mánadagur 6. januar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Suni Merkistein
Ikki var tað í mínum tonk
um, at ein tilnevning til
ársins ítróttanavn í Før
oyum í samband við eina
undirhaldssending í Kring
varpinum á nýggjárinum
skuldi enda sum stórmál í
Degi og Viku.
Eitt er, at onkur gevur ilt
av sær á sosialum miðlum,
um hví hesin ella hasin
ikki er í uppskoti heldur
enn onkur av teimum, sum
dómsnevndin, ið eg sjálvur
var partur av, hevði innstillað.
Einki forgjørt er í einum
lívligum orðaskifti, sama um
tað, ið kjakast verður um,
kann tykjast at hava lítið upp
á seg. Men at tilnevningin hjá
hesi góðu dómsnevnd er so
áhugaverd, at hon nú gongur
sum framhaldssøga í Degi og
Viku, vildi eg forsvorið.
Starsvfelagin
Høgni
Mohr tykist at halda, at
havrøðarin
Livar
Nysted
hevur verið fyri vanbýti, tá
ið dómsnevndin gjørdi sína
innstilling.
Sama
heldur
Livar Nysted sjálvur. Leitað
hevur verið í Havn eftir ÍSF-
forsetanum, sum eisini sat í
nú illa gitnu dómsnevndini,
men vágbingurin og hvanna
sundsmaðurin
komu
á
stongdar dyr í ÍSF-húsinum
í Gundadali.
2. akt av sama harmleiki
var á skránni í kvøld. Víst
varð á, at tá ið Ovi Joensen
og Sigurð Lamhauge hava
vunnið støðu sum avreks
kappar, so fær tað ikki verið
annað enn ein háðan móti
Livari Nysted, at hann ikki
er í uppskoti til heiðurin
sum
ársins
ítróttafólk
í
Føroyum.
Ítróttakvinna
við
venjararoyndum,
ið
tíðindamaðurin hitti á Tórs
breyt, helt eisini, at her var
órættur framdur móti for
smádda
sjógarpinum
úr
Hvannasundi.
Næsta stigið hjá tíðinda
manninum í hesum harmleiki
verður kanska at søkja um
innlit í málsviðgerðina hjá
dómsnevndini, ella hvussu?
Eg
bíði
spentur
mána
kvøldið.
ÍSF-forsetin hevur einki
viljað sagt um málið í fjøl
miðlunum, og hví skal hann
tað? Dómsnevndin hevur
gjørt sína tilnevning og
hevur grundgivið fyri henni.
At fara at grundgeva fyri
hvørjum frávali hevði verið
høpisleyst. Men nú málið
er skúmað so upp, havi eg
kortini hug at gera nakrar
fáar viðmerkingar.
Teir, ið skipaðu fyri nýggj
árssendingini, heittu á okkum
fýra, Petur Elias Petersen,
ÍSF-forseta, Sølva Reinert
Hansen, føroyskan lim í
altjóða oyggjaleikanevndini,
Sigruna
Mikkelsen,
fyrr
verandi
ítróttafólk
og
venjari, og undirritaða, sum
umboð fyri ítróttamiðlarnar,
at tilnevna fimm nøvn til
atkvøðugreiðslu um ársins
ítróttafólk í Føroyum 2013.
Kriterini
høvdu
fyrireikararnir orðað so:
Tey innstillaðu skuldu antin
hava:
- gjørt vart við seg í síni
ítróttagrein á altjóða stigi
- gjørt vart við seg í síni
ítróttagrein
- gjørt vart við seg í góðum
liðavriki
- gjørt stór framstig í síni
ítróttagrein
- skapt frambrot í ítróttinum
Vit hittust á fundi í ÍSF-
húsinum í døgunum millum
jóla og nýggjárs. Har samdust
vit
um
tilnevningina.
Fleiri onnur nøvn enn tey
tilnevndu
vóru
rímiligt
eisini umrødd, men tá ið til
stykkis kom, vóru vit kortini
ógvuliga samd.
Viðvíkjandi
atfinning
unum móti dómsnevndini,
sum ikki hevði Livar Nysted
í uppskoti, havi eg sjálvur
hesar viðmerkingar:
Við allari virðing fyri tí,
sum Livar og hansara menn
hava útint á sjónum, so haldi
eg tað vera umráðandi at
gera greitt, at tingini mugu
ikki koma í bland. Í mínum
huga var okkara uppgáva at
finna tey, sum hava fingið
bestu úrslitini í skipaðum
ítróttarkappingum millum
mótstøðufólk, ið kappast á
jøvnum føti.
Havrógvingin hjá Livari
er nakað annað. Hann er ikki
í kapping móti øðrum, mest
móti sær sjálvum. Hann
og hinir eru víkingar, sum
bjóða frumkreftunum av.
