Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Rólant Waag Dam Sjálvur leggur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen dent á, at tað er sum privatpersónur, at hann hevur skrivað og síðani úttalað seg um málið, sum hevur elvt til eitt sindur av kjakið. Tað var tann 19. desember, at Jóhan Eli Lyngvej Poulsen viðgjørdi islam, talu- og trúarfrælsi á sínari vangamynd á Face­ book. Hann hevði lagt eina grein ­um, at Angola forbjóðar islam og sigur í viðmerking til leinkjuna, at hann vónar, at Danmark verður næsta landið, sum ger tað sama. Aðrastaðni á hesum síðum sæst, hvat Jóhan Eli Lyngvej Poulsen hevur skrivað. Hann var óguvliga hvass­orð­að­ur, kallaði fyri »svín« og segði, at talu- og trúar­frælsi ikki riggar í praksis. - Hatta varð skrivað í eini heitari løtu, men tað er ógvu­ liga vánaligur kjaksigur at siga so, ásannaði Jóhan Eli Lyng­vej Poulsen síðani í sam­ røðu við in.fo. Hann segði eisini, at ung­ mannafelag Fólka­flok­sins, har hann er skrivari, hevur vent sær til hansara, tí tey ikki hildu hansara skriving vera hóskandi. - Tey spurdu, um eg ikki kundi strika mínar við­ merkingar, men tað havi eg gloymt at gera, greiddi Jóhan Eli Lyngvej Pousen frá, sum henda saman fríggja­dag, tann 3. desember, slett­aði leinkju­na og við­merk­ing­ar­ nar til hana. Hann helt kortini fast um, at talu- og trúarfrælsi, sum er ein av hornasteinunum undir demokratisku skipan­ ini, sum vit kenna í vestur­ heimi­num, ikki riggar. - Tann mest ódemo­krat­ iska skipanin, sum vit ken­ na, er demokratiið, tí vit síggja so nógv dømi um, at smáir minnilutar kúga meiri­ lutan. Teir lata seg koma í martyrstøður, sum teir ongan­tíð kunnu tapa, gjørdi Jóhan Eli Lyngvej Poulsen greitt. Rólant Waag Dam Unga Tjóðveldið heldur ikki, at útsagnirnar hjá Jóhan Eli Lyngvej Poulsen eru nakað, sum sømir seg fyri ein skrivara hjá einum ung­manna­felag. Hetta hóast Jóhan Eli sjálvur legg­ur dent á, at tað er sum privatpersónur, at hann hevur gjørt við­ merk­ing­ar­nar, sum eru at síggja aðrastaðni á hesum síð­u­m. - Um tú velur at nýta títt persónliga talufrælsi á slíkan hátt, at tú niður- og fremmandagerð ein heil­an trúarbólk, næstan eitt heilt fólkaslag, so mást vera greiður yvir, at hetta kann fáa avleiðingar fyri teg. Vit kunnu ikki øll tíggja okkum sum okk­ um lystir, og nýta okk­ara persónliga frælsi sum umbering, tá ið vit trað­ka onnur á tærnar, skriv­ar Tór Marni Weihe, lim­ur í Unga Tjóðveldið, mill­um annað í skrivi sent miðlu­ num. - Slíkar útsøgnir ger­ ast tíverri alsamt meiri og meiri vanligar og góð­tik­n­ar í kjakinum um til­flyt­ar­ar, immigra­ tións­poli­tikk og islam í vestur­heimi­num. Men Huxa eig­ur sum politiskt un­g­man­na­felag, ið er grund­að á fólka­ræðis­ ligu grund­súl­ur­nar, at taka frástøðu frá slíkum seg­reger­andi hugsun­ar­ hátti, ið fær hvassorðaða apartheid-retorikkin í Suður­afrika at renna ein­ um til hugs. Og felagið eig­ ur sjálvsagt eisini at tala at útsagnunum hjá Jóhan Eli og gera greitt, at tílíkur hugsunarháttur ikki søm­ir seg í einum demo­ krat­isk­um, tollyntum og fræls­um samfelag, sum okk­ara nú einaferð er, skriv­ar Unga Tjóðveldið eisi­ni, áðrenn tey gera greitt: - Vit mugu øll í felag sláa manngarð um demo­ krat­isku virðini í sam­ felag­num, tí at sum vit ferð eftir ferð fáa staðfest, so eru tey, tíverri, ongin sjálv­fylgja. Vandamikil retorikkur POLITIKKUR Vit mugu verja demokratisku virðini í samfelagnum, og Huxa eigur at umbera og taka frástøðu frá hvassorðaða retorikkinum hjá Jóhan Eli Lyngvej Poulsen. Tað sigur Unga Tjóðveldið - Slíkar útsøgnir gerast tíverri alsamt meiri og meiri vanligar og góðtiknar í kjakinum, sigur Tór Marni Weihe Stórt spurnartekin við demokratiið POLITIKKUR Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, sum er skrivari hjá Huxa, setir stórt spurnartekin við, um demokratiið riggar. Sambært honum er talan um eina ódemokratiska skipan, sum ikki riggar í veruleikanum - Hatta varð skrivað í eini heitari løtu, men tað er ógvuliga vánaligur kjaksigur at siga so, sigur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen Jørgen rennur undan Vit hava í tveir dagar roynt at fingið eina viðmerking frá for­ manni­num í Fólka­ flokki­num. Jørgen Nicla­sen hevur havt stundir til at viðmerkja onn­ur mál, men júst hetta mál­ið, hevur hann av onkr­ari orsøk ikki havt stundir at við­ merk­ja.