týsdagur 7. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rólant Waag Dam
Tað, sum Jóhan Eli Lyngvej
Poulsen hevur skrivað um
muslimar, talu- og trúðar
frælsi, er ikki eitt sjónar
mið, sum restin av parta
fólkunum í Huxa hava. Tað
ger Rói B. Poulsen, formað
ur fyri fólkafloksungdóm,
púra greitt.
- Eg eri ósamdur við
Jóhan Eli. Hatta eru heldur
ikki sjónarmiðini hjá Huxa,
sum hann førir fram. Talu-
og trúarfrælsi er ein av
hornasteinunum
undir
demokratinum, men Jóhan
Eli skal hava loyvi at hava
sínar meiningar, so leingi
hann ikki særir nakran ella
brýtur nakrar lógir, slær Rói
B. Poulsen fast.
Tekur ikki málið upp
Rói B. Poulsen hevur so
statt ikki hug at gera meira
við málið. Og soleiðis sum
bygnaðurin í Huxa er hátt
aður, so er tað heldur ikki
møguligt
hjá
formanni
num at tveita skrivaran úr
nevndini, um hann ynskti
tað. Men tað ynskir Rói B.
Poulsen heldur ikki.
- Formaðurin kann ikki
taka avgerð um, hvør er í
nevndini ella ikki. Tað er
landsfundurin, sum avger
tað. Eru limirnir ónøgdir
við tað, sum Jóhan Eli hevur
skrivað, so gangi eg út frá,
at teir geva tað til kennar
á landsfundinum, ger for
maðurin í Huxa greitt.
Og hann sigur eisini, at
tað ikki verður eitt mál, sum
hann sjálvur fer at seta á
skrá á landsfundinum, sum
verður í seinasta lagi 31.
januar. Tað mugu limirnir
gera, ynskja teir tað, tí tað
eru teir, sum velja nevndina.
Jóhan Eli kann
verða heitur
Rói B. Poulsen hevur sum
heild ikki góðan hug at gera
málið størri enn neyðugt.
- Eg kenni øgiliga væl
Jóhan Eli. Eg eri vísur í, at
Jóhan Eli ikki meinar tað,
sum hann hevur skrivað.
Hann kann blíva nokk so
heitur, so hatta er nakað,
sum er gloppið í eini heitari
løtu, sigur formaðurin í
Huxa um viðmerkingarnar,
sum tey annars sjálvi vildu
hava Jóhan Eli til at strika,
men sum hann gloymdi at
gera hetta, og tískil vóru
standandi í 15 heilar dagar.
Ikki fyrr enn Miðlahúsið
spurdi inn til útsagnirnar,
strikaði Jóhan Eli tær. Men
tá endurtók hann so, at talu-
og trúarfrælsi ikki riggar og
gjørdi greitt, at dekokratiið
er ein ódemokratisk skipan.
- Eg fari ikki at gera meg
til harra yvir, hvat onnur
halda. Hatta er ikki hugsan
in hjá Huxa. Men tað stend
ur einum og hvørjum frítt at
halda tað, tey meina, sigur
Rói B. Poulsen.
Eisini at muslimar svín?
- Um hann heldur tað,
so er tað fyri hansara egnu
rokning, ger Rói B. Poulsen
greitt.
Men er tað munur á tí,
sum tú heldur sum privat
persónur, og hvat tú heldur,
sum politikkari í Huxa?
- Nei, tað haldi eg ikki.
Hvussu kanst tú siga eitt
sum privat persónur, sum
ikki er galdandi fyri teg sum
politikkara í Huxa?
Jamen fólk siga so nógv.
Eg eri ikki altíð samdur í tí,
men eg kann ikki fortelja
fólki, hvat tey skulu siga og
halda, tað er tí vit hava talu
frælsi, førir Rói B. Poulsen
fram.
Rólant Waag Dam
Tað var ikki við mýkindum,
at skrivarin hjá Huxa, Jóhan
Eli Lyngvej Poulsen, gjørdi
islam, talu- og trúarfrælsi
á sínari vangamynd á Face
book. Jóhan Eli L. Poulsen
hevði lagt eina grein út um,
at Angola forbjóðar islam
og sigur í viðmerking til
leinkjuna, at hann vónar, at
Danmark verður næsta land
ið, sum ger tað sama.
Í kjalarvørrinum av hes
um var eitt kjak, har skriv
arin
hjá
ungmannafelag
fólkafloksins var ógvuliga
hvassorðaður.
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen
segði seg har harmast um,
at danir ikki lurtaðu eftir
Mogens Glistrup, fyrrver
andi formanni í sera høgra
venda framburðsflokkinum
í Danmark Fremskridtsparti
et, og skrivaði síðani:
»Trúarfræli
er
vekk
longu nú, við at man valdi
trúarfrælsi.
Hasir
helvi
tis muslimarnir geva ikki
dønum loyvi at vera trúgv
andi. Kemur man inn í eitt
annað land at vera, so má
man fylgja teirra normum
og lógum, men tað hava
hasi svínini ikki gjørt«, sigur
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen,
áðrenn hann seinni í sama
kjaki kom til fylgjandi niður
støðu:
»Danmark er á veg at fara
í avgrundina, takkað verið
talu- og trúðarfrælsi. Tankin
er góður nokk, men hann
heldur ikki í praksis«.
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen
skrivaði omanfyristandandi
á vangamynd síni á Facebook
tann 19. desember. Hann sig
ur sjálvur, at umboð fyri
Huxa, har hann er skrivari,
vendu sær til hansara og
vildu hava hann at strika
viðmerkingarnar. Sambært
sær sjálvum, so gloymdi
Jóhan Eli at gera tað. Ikki
fyrr enn 3. januar, tað vil siga
15 dagar eftir, at ófantaligu
reglurnar vórðu skrivaðar
av fyrstan tíð og Miðlahúsið
setti seg í samband við Jóhan
Eli, strikaði hann viðmerk
ingarnar.
Huxa ger einki
POLITIKKUR Tað fær ongar avleiðingar fyri skrivaran hjá
Huxa, at hann hevur skírt muslimar at vera svín og sigur,
at demokratiið ikki riggar. - Hatta má standa fyri hansara
egnu rokning, tí hatta er ikki fatanin hjá Huxa, sigur Rói B.
Poulsen, formaður, sum kortini einki fer at gera við málið
- Eg fari ikki at gera meg til harra yvir, hvat onnur halda.
Hatta er ikki hugsanin hjá Huxa, sigur Rói B. Poulsen
»Muslimar eru
nøkur svín«
POLITIKKUR Útsagnirnar »hasir helvitis muslimarnir« og »hasi svínini« sluppu at standa á vegginum hjá
skrivara Fólkafloksins í góðar tvær vikur, áðrenn hann strikaði tað og viðgekk, at hann var farin út um mark
»Trúarfræli er vekk longu nú,
við at man valdi trúarfrælsi.
Hasir helvitis muslimarnir
geva ikki dønum loyvi at
vera trúgvandi. Kemur
man inn í eitt annað land
at vera, so má man fylgja
teirra normum og lógum,
men tað hava hasi svínini
ikki gjørt, skrivaði Jóhan
Eli Lyngvej Poulsen