Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Javnaðarflokkurin vrakar sítt egna pensjónsuppskot Javnaðarflokkurin hevur kúvent í málinum um pensjónir og roynir nú av øllum alvi at látast sum um at flokkurin als ikki kennir sítt egna barn. Helgi Abrahamsen løgtingsmaður ”Pensjónir á vegamóti,” er heit­ið á eini langari grein, sum løgtingsfólkini Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam, skrivaðu undan jól­ um. Í greinini viðgera tey pen­sjóns­málið og siga, at enda­málið við greinini er at leggja upp til framhaldandi kjak um pensjónirnar. Ein skal tó ikki hava lisið leingi fyri at finna útav, at veruliga endamálið við greinini er ikki at leggja upp til kjak, men heldur at frásiga sær sjálv­um alla ábyrgd av upp­ skot­inum um nýskipanir á pen­sjónsøkinum. Renna undan sær sjálvum ”Nú samgongan ætlar at av­taka fólkapensjónina...”, ”Sam­gongan krevur at øll rinda 15 prosent av lønini...” og ”Eftir at sam­gongan hevur sett pen­sjóns­økið í vanda...” Hesir og aðrir setningar úr greinini vísa týðiliga, hvussu upptikin Aksel V. Johanne­ sen og Rigmor Dam eru av at undirstrika, at teirra flokkur eigur einki í ætlanini um at løntakarar skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Tað er samgongan, sum eigur barnið sambært teimum. Men líkamikið hvussu ofta tey siga hetta, so broytir tað tó ikki tann veruleikan, at tað hevur verið arbeitt í nógv ár við nýggju pensjónsskipanini, og at Javnaðarflokkurin hev­ ur spælt ein týðandi leiklut í hesum arbeiðinum. Jóannes Eidesgaard leiddi arbeiðið Undir yvirskriftini ”Sam­ gong­an: Hvør sætir sær!” skriva Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam soleiðis: ”Nú allir løntakarar skulu tvingast at rinda 15 prosent til egna eftirløn, brýtur samgongan bæði meginregluna um sam­ haldsfasta fólkapensjón og sosialu kontraktina, sum eyð­kenna norðurlendsku væl­ferðar­samfeløgini.” Til hetta er at siga, at tað at spara upp til egna eftirløn er ikki nakað sum verandi samgonga hevur uppfunnið. Eg var sjálvur partur av einum pensjónsbólki í seinasta val­ skeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, for­ manni Javnaðarfloksins, ar­beiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fak­feløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 prosent av øllum løntakarum í Føroyum høvdu eina tílíka uppsparing longu áðr­enn lógin um bundna saman- sparing varð sett í gildi. Tí kann tað undra, at tveir løgtingslimir úr Javn­að­ar­ flokk­inum nú vísa til hesa upp­sparingina og siga, at sam­gongan vil, at ”hvør skal sæta sær”, meðan Javnaðar­ flokkurin vil ”felagsskap fram um sjálvsøkni.” Aksel V. Johannesen legði uppskotini fyri tingið Pensjónsnýskipanin sum ar­ beitt varð við í farna valskeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tað sum kann tykjast rættiliga løgið er, at av tí at Jóannes Eidesgaard var farin úr politikki, tá uppskotini vórðu løgd fram, var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum saman við Rósu Samuelsen, legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. Hetta varð í mars 2011. Í viðmerkingunum til upp­skotini skrivaðu Aksel V. Johannesen og Rósa Sam­ uelsen millum annað soleiðis um pensjónsný­skipanina: • Øll, sum eru knýtt til ar­ beiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna eftirlønarsamansparing. • Samansparingin er per­ són­lig. • Bundna eftir­lønar­sam­an­ sparingin ger tað møgu­ ligt at minka um út­reiðsl­ urnar til fólkapensjón. • Í framtíðini verður mót­ rokn­að í allari fólka­pen­ sjón­ini. • Uppskotið til pensjóns­ ný­skipan, sum við hesum verður lagt fyri Løgtingið, fer at minka um vøksturin í eldraútreiðslunum við umleið 50%. Vøksturin verður framvegis stórur og neyðugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi árum. Eisini varð boðað