mánadagur 6. januar 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
gjaldarar, ið sjálvandi skulu
hava innivist í landins lógum
á sama støði sum allir aðrir
borgarar.
Nøkur sigandi hagtøl
Nú 2. viðgerð av uppskotin
um um at loyva samkyndum
innivist í føroysku hjúna
bandslógini skjótt kemur
á skránna í Tinginum, fer
LGBT Føroyar enn eina ferð
at vísa á tann stóra stuðul,
sum føroyingar hava víst og
enn vísa hesum uppskoti.
Í kanning, sum Gallup
Føroyar gjørdi á vári 2013,
taka heili 68% undir við,
at samkynd kunnu ganga
saman í borgarligt hjúna
band. Tað vil siga, kunnu víg
ast á ráðhúsum og sýsluskriv
stovum, men ikki í kirkjum
og samkomum. Hetta eru
meira enn tveir triðingar av
Føroya fólki. Harafturímóti
siga bara 27% at tey eru móti
hesum. 5% siga seg ikki vita,
hvat tey halda um málið.
Kanningin vísti, at í øllum
økjum í landinum, í øllum
aldursbólkum, í øllum út
búgvingar- og lønarbólkum
er meiriluti fyri eini broyting
í hjúnarbandslógini. Í aldurs
bólkinum 15-39 ár tátta hag
tølinum heilt upp móti 90%,
sum ynskja at samkynd verða
javnsett við aðrar borgarar.
Tvey tey síðstu árini
hava millum 5.000 og 6.000
fólk luttikið á Faroe Pride
skrúðgongunum í Tórshavn.
Undan jólum tóku heili 1.128
fólk sær tíð til at broyta egnu
Facebook
vangamynd
til
at siga ”Ja til kærleikan”, og
soleiðis stuðla uppskotinum
hjá Rigmor Dam, Poul Michel
sen og Bjørt Samuelsen.
LGBT Føroyar vónar tí,
at ein meiriluti av Føroya
Løgtingi somuleiðis fer at siga
ja til kærleikan við at atkvøða
fyri løgtingsmálunum 51, 52,
53/2013 - eins og ein stórur
og týðiligur meiriluti av før
oysku veljarunum hava víst
á, at tey ynskja síni fólka
valdu skulu gera í hesum
máli.