Er nakar kappingarneyti, so
eru tað aðrir, sum hava roynt
seg á sama teini fyrr. Fari eg
skeivur, tá eg haldi, at skalt
tú vinna á øðrum í slíkari
kapping, er umráðandi, at
byrurin eisini er tær blíður,
so at vánalig veðurlíkindi ella
annar mótburður, sum aðrir
kanska hava kent sviðan av,
ikki leggur tær meinbogar
í vegin? Eg veit einki um, at
Livar og hansara garpar hava
verið hepnari á sínari ferð
enn aðrir, men ivin kann gera
sítt til at máá støðið undan
fyritreytunum fyri at veita
hesum slagnum av ítrótti
gildi sum kappingarítrótt á
jøvnum føti við tær meira
klassisku ítróttagreinarnar.
At
Livar
og
hansara
menn hava framt eitt roysni
eri eg ivaleysur um. Men at
sammeta Livar við eitt nú Pál
Joensen er eftir mínum tykki
høpisleyst, tí tað er hvørt sítt.
Annað er meira hevdvunnin
ítróttur, ið grundaður er
á úrslit, avrik og met, ið
kunnu vigast og mátast og
samanberast, hitt er heldur
eitt ódefinertbart roysni,
útint undir primitivum um
støðum við ongum verulig
um kappingarneytum ella
tíansheldur
eftir
neyvt
ásettum kappingarreglum.
Skal
havrógving
javn
setast við meira skipaðan
kappingarítrótt, tá er so
nógv annað, ið eisini má
undir sjóneykuna, um eitt
ársins
ítróttanavn
aftur
skal kjósast. Tí hvat við
teimum, sum eftir einum
ári stríða seg upp á hvønn
fjallatind í Føroyum - onkur
við insulinpumpu? Fyri ikki
at tala um tey, sum herja
á hægstu fjøll úti í heimi?
Ella pensjónistar, sum renna
marathon? Alt er relativt.
Sjálvt um kappingarneytin
ikki er nakar annar enn tú
sjálvur.
Í mínum huga eiga tey
at tilnevnast, sum hava
heilt ítøkilig úrslit at vísa á;
eitt meistaraheiti, eitt gull
heiðursmerki, eitt met, ein
stórmeistaranorm,
o.s.fr.
Sovorðið,
sum
tey
hava
vunnið í harðari kapping á
jøvnum føti við aðrar harðar
kappingarneytar.
Soleiðis
má tað vera. Annars verður
tað for diffust eftir mínum
tykki.
Livar Nysted er vón
svikin. Eg skilji hann upp
á ein máta. Men eftir mín
um tykki eru eisini aðrir,
sum hava líka góðan rætt
at
vera
vónsviknir.
T.d.
hondbóltsspælarin Jóhan á
Plógv ella svimjarin Magnus
Jákupsson. Og kanska onnur
við teimum. Men okkara
tilnevning er eingin ævigur
sannleiki, bara ein tilnevning,
sum fýra fólk í einari hissini
settari dómsnevnd samdust
um.
Eitt kenni eg meg tó
fullvísan í, og tað er, at
vinnarin var tann einasti
rætti. Vit hava nógv dugnalig
ítróttafólk, men bara eitt,
sum er í heimsflokki.
Hvar eru kritisku spurningarnir?
Maria N. Garðsá
Troyttandi! Tað er troyttandi,
at Kringvarpið ferð eftir
ferð kemur so illa frá stóru
uppgávuni at bera óheftan
tíðindaflutning.
Nýggjárs
aftan var sendingin “Árið, ið
fór - aktuelt” á skránni. Ein
í nógvar mátar fín sending,
har tvey garvað fjølmiðlafólk
vóru gestir hjá einum verti,
sum ikki er minni royndur.
Tá uppskotið um samkynt
hjúnalag var frammi, tóktist
panelið í allar mátar samt, tá
sagt varð nakað soleiðis, at
“tað snýr seg um at avmarka
rættin hjá ávísum fólkum”,
“nøkur vilja gera av, hvusssu
onnur skulu liva” og síðst,
men ikki minst, at “tey vilja
teimum bara tað besta”. Slíkar
viðmerkingar eru einsíðugar
og gera, at eitt álvarsmál
verður drigið niður á eitt
lágt støði. Tað kann tykjast,
sum fjølmiðlafólkini sleppa
sínum fakliga stoltleika og
gloyma seg burtur í sínum
persónliga hugburði.
Nú er tað ikki fyrstu ferð,
at júst hetta mál verður lýst
einsíðugt í Kringvarpinum.
Tískil er tað heldur ikki
løgið, at rákið er broytt so
skjótt, og at LGBT við eini
Gallupkanning í apríl 2013
kundi siga frá, at 68% av
Føroya fólki taka undir við,
at tvey av sama kyni skulu
kunna gifta seg borgarliga.
