Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aftur ein gløggur útiseti er farin Tann 14. december komu boð um, at Vagnar Jacobsen úr Vági, var farin. Í Vágsbygd varð hann oftast nevndur Vagn­ar hjá Eliesar á Skála. Vagnar kom tíðliga í 50´unum til Høng á Vest­ur­ sjællandi, har hann tók stu­ dents­prógv 1956. Tað vóru rætti­liga nógvir før­oy­ing­ar, sum lósu á Høng studenta­ skeiði í 50´unum og 60´un­ um, og teir flestu fóru seinni til Kjøpinhavnar at studera. Av tí, at Vagnar hevði havt tuberkla-smittuna og ver­ið á sanatorium í ung­ linga­árum, slapp hann at búgva á tí vælumtókta Ruders­dal kollegiinum í Holte, sum var serliga ætl­að tuberkla-raktum student­ um. Har dámdi honum sera væl at vera. Hann fór um hetta mundið at lesa til kemi­ ingeniør á Polyteknisk lære­ anstalt, og eftir út­búgv­ing sína arbeiddi hann á fleiri ymiskum kemi-fyri­tøkum í Kjøpinhavn, m.a. Anker­ stjerne-laboratori­un­um. Vagnar var ein av teimum útisetunum, sum stórtreivst í tí kjøpinhavnska meldrinum á Nørrebrúgv og Bispebjerg. Hann kom ikki serliga nógv millum føroyingar, men hevði nógvar danskar kenn­ ingar. Hann vitjaði tó ofta í Føroyum og hevði nógv sam­ band við sína heimbygd og familju. Í lestrarárunum kom hann ofta á Kannibalin og var har kendur fyri sínar hvøssu við­merk­ingar. Hann varð ofta citerað­ur í studenta­ um­hvørvinum., serliga tá ið hann ”analyseraði” tey, sum ikki lósu náttúruvitskaplig evni Vagnar hevði sín heilt egna lívsstíl sum ”ironiskur observatørur” av alskyns socialum fyribrigdum, men tey síðstu tjúgu árini luttók hann rættiliga sjáldan í nøkrum organiseraðum fe­ lags­skapi. Hann var inkarneraður individualistur. Til dømis var hann ein av teimum fáu akademikarunum, sum ikki kundi droymt um at fingið sær bil, bát, teldu ella nakað annað størri tekniskt amboð. Harafturímóti var hann í nógv ár passioneradur cyklistur og kom víða um á Sjællandi bara við hjólrossi. Vagnar gjørdist 78 ár, og bleiv jarðaður 19. december á Assistens kirkjugarði, har so mætir menn sum Søren Kierkegaard, H. C. Andersen og Niels Bohr eisini liggja. Tað er kuriøst, at Vagnar allar­helst átti síni allarflestu spor akkurát á Nørrebrogade, har Assistens kirkjugarður liggur. Friður verið við hans­ ara minni. Virgar Dalsgaard Mín eksotiska abbasystir í Keypmannahavn Burde du ikke hellere bruge tid på de unge piger end at besøge disse gamle damer, spurdi ein hálvur danskari í familjuni meg hetta summ­ arið, sum myndin omanfyri av abbasystir og mær bleiv tikin. Svarið var helst, at eg hevði damur í øllum aldr­um, og á mínum mongu mill­um­ lendingum í Danmark stóð Hanna abbasystir ovaliga á listanum, eins og hon á jól­ um gav mær íblástur til eitt jólakort. Saman við babba vóru vit ikki so sjálvdan inni á gólv­ inum hjá Hannu abba­systir í hennara høgt liggjandi íbúð í Dronningens Tværgade. „Dronn­ingens Tværgade“, navnið ljóðar so fornemt og kulti­verað ! Og soleiðis var Hanna eisini, ein fín og flott dama, sum bar síni gráu hár við yndi og kvinnuligari tign. Hennara ektaða og kjerliga suðroyarmál, kryddrað við ymsum donskum og fronsk­ um vísdómsorðum her og der. Hon fjálgaði við sorgblíðum tónalagi um okkum ungu og penu, sum høvdu