mánadagur 6. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Finni Olsen úr Fuglafirði til minnis
Árið í ár - 2013 kom deyðin á
gátt 24 ferðir í bygdini. Finnur
var tann trý og tjúgundi,sum
fór handan sýn í hesum
deyðans fylgi. Annars plagar
talið at liggja millum 10 og
12 fólk, sum verða borin út
um árið í bygdini. Vit skulu
aftur til 1929, tá ið 19 fólk
doyðu, og tá var fólkatalið
uml. 700, og nú er tað uml.
1500. Fleiri av teimum, sum
tá fóru um Heygar, doyðu av
meslingum.
Finnur var sonur Annu
Kathrinu og Joen Hendrik
Olsen. Kathrina, ella Trina,
sum hon varð kallað, var
ættað úr Elduvík, dóttir
Antinis Haraldsen og Suffíu,
fødd Lamhauge, úr Lamba.
Hendrik Olsen var ættaður
frá Gøtugjógv. Faðir hansara
var Óli Olsen, stóri Óli, sum
var tvær ferðir giftur. Fyrra
konan var Anna Petersdatter
úr Ólavsstovu í Syðrugøtu,
sum var mamma Hendrik
Olsen. Seinna konan var
Magnina Hansen úr Norðra
gøtu, eisini kalla Magnina í
Tøðuni.
Elduvík
Tá ið hugsað verður um Finn,
so stendur fyri mær ein
ímynd av einum stillførum
manni, sum í sínum verumáta
altíð fór hóvliga fram. Hann
var hugnaligur at vera sam
an við, dugdi stak væl at siga
frá, og mangan vóru hug
myndirnar stuttligar. Hann
hevði gott máloyra, og hesin
frumgróður í hansara sinni
var úr Elduvík. Oyndfirðingar
plagdu siga, tá ið hugsað varð
um veður og vind, at tað var
eitt plagg á muni millum
Oyndarfjørð
og
Elduvík.
Koma vit til málið og hugtøk,
so mundi verða javnleikur
partanna, bygdanna millum.
Finnur mundi mangan leita
sær norðurum til ommuna
og abban til eina so sjaldsama
bygd sum Elduvík. Hetta hev
ur verið ein dýrgripur í huga
hansara, sum hann mangan
vendi aftur á.
Finnur brúkti eitt so sjáld
samt orð um nakað, sum var
gott, t. d. um fisk: Góð tøgg
var í fiskinum. Jú, segði hann,
hetta hevði hann úr Elduvík.
Eitt annað sjáldsamt hugtak,
hann plagdi at renna aftur á,
var, tá ið hann á einum sinni
var og dyrgdi við Sigurdi,
mammubeiggja
sínum.
Sigurd var giftur við Oluffu
úr Heimistovu í Fuglafirði. Tá
ið teir høvdu fingið so mikið
av seiði, at hann huldi bak
skutin, skuldi Sigurd siga: Nú
er roðið barkað! Rengurnar
eru: framrong og bakrong,
rúmið undir teimum eitur
undir rongini ella frammi
og afturi í barka. Hetta orðið
hevur kanska givið íblástur
til eina øðrvísi tilgongd í
huganum, tá ið sagt verður:
Nú er roðið barkað. Vakurt
er tað.
Dyrgingarferðir
Dyrgingarferðirnar vóru góð
ar, t. d. heim á Fjalltanga, og
brúktu elduvíkingar orðið
dyrgingarljóst, men t. d., tá ið
ryggirnir í Gjáarlíð hjánaðu
burtur, var ikki seiðaljóst
longur. Hetta er ein viðkvom
natúrlýsing,
sum
Finnur
hevur upplivað. Hetta er
ein vakur spunatráður, sum
hann hevur havt í sínum
huga til sín doyggjandi dag.
Nú er dyrgingarferðin
hjá Finni í hesum heimi
komin at enda. Finnur var
hegnismaður og stendur ein
snøgg lunnbót eftir hann,
sum vit kunnu frøast um.
Hann var avlærdur smiður,
og síggja vit hann ganga út
og inn í smiðjuni við einum
dyrgingarlag, sum passaði
honum. Hann gjørdist skúla
tænari 1966 í Fuglafjarðar
skúla, og her komu vit at sam
starva á ymsan hátt. Finnur
var røkin, og alt skuldi vera
í lagi. Var onkur lutur, sum
skuldi hava eina ábót, ja, so
var at taka í klinkubandið
inn í klivan hjá Finni. Ikki so
sjáldan stóðu ljóðføri inni hjá
honum, t. d. horn, sum hann
tók sær av, sum hann vældi
um og bøtti uppá.
Tað musikalska
og kreativa
Finnur var so stak musi
kalskur. Bass sang hann
í sangkórinum, og í horn
orkestrinum spældi hann
euphonium. Enn koma tær
løttu og ljóðfyltu frasering
arnar úr euphoniinum fyri
oyrað, so lættar og frynt
ligar eins og látandi lógv á
sumri. Finnur var við, tá ið
hornorkestrið varð stovn
að 1969. Hann spældi við í
orkestrinum í eini 20 ár og
sang eins og Judith við kóri
num í eini 50 ár. Hetta vóru
ikki keðiligir dagar. Haraftur
at spældi hann upp á klaver,
banju, mandulin og cello. Í
hansara verð var hetta ein
hvønndagsligur dráttur í sál
og huga. Ja, hugsi ikki, at eg
taki munnin ov fullan, tá ið
sagt verður, at Finnur hevði
ein listaligan dám yvir sær.