Í málinum um samkynt
parlag hevur verið langt
ímillum kritisku spurning
arnar frá Kringvarpinum
- okkara lógarbundnu og al
ment fíggjaðu public service
støð.
Eitt er, at politikarar
leggja fram eitt lógaruppskot
um eitt mál, sum teir brenna
fyri.
Soleiðis eigur tað at vera.
Men tað er álvarsamt, at
Kringvarpið
hevur
givið
uppskotsstillarunum
og
fortalarunum so lítið mót
spæl. Áhugi tykist ikki vera
í fjølmiðlaheiminum fyri,
hvørji
langtíðar
árinini
verða fyri okkara samfelag,
um eitt slíkt uppskot kemur
ígjøgnum. Hvørja ávirkan
hevur tað, tá vit eftir stuttari
tíð, og uttan støði í nøkrum
vísindaligum
samanhangi
yvirhøvur, ætla at gera eitt
stórt og kollveltandi inntriv í
tað, sum í øldir, ja ártúsundir
hevur verið grundsúlan í
samfelagnum?
Hetta
eru
spurningar, ið áttu at verið
settir, og eitt mál, ið eigur at
verða kannað út í æsir.
Tá fjølmiðlafólk vísa á,
at tey eru professionell, og
tí sjálvsagt eisini óheft í
sínum arbeiði, so haldi eg, at
tað er ein orsøk til at vera á
varðhaldi. Tí sjálvsagt er eitt
fjølmiðlafólk onkursvegna
ávirkað av síni persónligu
hugsjónarligu
støðu,
síni
egnu heimsmynd, eisini í
sínum arbeiði. Tá talan er
um politisk og ikki minst
etisk mál, hevur tað serliga
stóran týdning, at persónligi
hugburðurin
ikki
litar
viðgerðina
av
málinum.
Miðlafólk skulu tá veruliga
vera sjálvkritisk, veruliga
brynja seg, og tað sakni eg í
hesum máli.
Tí
er
tað
eisini,
at
Kringvarpið hoppar oman í
Løgtingið, tá LGBT handar
tinglimunum nakrar¬ - eitt
sindur gamlar - barnabøkur,
og tí fær ein amerikanskur
ambassadørur stóra rúmd
í Degi og Viku at tosa um
samkynd, hóast hann var í
landinum í øðrum ørindum.
Kanska man kann kalla tað
“happening-journalistik”,
sum
Kringvarpið
tykist
vera upptikið av. Tíðinda
flutningur, har fjølmiðlafólk
glaðbeint og ókritiskt renna
hagar, ið tað er skeg og in at
vera.
Rákið vendir nú tann
vegin, at um tú ikki tekur
undir við samkyntum hjúna
lagi, so ert tú intolerantur, tí
ein lítil, men hart rópandi
fjøld, við sínum retorikki
um diskriminering, kærleika
og javnrættindi hevur køvt
sunna kritiska og logiska
tankagongd. Hvør vil ikki
vera rúmligur, elska sín
næsta, ja, vera tolerantur? Og
júst hetta háðaða – og eftir
hondini avsporaða – stempul
at vera “intolerantur”, vil
fjøldin av Føroya fólki ikki
hava sitandi á sær.
Ein orðing sum t.d.: “at
samkyndum verður noktaður
rætturin til hjúnalag” er
søguliga og sakliga ikki røtt.
Søguliga sæð og fyri tey flestu
í heiminum er hjúnalagið,
pr. definitión fyri mann og
kvinnu. Tá so Kringvarpið
og onnur fjølmiðlafólk tosa
um at “útihýsa” og at “forða
rættin”, brúka tey somu
vendingar og sama retorik
sum fortalararnir, og tá
hava tey valt síðu. At kalla
tað vantandi javnstøðu og
diskriminatión, at samkynt
pør ikki kunnu verða vígd, er
ósakligur retorikkur, tá hann
er best. Men ein retorikkur,
sum hevur virkað væl. Hann
virkar bara ikki so væl, tá vit
siga, at tað er diskriminatión,
at smábørn ikki hava valrætt,
ella at ein maður ikki sleppur
á kvinnulandsliðið í fótbólti.
Í
Danmark
hevur
í
politiska landslagnum verið
róð fram undir, at systkina-
og fleirgifta eiga at kunna
lata seg gera. Eitt kjak, ið enn
ikki er komið higar, men sum
við tí retorikki, sum hevur
verið brúktur, lættliga verður
eitt av næstu mørkunum, ið
kunnu verða flutt.
Tað skortar ikki við dirvi
og kritiskum journalistikki,
tá talan hevur verið um
førda politikkin, tað verið
seg flatskatt, tunlar, pen
sjónsviðurskifti v.m.. Sama
dirvi og kritisku viðmerk
ingar eru neyðugar í málinum
um samkynt hjúnalag.
Ársins ítróttanavn