frá í við­ merk­ingunum til upp­skot­ ini, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjóns­ aldrin. Hetta skrivaði sami Aksel V. Johannesen, sum nú skri­ var • at samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av løn­ini til sína egnu per­ són­ligu pensjón, • at hetta nívir meinast hjá lágløntum, sum ikki hava megnað at spara nakað upp higartil • og at hetta merkir, at stætta­munurin og ójavnin í samfelagnum økist. Eisini ávarar hann um, at nýggja pensjónsskipanin verð­ur um­sitingarliga fløkt og kostnaðar­mikil og at per­ són­liga eftirlønin og onn­ur inntøka fara at verða mót­ roknað í allari fólka­pen­sjón­ ini (júst so sum hann fyri trimum árum síðani skeyt upp at gera). Hugstoytt Eg siti eftir við eini løgnari kenslu, tí tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg sjálvur stuðlaði Jóannesi Eidesgaard allan vegin ígjøgnum í hesum arbeiðinum, tí eg sá og síggi framvegis tað neyðuga í at fáa nýggju pensjónsskipanina setta í verk. Tí kennist tað hugstoytt at síggja hansara floksfelagar nú royna at vinna sær politiskan vinning við at taka frástøðu frá teirra (ella lat meg heldur kalla tað okkara) egna barni. Vit hava arbeitt saman um hesa skipanina í nógv ár. Zakarias Wang Í Sveis er tann regla, at um 100.000 fólk vilja hava eitt mál til fólkaatkvøðu, verður hetta eftirlíkað. Enn meir løgið fyri okkum er at hoyra, at har er tað soleiðis, at tað, sum fær meiriluta á fólka­ atkvøðuni, er bindandi fyri lóggávutingið. Hetta er uttan mun til hvussu stór­ur meirilutin er. Har ger held­ur ongan mun hvussu stór lut­ tøkan er, ella hvussu nógvar atkvøður eru blankar og ógild­ugar. Tað er ofta, at sveisiskir ting­menn eru illir um fólka­ atkvøðurnar. Teir royna at taka til orðanna ímóti tí uppskoti, sum er framkomið, og ofta vinna teir, so upp­ skotið fellur. Nú verður ein fólka­at­ kvøða aftur í Sveis. Tað, sum har er skotið upp, er at allir borgarar skulu fáa útgoldið eina ávísa upphædd á hvørj­um ári. Upphæddin er saman­borið við okkara viður­skifti nakað størri enn minsta­upp­hæddin sum fólka­pensiónistar her fáa útgoldið. Upphæddin skal vera so stór, at tað so dánt skal bera til at liva av henni. Tað sum er øðrvísi í mun til okkara fólka­pen­sións­ skipan er, at eftir hesum upp­skoti fáa øll hetta út­ goldið. Forsprákarnir siga, at á henda hátt slepst und­ an at arbeiða við einum hópi av ymsum skipanum. Tað verður óneyðugt við ar­beiðsloysisskipanini, út­ búgvingarstuðli, avlamis­ rentu og øllum møguligum skipanum, sum í løtuni kosta almikið í rakstri. Tey sum finnast at upp­ skotinum siga, at tað fer at gera at ov fá fara at tíma at arbeiða. Hví skal nakar ar­ beiða tá pengar verða fluttir inn á kontuna uttan at tey lyfta hond frá síðu? Stuðlarnir av upp­skot­ inum siga, at útgoldna upp­ hæddin er so lág, at tey allarflestu vilja arbeiða fyri at fáa meir inntøku. Ætlanin er, at grundupphæddin er skattafrí. Tann sum arbeiðir, fær sína løn, men av hesi løn skal skattur gjaldast. Óbeinleiðis skattur á nýtslu av góðum – vørum og tæn­ astum – verður sjálvandi eisini goldin av teimum, sum bert fáa føstu upphæddina útgoldna, men arbeiða tey, verður meir goldið til tað almenna. Óvist er sjálvandi, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni fer at verða, men fyri okkum føroyingar er tað áhugavert at henda skipan er av sama slag sum vit høvdu fyrr í tíðini í bygdum okkara, har tey sum framleiddu skuldu gjalda hald til tey sum høvdu lagt frá sær. Hetta verð­ ur lýst í eini grein í síðsta hefti av Varðanum, har eis­ ini verður víst á, at henda skipan er skotin upp av Milton Friedmann, fremsta konservativa filosoffinum í okkara tíð. Hetta kundi bent á, at tað kanska ikki hevði verið heilt burturvið at vit royndu at seta hetta sveisiska hugskot í verk. Sveis vísir veg