mánadagur 6. januar 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Livar Nysted um havrógving
(Aftursvar til Suna Merkistein)
Livar Nysted
Lat meg sláa fast beinanvegin,
at alt hettar rokið ikki kemst
av, at eg ikki var í uppskoti
til ársins ítróttarfólk 2013.
Hettar rokið kemst av, at ÍSF
ikki viðurkennir havrógving
sum ítrótt. Lat meg eisini
sláa púra fast, at tað eri ikki
eg sum havi runni aftana
KVF fyri at tala mína søk.
Høgni Mohr ringdi til mín
og spurdi um eg kundi stilla
upp í einum lítlum kjaki við
onkran av dómsnevndini
og tað segði eg ja til. Tá eg
kom til Havnar vildi eingin
av
dómsnevndini
møta
upp. Eftir hettar varð so ein
samrøða gjørd við meg. So
kann man spyrja seg sjálvan,
hví KVF hevur áhugað í
hesum.
Kappróður hevur verið
ein sera stórur partur av
mínum lívi, og eg eri sera
stoltur av, at nøkur av mínum
bestu ítróttar árum, eru
farin til okkara tjóðarítrótt.
Aftaná nøkur ár í Føroyskum
kappróðri og 3 FM heitir,
hevði eg hug at royna
nýggjar avbjóðingar og eg
má siga, at eg havi stórtrivist
í havrógving.
Havrógving er sum navnið
sigur, ein ítróttur sum gongur
fyri seg á opnum havi. Tær
flestu
kappingar
verða
hildnar á teininum millum
Kanarisku oyggjarnar og
Barbados. Eisini verður róð
úr New York til Onglands og
frá Australia til Mauritius.
Fyrst í desembur fóru
17 bátar úr Gran Canaria
við kós ímóti Barbados.
Hesir bátar eru undir sera
strangum eftirliti hjá ORS
(Ocean Rowing Society), eins
og vit eru tá vit rógva, og
skulu fylgja sera strangum
kappingar reglum. Og líka
sum í øðrum ítrótti, kunnu vit
eisini byrja einkultvís. Eisini
er eitt krav fra ORS, at vit
skulu hava eitt tól umborð,
ein sokallaðan yellow brick,
sum nágreiniliga vísir hvar
vit eru og hvussu skjótt vit
rógva. Eisini hevur ORS
eftirlit við veðrinum, so um
onkur skuldi havt hug at
koyrt eitt segl upp ella brúka
maskinorku fyri at fáa meira
ferð, so verður tað uppdaga
beinanvegin. Og tað hevur
eisini víst seg, at onkur bátur
er vorðin kolldømdur. Ei
heldur hava vit lov til, at taka
ímóti hjálp á túrinum, bara
tað at man hevði fingið eina
sodavatn, hevði verið nokk
til, at verði kolldømdur. So
her er avgjørt talan um væl
skipaðan ítrótt, ið er undir
sera strongum eftirliti!
Í
Januar/Februar
2013
róðu vit kapp ímóti einum
øðrum báti - teinurin var
5000 KM. At rógva 12 tímar
um døgnið, 35 døgn út i
eitt og vinna við bert 60
minuttum, kann ikki sigast
annað, enn at vera sera hørð
kapping. Seinasta summar
róðu vit um Indiska havið
og sjálvt um ongin bátur
var við síðuna av okkum,
so var hetta nokk ein tann
størsta kappingin eg havi
verið í! Hvønn dag vistu vit,
hvat skuldi til fyri at vinna á
undanfarna kappingarneyta.
Serliga tvær tær seinastu vik
urnar vóru ekstremt harðar,
tí kappingin varð í so tøtt.
Tá var teinurin 6500 KM og
vunnu vit við umleið 24
tímun. So um ein hugsar um
longdina á teininum, hvussu
nógvar dagar vit rógva og
at vit bert vinna við fáum
tímun, vísir hvussu hørð
kappingin er.
Í síni grein sigur Suni
Merkistein hesi orð: “At
Livar
og
hansara
menn
hava framt eitt roysni eri
eg ivaleysur um. Men at
sammeta Livar við eitt nú Pál
Joensen er eftir mínum tykki
høpisleyst, tí tað er hvørt sítt.
