týsdagur 7. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
– Jú, eg eri errin av sending
ini, av arbeiðinum, ambitión
unum og vavinum av send
ingini. At mann tordi at
droyma og vildi nakað stórt,
hóast umstøðurnar ikki vóru
tær bestu.
Soleiðis sigur 38 ára gamli
Høgni í Jákupsstovu, sum í
skjótt 10 ár hevur starvast
á tíðindadeildini í sjónvarp
inum. Annað árið á rað var
hann samskipari av stóru
nýggjárssendingini,
sum
bleiv send í seks tímar bein
leiðis av Hotel Føroyum
nýggjársaftan.
Sendingin gekk ikki uttan
trupulleikar, og nógv fólk
hava funnist at tí, sum fór
fram á skíggjanum hetta
kvøldið.
– Sendingin bleiv ikki so
góð, sum hon átti at verið, og
høvuðsorsøkin er ljóðfeilir.
Harafturat vóru vit óheppin
við ymsum, sum gjørdi, at
tað bleiv nakað av órógvi í
sendingini. Tað er sjálvandi
harmiligt. Kanska áttu vit at
spælt tryggari og ikki viljað
so nógv, sigur Høgni í Jákups
stovu.
Arbeiddu undir trýsti
Hóast
fyrireikararnir
av
nýggjárssendingini
sendu
eina umbøn til Kringvarpið
um at gera sendingina um
leið tríggjar mánaðir áðrenn
ársins seinasta dag, fóru fyri
reikingarnar ikki í gongd fyrr
enn beint áðrenn jólaaftan.
– Vit kundu ikki fara av
álvara í gongd fyrr enn tá, tí
Kringvarpið hevði ilt við at
taka avgerð um sendingina.
Tað darvaði sjálvandi fyri
reikingararbeiðinum, tí eitt
nú vit vistu ikki endaliga
vavið á sendingini og kundu
heldur ikki gera bindandi
samstarvsavtalur,
greiðir
Høgni í Jákupsstovu frá.
Hann leggur tó dent á,
at tað ikki skal fatast sum
ein umbering fyri feilirnar
í sendingini, men vísir á,
at tað hevði eina ávirkan á
fyrireikingarnar og endaliga
úrslitið.
– Vit vistu ikki, hvat vit
høvdu at arbeiða við fyrr
enn í seinastu løtu. Til eina
so stóra sjónvarpssending
sum hesa, skalt tú brúka
eitt ávíst tal av fólki, tú mást
hava sponsorar, avtalur skulu
gerast, útgerð skal leigast og
so framvegis. Av tí at endalig
avgerð um sendingina ikki
bleiv tikin fyrr enn langt
út í desember mánað, bleiv
alt okkara arbeiði ógvuliga
pressað, og tað var ein
trupulleiki, sigur Høgni í
Jákupsstovu.
Hann vísir á, at tað er
ógvuliga torgreitt at gera
eina
sjónvarpssending
í
hesi støddini, tí hon krevur
nógv meir, enn hvat fólk ofta
halda.
– Sjónvarp er lumpisligt.
Tá tað sær lættast út, tá er
tað ofta torførast, og tað er
júst hetta, sum ger sjónvarps
framleiðsu avbjóðandi og til
tíðir eisini trupla, staðfestir
Høgni í Jákupsstovu.
Nógv gekk galið
Teir seks tímarnar, sendingin
vardi, vóru tað fleiri ting, ið
ikki gingu eftir ætlan. Sam
bært Høgna í Jákupsstovu
var talan partvís um feilir,
tey høvdu kunnað vart seg
fyri, men eisini hendi ymiskt,
sum
fyrireikararnir
ikki
høvdu nakað við at gera.
– Sendingin er fyrst og
fremst skemmað av ljóð
feilum, og tann parturin
av arbeiðinum kundi verið
gjørdur annarleiðis. Men
viðvíkjandi innsløgunum á
Glaðsheyggi og úr Klaksvík
har vóru vit bara óheppin.
Onkur hevði gjørt herverk
og klipt ein ljóðkaðal á
Glaðsheyggi, og ikki fyrr enn
fimm minuttir áðrenn vit
skulu senda haðani, fáa vit
tey boðini. Í Klaksvík varð
avgerð tikin um at flyta til
takið innandura, og tað bleiv
avgjørt fáar minuttir áðrenn,
tað innslagið skuldi vera, sig
ur Høgni í Jákupsstovu, sum
vísir á, at tey kundu verið
meira tilvitað um at tikið
hædd fyri hesum tingunum
undir fyrireikingunum.
– Tað kundu vit gjørt í ein
ávísan mun, men tá stórar
broytingar fara fram, sum
vit ikki kunnu stýra, beint
áðrenn vit skulu vera á, tá er
ikki altíð so nógv at gera, og
tá kunnu feilir stinga seg upp,
greiðir Høgni í Jákupsstovu
frá.
Sæð í bakspeglinum dugir
hann tó væl at síggja, at nógv
kundi verið gjørt øðrvísi.
– Í tilgongdini at gera
eina slíka sending tekur tú
fleiri hundrað avgerðir alla
tíðina. Eg fari ikki at siga, júst
hvørjar avgerðir vóru skeivar,
men kanska vit kundu spælt
eitt sindur tryggari og ikki
verið so nógv staðni. Møgu
liga kundi tað verið ein
fyrimunur, heldur Høgni í
Jákupsstovu fyri.
– Tað, sum var feilurin hjá okkum, var, at vit vildu ov nógv, í mun til hvat
vit megnaðu við teimum arbeiðsumstøðunum, vit høvdu. Hóast sendingin
hevði feilir, eri eg errin av henni og øllum tí arbeiði, ið liggur aftan fyri
eina so stóra sjónvarpssending. Tað sigur Høgni í Jákupsstovu, sum
samskipaði nýggjárssendingina, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum
Vit vildu
ov nógv
– Tað hevur als einki við sendingina at gera, tí
avgerðina um at steðga í Kringvarpinum hevði
eg tikið langt áðrenn, sigur Høgni í Jákupsstovu
Mynd: Álvur Haraldsen