Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein reyður plettur í einum javnrøttum Vesturevropa Eiler Fagraklett vegna nevndina í LGBT Føroyar Sambært árliga yvirlitinum hjá altjóða felagsskapinum ILGA, megna Føroyar bara at veita 7 út av 46 møguligum javnrættindum til føroyingar, ið eru sam-, tví- ella tvørkynd. Hetta svarar til einans 17%. Sostatt eru Føroyar millum tey lond í Evropa, ið veita ringastu trygd, javnrættindi og stuðul til sínar LGBT borg­arar. ILGA mátar rætt­ indi í Evropa International Lesbian and Gay Association (ILGA) er heimsins størsta netverk av felagsskapum, ið arbeiða fyri rættindum hjá LGBTarum kring heimin, og hevur virk­ að síðani 1978. Á hvørjum ári ger evro- pe­iska deildin, ILGA-Europe, eitt drúgvt yvirlit yvir støð­ una hjá sam-, tví- og tvør­ kyndum fólkum - eisini rópt LGBTarum - í okkara heims­parti. Yvirlitið vísir m.a. hvørja trygd, hvønn stuðul, hvat frælsi og hvørji rætt­indi tey ymisku londini í Evropa veita sínum LGBT borg­arum. Felagsskapurin hevur ásett eitt ávíst pro­ sent­tal til hvørji rættindi, trygd­ar­veiting, frælsi, stuð­ul ella lógarbroyting, ið eru til fyrimuns fyri sam-, tví- og tvørkynd. Saml­aða pro­sent­ talið gevur við­komandi landi eitt pláss á árliga yvirlitinum hjá felagsskapinum. Enn er onki land í Evropa, ið megnar at liva 100% upp til allar 46 ásettu málsetningarnar hjá ILGA-Europe. Bretland á odda og Russland í botninum Sambært seinasta yvirlitin­ um, ið varð kunngjørt í mai 2013, er Bretland á odda á listanum. Bretland veitir heili 77% av øllum ásettu rætt­indunum til sínar LGBT borgarar. Síðan hetta yvirlitið varð gjørt, hevur bretska stjórnin eisini sett samkynd hjúnabond í gildið í Englandi og Wales, so prosenttalið verð­ur ivaleyst munandi hægri á listanum fyri 2014. Tætt í hølinum á Bret­ landi, eru flestu londini í Vest­ur­evropa. Longur eyst­ ur vit fara, verri verður støð­ an. Allar ringast stendur til í Russlandi, sum einans upp­ fyllir 7% av ásetingunum hjá ILGA-Europe. Hetta yvirlitið er gjørt áðrenn nýggja lógin kom í gildi, sum eitt nú bann­ ar Pride skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi. Tískil verður russiska pro­ sen­ttalið uttan iva enn lægri í ár . Føroyar veita bara 17% av møguligum rættindum til LGBTarar Um vit seta Føroyar inn í yvirlitið hjá ILGA-Europe, so er støðan tíverri ikki serliga góð. Føroyar veita bara 17% av ásettu rættindunum til sínar LGBT borgarar. Einans sjey út av 46 møguligum áset­ ingunum hjá ILGA-Europe eru galdandi í Føroyum. Tríggjar av hesum ásetingum eru tó bert galdandi í Før­ oyu­m, tí tær enn koma undir danskt málsøki. Sostatt kunnu vit í dagsins Føroyum endurspegla og samanbera okkum við lond so sum Hvítarussland, Bul­ gar­ia, Kosovo og Turka­ land, tá tað kemur til at veita javnrættindi til sam-, tví- og tvørkynd her heima. Soleiðis eru Føroyar í dag ein reyður plettur ímillum sínar grønu norðurlendsku og vesturevropeisku grannar á landskortinum hjá ILGA- Europe. LGBT Føroyar metur ikki, at meirilutin av føroyingum - og vónandi eisini politiska valdinum í Føroyum – halda, at hetta er ein hóskandi litur og ein verandi støða hjá okk­ ara tjóð at vera í. Hetta endur­ speglar ikki tað tolsemi, ta rúm­ligheit og tað skilsemi, ið býr í flestu føroyingum. Okkara løgmaður hevur fyrr hótt við at steingja okk­ ara sendistovu í Bretlandi, sum nú liggur ovast á list­ anum hjá ILGA-Europe, með­ an hann hinvegin júst hevur fingið játtað pening til at lata nýggja sendistovu upp í Moskva. Russland liggur niðast á hesum sama lista. LGBT Føroyar vónar ikki, at hetta er eitt tekin um, hvønn veg landsins leiðsla ynskir, at okkara land skal ganga, tá tað kemur til mannarættindi, javnrættindi, javnstøðu, frælsi, tolsemi, rúmligheit og landsins lógir annars. Málið um at loyva sam­ kyndum borgarum at giftast á javnum føti við hinkyndar borgarar, verður í løtuni viðgjørt í Føroya Løgtingi. Um hetta lógaruppskotið verð­ur samtykt, fara Føroyar mun­ andi longur upp á evropeiska javnrættislistan. Okkara reyði litur á Evropakortinum, hevði skjótt broytt seg til ein meira jaligan og hóskandi lit fyri Føroyar og føroyingar. Norðurlond seta strangari krøv til javnrætttindi Við trimum føroyskum ung­ mannafeløgum á odda við­tók Ungdómsráðið hjá Norður­ landráðnum í summar eitt uppskot um, at allir borgarar í norður­lendsku londunum skulu hava rættindi at gifta seg borgarliga uttan mun til kynsliga sannføring. Tað er ikki óvanligt, at Norðurlandaráðið fylgir til­ mælum, ið koma frá Norður­ lendska ungdóms­ráðnum. Tí er tað væntandi bara ein spurgningur um tíð, áðrenn Norðurlandaráðið og okkara nærmastu grannar fara at krevja, at allir borgarar í norð­urlandssamstarvinum skulu hava atgongd til somu grundleggjandi manna­rætt­ indi, so sum at giftast uttan mun til kynsliga sannføring. LGBT Føroyar vónar tó ikki, at vit koma at so langt, at tað verður álagt føroy­ ingum uttanífrá at veita javn­rættindi til allar sínar borgarar, men at Føroya Løg­ ting hinvegin sjálvt megnar at atkvøða fyri hesum. Túsundtals føroyingar ávirkaðir Eingin veit heilt neyvt hvussu nógv fólk eru eru sam-, tví- ella tvørkynd. Men flestu kanningar vísa eitt tal millum 5-10% av fólka­ talinum. Tað vil siga, at í Før­oyum er eitt stað millum 2.400 og 4.800 borgarar í øllum aldrum og í øllum støðum kring landið, ið eru antin sam-, tví- ella tvørkynd. Hesi somu fólk hava børn, foreldur, systkin, ommur, abbar, aðrar familjulimir, vinir, starvsfelagar o.s.fr. Tískil er ikki bara tal­an um nakar heilt fáar ein­ stak­lingar, sum eru ávirkað av núverandi støðu og eru fyri grovum mismuni í før­ oysku lóggávuni. Vit tosa hinvegin um fleiri túsund­ tals føroyingar, ið eisini eru borgarar, veljarar og skatt­