Annað er meira hevdvunnin
ítróttur, ið grundaður er á
úrslit, avrik og met, ið kunnu
vigast og mátast og saman
berast, hitt er heldur eitt
ódefinertbart roysni, útint
undir primitivum umstøð
um við ongum veruligum
kappingarneytum ella tíans
heldur eftir neyvt ásettum
kappingarreglum.”
Tað er sera harmiligt, at
Suni Merkistein skal fara
so lætt um sannleikan, fyri
at verja síni sjónarmið. At
siga, at vit ongar veruligar
kappingarreglur ella kapp
ingarneytar hava, er bein
leiðis lygn! Eisini kemur
hann við speirekandi við
merkingum um, at vit bert
eru nakrir víkingar undir
primitivum umstøðum, alt
hetta, fyri at flyta fokus frá
hvat havrógving veruliga
er, nemliga ein ítrótt. Tað er
heilt skilligt, at Suni Merki
stein ikki veit stórvegis um
havrógving.
Eg havi eisini hug, at
vísa til hendan lítla greina
stubban, ið var at lesa í Ensku
bløðunum í 2005:
“Double
Olympic
Gold medal rower James
Cracknell has now officially
announced his participation
in the Atlantic Rowing race
2005, which will start from
La Gomera, Canary Islands
on Sunday 27th November
2005. The ultimate in rowing
races and one of the toughest
endurance events available
today. James will compete on
equal terms against 27 other
teams, The Atlantic Rowing
Race 2005 will be the fourth
edition of the event, and
will include three classes for
single handed rowers, teams
of two and teams of four.”
Also her er talan um seriøs
ítróttarfólk í einum seriøsum
ítrótti.
Víðari sigur Suni Merki
stein í síni grein: “Í mínum
huga eiga tey at tilnevnast,
sum hava heilt ítøkilig úrslit
at vísa á; eitt meistaraheiti,
eitt gullheiðursmerki, eitt
met, ein stórmeistaranorm,
o.s.fr. Sovorðið, sum tey hava
vunnið í harðari kapping á
jøvnum føti við aðrar harðar
kappingarneytar.
Soleiðis
má tað vera. Annars verður
tað for diffust eftir mínum
tykki.”
Til tað havi eg at við
merkja, at eg havi 2 heimsmet,
sum eg havi vunnið í harð
ari kapping og eg havi 5
Guinness met í míni ítrótt.
Eg skal heilsa Suna og siga,
at eg eri ikki komin sovandi
til hesi met.
Eisini haldi eg tað vera
sera harmiligt, at ÍSF letur
seg trýsta av eini sjónvarps
sending og í seinastu løtu
verður
ein
dómsnevnd
skrumbla saman, ella fyri at
brúka orðini hjá Suna: “einari
hissini settari dómsnevnd”.
Hetta er ikki serliga virðiligt
fyri føroysk ítróttarfólk og
hevur ikki nógvan itróttar
anda yvir sær.
Sjálvt um greinin hjá
Suna Merkistein er full í
ósannindum, fari eg at fyri
geva honum tað. Vit kunnu
øll gera feilir og Suni Merki
stein verður ikki minni mað
ur av, at viðurkenna sínar
feilir. Men eg fari at heita
á hann, um at halda seg til
fakta í framtíðini.
Sum sagt í byrjanini, er
hetta rokið ikki um at verða
tilnevndur ella ikki til ársins
ítróttar navn og eg eri ikki
upp á nakran sum helst
hátt, argur um at eg ikki eri
tilnevndur. Eg eri bert eitt
ítróttarfólk, sum berjist fyri
at fáa mín ítrótt viðurkendan
og eg má siga, at tað er ein
sera løgin kensla, at eg sum
føroyingur skal vera noyddur
at verja rógving sum eina
ítróttargrein.
Til seinast fari eg at ynskja
øllum, sum vóru í uppskoti til
at gerast ársins ítróttarnavn,
hjartaliga tillukku og serliga
vil eg ynskja Pál tillukku við
fult uppiborna heiðurinum.
Við róðrarkvøðu