týsdagur 7. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Góð vøra við
óhepnum villum
Hóast sendingin fyri hyggjar
arnar stundum kundi tykjast
heldur kaotisk, var tað ikki
ein kensla, sum samskiparin
hevði, meðan sendingin fór
fram.
– Nú var eg á skíggjanum
fleiri ferðir, og tá fært tú ikki
eina heildarfatan á sama
máta sum hyggjarin, men eg
hevði ikki eina kenslu av, at
tað var kaotiskt upp á sama
máta, sum tað hevur víst seg
at hava verið, sigur Høgni í
Jákupsstovu og heldur fram:
– Tá sendingin var liðug,
sat eg eftir við eini kenslu
av, at vit høvdu gjørt eina
góða sending, altso vit høvdu
eina góða vøru, sum tíverri
bleiv skemmað av óhepnum
villum, sigur Høgni í Jákups
stovu.
Hann var tó alt fyri eitt
greiðir yvir, at teir feilirnir,
sum høvdu verið í sendingini,
vóru feilir, sum fáa fólk at
ilskast.
– Eg havi verið so leingi
í hesum yrkinum, at eg
visti alt fyri eitt, at hetta
eru villur, sum ávirka fólk
so mikið nógv, at tey verða
óð. Samstundis veit eg, at
til dømis allar tær neiligu
viðmerkingarnar á eitt nú
Facebook kann eg ikki brúka
til nakað sum helst, og tær
eftirmetingarnar sum fólk
hava gjørt sær har, hava vit
ikki brúkt til nakað, greiðir
Høgni í Jákupsstovu frá.
Sjálvur hugdi hann eftir
einum parti av sendingini
dagin eftir.
– Tá var hon fín, men tað
vil altíð so vera, at í eini send
ing, sum er so long, eru onkrir
feilir, sigur hann og leggur
afturat, at tað, at sendingin
fekk so nógva umrøðu dagar
nar frammanundan, hevur
eisini gjørt, at tað samanum
tikið hevur verið stórt fokus
á sendingini, sigur hann.
– Eg haldi als ikki, at sumt
av tíðindadekninginum um
hesa sendingina bleiv lýst,
soleiðis sum tað átti. Tað fór
at snúgva seg um so nógv
annað enn tað, sendingini
av fyrstan tíð snúi seg um
– at gera gott sjónvarp á
nýggjárinum, sigur Høgni
í Jákupsstovu, sum ikki vil
koma inn á, hvørja ávirkan
sendingin møguliga hevur
havt á trúðvirðið hjá Kring
varpinum.
– Tað er ein spurningur,
sum Kringvarpið sjálvt má
svara fyri. Vit gjørdu bara
eina nýggjárssending, har vit
so at siga læstu allan tíðinda
flutning í ein kassa fyri at
halda tingini atskild. Har lá
einki annað aftanfyri enn at
framleiða gott sjónvarp.
Hevur sagt upp
Mánadagin kom fram, at
Høgni í Jákupsstovu hevur
sagt seg úr starvinum í Kring
varpinum. Hann avvísir tó,
at orsøkin skal finnast í
nýggjárssendingini.
– Tað hevur als einki við
sendingina at gera, tí av
gerðina um at steðga í Kring
varpinum hevði eg tikið
langt áðrenn. Orsøkin til at
eg gevist alt fyri eitt er tann,
at eg eri farin í farloyvi fyrr
og veit, at í tíðini aftaná tú
hevur boðað frá, at tú fert
aðrastaðni, fær hvørgin av
pørtunum nakað burturúr.
So tá eg visti, at tað bar til,
at eg steðgaði alt fyri eitt, so
valdi eg at gera tað, forklárar
Høgni í Jákupsstovu og er
skjótur at leggja afturat:
– Tað hevði verið tápuligt,
um eg hevði sagt upp bara
orsakað av eini sending,
um alt annað var gott. Upp
søgnin hevur nakað at gera
við
arbeiðsumstøðurnar
í Kringvarpinum, og har
afturat havi eg hug til at
royna okkurt nýtt og brúka
teir førleikarnar, eg havi frá
tíðini í Kringvarpinum, sigur
Høgni í Jákupsstovu, sum tó
ikki ætlar sær at sita hendur
í favn.
– Fyrst og fremst fari eg
at taka mær tíð til at byggja
mína egnu samskiftisfyritøku
upp, og tað eri eg longu farin
í gongd við. Harafturat gleði
eg meg bara til at fáa tíð við
vanlig geramál, so sum at
taka mær meira av børnunum
og koma heim klokkan 16
heldur enn klokkan 20. Eisini
fari eg nú undir at gera HD-
útbúgvingina lidna, sigur
Høgni í Jákupsstovu.
rannva@sosialrin.fo
Tá sendingin var
liðug, sat eg eftir við eini
kenslu av, at vit høvdu
gjørt eina góða sending