tað við at líkjast abbum og ommum okk­ara. Ja, mann var ikki Smith'ari fyri einki ! Sigrun-omma mín, sála, og Hanna-fastir (abba­ syst­ir) mintu ikki sørt um hvørja aðra, sofistikerað for­fongiligar og damuligar, hetta við ikki at vilja vera av­ myndaðar, og so tað vanliga galanteríið „JA øva teg nú“, sum omma hittinorðað tók til, tá ið eg klemmaði henni farvæl á veg út. Allíkavæl mátti Hanna væl hava bein í nøsini, tá hon á Ólavsøku 1943 skrivaði søgu við at svimja fleiri kilometra langa teinin av Eystnesi til Havnar. Smurd inn í konsistensafeitt kom hon upp á turt í Havn og sást eingin møði á henni, og fekk hon sjálvan Hans Andrias Djurhuus at nevna seg í eini yrking henda dagin (sí grein eftir Óla Jacobsen). Lívið hjá abbasystir, so­ leiðis sum hon hevur fortalt mær tað, hevði ikki altíð lagað seg so eydnusamt, hvat ið viðvíkur kærleikanum. Hon upplivdi mótgongd, at missa eina av bestu vinkonum sín­um í ungdóminum og at verða svikin av fyrra manni sínum. Og eftir stóð ein styrktur kvinnuligur per­ sónur við lívsroyndum, men sum ikki gavst at fylgja við øllum, sum fyri fórst úti í verð, við at lesa bløð og bøkur, at hyggja eftir „fjernsyn“, og ikki minst, at læra seg franskt; franskt alskurin bleiv ein felagsnevnari okk­ ara millum sum eg var á veg heim úr Fraklandi í 2009, og minnist eg, tá ið hon setti Yves Montand fløgu frá við tí vakra sanginum „Les feuilles mortes“ og dansaði og murraði á stovugólvinum aftur við okkara franska drekkamunni. Kross­orða­gát­ ur, list, filmar, og bøkurnar á reolini, hvørs sálmar, sangir, kvæði og yrkingar, ið hon dugdi uttanat – sanniliga, her angaði av mentan. Tann eina dagin bjóðaði hon mær út á eina forkunnuga mat­ stovu í býlinginum, sum æt Restaurant Amadeus, so eg varð virdur sum heið­ ursgestur. Tó mátti eg siga frá, um eg kom at vitja, so at hon kundi hava tíð at pynta seg áðrenn. Vit bæði mistu nakað sam­ bandi eftir, at tú vart innløgd og ikki vart eins atkomilig longur. Tíðin gekk og sporini í sandinum fánaðu nakað burt­ur. Eg arbeiddi upp á nak­rar gippsstandmyndir í kjall­ar­anum hjá okkum undir Brúnni beint sum ein upp­ringing frá Maritu fekk meg at minnast jólakortið, sum eg hevði ætlað at skriva tær nú til jóla. Jólakortið bleiv verandi óskrivað, eg legði hornið á og ásannaði, at tíðin ikki stóð í stað. Tað gagnar ikki at hugsa um tað, ið ein kundi gjørt bet­ur við at hildið sambandið hesi seinnu árini, ella um tað, sum eg kundi sagt og gjørt. Eg kann bara vera takk­sam­ ur fyri, at tað hava verið nøk­ur í familjuni niðri, sum áhaldandi hava minst til at vitja teg á tíni sjúkralegu, fyri minnini, og so kann eg læra, at taka lívið alvorligt – hetta pusslispæl, sum sjálvdan stendur, sum tað skal. Tú vart mett av døgum, og her á jørð er ikki verðandi staður. Ærað veri minnini um teg. Kennir tú henda staðin, Hin himmalska stað ? Í múrum hansara er alt ljóst, eingin skuggi deyðans er longur. Pílagrímar og ferðandi, her niðri í líðingum, Hesin dýrgripurin er okkum í væntu, Hin himmalski staðurin. (leysliga umsett: 1. ø. av franska sálmanum, Connais-tu cette cité eftir G. Guillod) Napoleon SMITH Vagnar hjá Eliesar á Skála (Vagnar er tann høgi maðurin til høgru á myndini)