væl, at Havstovan ætlandi longu í hesum mánaðinum fer at gera nýggjar royndir við somu skipum, sum Faroe Origin eigur.  Eins og fyrru royndirnar, verða hesar seinnu royndirnar eisini gjørdar í samstarvi millum Havstovuna, reiðaríið hjá skipunum, Vørn og trolvirkið Vónina. Royndirnar, sum Heykur og Falkur gjørdu, vístu, at til ber at skilja umleið 60% av smáa upsanum úr veiðini við at fiska við rist í trolinum. Mett verður tí, at møguleikar partvís eru at fiska í økjum, ið higartil eru stongd vegna ov stóra íblanding av smáum upsa. Fiska og verja Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, vísir á, at tað, sum ræður um við ristini, er, at tann smái fiskurin verður soldaður frá, samstundis sum tann stóri upsin ikki verður mistur. - Tað eru ymiskar orsøkir til, at økir eru friðað. Hetta er ikki bara fyri at verja smáupsa, men eisini fyri at skilja sundur húk og trol á landgrunninum - og so eru eisini gýtingarfriðingar. Stjórin á Havstovuni sær tað ikki sum ómøguligt, at onkur stongd øki kunnu latast upp aftur fyri trolveiði, um royndirnar, sum verða gjørdar í næstum, eydnast líka so væl, sum royndirnar tíðliga í fjør summar.  - Jú, tað er væl hugsandi, at ein partur av hesum økjum kunnu latast upp aftur uttan stórvegis hóvasták. Hetta hevði so aftur merkt, at partrolararnir ikki vórðu so nógv trongdir saman, sum teir eru nú, sigur Eilif Gaard. Teir, ið eiga og reka ísfiskatrolararnar, bíða nú spentir eftir nýggju royndunum at veiða upsa við rist í trolinum. Heykur og Falkur aftur á royndarveiði við rist Teir, ið eiga og reka ísfiskatrolararnar, bíða nú spentir eftir nýggju royndunum at veiða upsa við rist í trolinum Tað vóru partrolararnir, Heykur og Falkur, sum gjørdu tær fyrru royndirnar við rist í trolinum, og tað verða ætlandi somu skip, sum fara út at gera nýggjar royndir í hesum mánaðinum Vilmund Jacobsen   - Árið 2013 var fyri Vágs kommunu eitt spennandi ár, har fyrstu fetini vórðu gingin á nýggjar leiðir í Vági. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sum lítir aftur á farna ár. - Nýggja býráðið, sum tók við hin 1. januar 2013, er á einum máli um, at tað hevur stóran týdning at arbeiða miðvíst við at fólkið, sum býr í Vági - børn, ung, tilkomin og eldri - skulu hava best gjørligar umstøður at liva og virka. Hetta hevur eisini merkt árið 2013 í kommunalpolitiskum høpi. Nýggjársynskið hjá borgarstjóranum í Vágs kommunu er, at tað skal ganga kommununi og borgar­unum í kommun­ uni væl eins og øllum før­oy­ing­um. Um útlitini fyri 2014, sigur Dennis Holm soleiðis: - Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman komandi árini. Útlitini í Vágs kommunu eru tó hampiliga góð. Ko m mu n a l po l i t i s kt fer árið 2014 eins og undanfarna ár at verða merkt av, at Vágs kommuna fer at bjóða borgarunum fleiri nýggj og spennandi tilboð, og hetta gleða vit okkum til, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu. Vágur tók tey fyrstu fetini á nýggjum leiðum Vilmund Jacobsen   Tiltakið hjá Beranum er  ætlað  børnum og ung­ um, sum ganga í bólki hjá Beranum, børnum og ung­ um, sum hava gingið í bólki hjá Beranum og avvarðandi at børnum og ungum, sum gan­ga ella hava gingið í bólki hjá Beranum. Viku­ skiftistiltakið, sum verð­ur á Háskúlanum í døgunum 24.-26. januar, er skipað við eitt nú drama-, myndlista- og skriviverkstaði, og eisini verða fyrilestrar, framførslur, upplestrar og annað til gaman og álvara. Berin tiltak á Háskúlanum Í døgunum 24.-26. januar skipar Berin fyri vikuskiftistiltaki á Háskúlanum í Havn Nú verður høvi hjá børnum og ungum, sum ganga í bólki ella hava gingið í bólki hjá Beranum og avvarðandi at verða við á vikuskiftistiltaki Brek á UV-anleggi ger, at vatnmeistarin hjá Runavíkar kommu­nu mælir til, at drekkivatn í Lamba, Lambareiði, Glyvrum og Runavík verður kókað. Fríggjakvøldið hevði Sambandsflokkurin fund á Toftum, har løgmaður greiddi frá politiska arbeiðnum í serliga tunnilsbólkinum. Løgmaður segði seg hava góðar vónir um politiska semju um Skálafjarðar- og Sandoyartunilin.