Hetta kom eisini til sjóndar
í hansara prýðislutum, sum
hann serliga tilevnaði úr
hvalatonnum. Ja, vakurt er
at síggja hesar lutir liva sítt
sæla lív á teimum vøkru
kvinnuhálsunum og kvinnu
barmunum í bygdini og
aðrastaðni við. Hann hevði
framúr góðar hendur, og er
hetta hegni kanska komið úr
Elduvík, tí dyrgingarfelagi
hansara, morbróðirin, var
hegnismaður.
Sámal í Lambanum
Finnur Olsen var til skips
saman við Sámali við Kyrja
steini. Joen Hendrik, pápin,
var skipari. Finnur var 15 ára
gamal, javngamal við Beatu,
dóttir Sámal . Teir royndu
á Norðurlandinum, og var
hetta um summarið 1940.
Mamma Finn, Trina, hevði
sagt við sonin um at leggja
av at roykja og ikki hava
nakað tubbak við sær til sjós.
Finnur aktaði mammuna og
hevði einki tubbak við.
Sámal í Lambnaum og
Finnur blivu bestu vinir á
hesum túri. Faðir, Theodor,
sum var sjómaður, segði um
Sámal í Lambanum, at tað
var stuttligasti maður, hann
hevði verið til sjós saman við.
Sámal var abbi homuristin,
Samson í Lambanum.
Sámal og Finnur kendust
sjálvandi væl, tí tey Uppi
við Garð í Fuglafirði gingu
javnan um Heygar, tá ið tey
leitaðu sær oman í bygdina,
so leiðin lá mangan um tún
ið hjá Trinu og Hendrikki.
Beata, dóttir Sámal, var eisini
15 ár, og høvdu Finnur og hon
gingið í flokki saman. Sámal
og Finnur svóvu umborð
á Kyrjasteini í logarinum -
annar í yvirkoyggju og annar
í undirkoyggju í somu røð.
Sámal spurdi Finn ein dag
in: “Hvat dámar tær Beatu?
Vilt tú ikki giftast við henni
og hava hana til konu? Tú
kanst kalla meg fyri sviger
far! “ Hetta kom væl við hjá
Finni, tí tá ið trongdin kom
á hann eftir einari sigarett,
segði hann:
“Svigerfar, fái eg ikki eina
ball frá tær í dag?”
Heimið
Næst kirkjugarðinum við Mir
mansveg í Fuglafirði standa
eini vøkur, reyðdæmd hús.
Her búðu Finnur og Judith,
sum giftust í 22. juni 1958.
Tey fingu eitt langt og gott
lív saman. Ja, tey hava havt
sinnið á tí røttu hillini bæði
samfelagsliga og andaliga.
Judith hevur havt sína jøvnu
gongd niðan í Vesturstovu
at lesa fyri teimum gomlu,
ið har búleika, hjálpt til í
Ribarhúsi, Piddasa handli
og hildið sunnudagsskúla.
Teirra
hjúnadyrgingarlag
tænti mongum í okkara lítla
samfelag. Tey fingu trý børn
saman – Annu , gift við Páll
Beder úr Fuglafirði, Jákup,
giftur við Trine Olsen úr
Aarhus og Elspu, gift við
Inga Samuelsen úr Havnini.
Hesi systkini eru so stak
musikalsk eins og Finnur
og Judith og bæði syngja og
spæla uppá.
Svimjingin
Fyri 25 árum síðani tók Finnur
stig til, at pensjonistarnir
skuldu svimja hvønn leygar
morgun, og hevur hetta
verið ein fragd at fara í tað
váta vatnið í svimjihøllini
snimma leygarmorgun, har
hesir kimiligu pensjonistar
svimja longdina og breiddina
við jøvnum tøkum. Av og
á verður steðgað á á tí
grunna vatninum. Ikki so
fáar søgur koma undan kavi
“á landgrunninum í svimji
hylinum”
leygarmorgun.
Hetta
talingarlag
heldur
áfram inni í lærarastovuni,
har Finnur í mong ár borð
reiddi við einum góðum
kaffi- og tedussi, bollum, osti
og piparfrukt. Hetta varð so
sera væl hagreitt, at eingin
kundi seta fingur á hetta.
Ikki so sjáldan var Judith
og rætti Finnuri eina hond,
tá ið skaffingin skuldi hava
ein serligan dám, t. d. upp
undir jól. Tá ið Finnur legði
frá sær, tók Bergur Poulsen
henda táttin upp eftir hann í
januar mánaði 2007, og hevur
hann røkt henda partin av
flotinum leygarmorgun stak
væl eins og Finnur.
Mangur, sum var á foldum
við ársbyrjan er undir mold
um, nú vit standa við árs
enda. Saknurin í bygdini er
stórur, nú 24 fólk eru farin og
fleiri av hesum kundu fingið
mong góð ár afturat, men svá
var ikki. Finnur var í tí eldra
endanum í hesum hópi.
Friður veri við Finni og
øllum í hesum fylgi.
Frits
eblaðið
sos.fo