týsdagur 7. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jóannes Hansen
Tað er stórur munur á,
hvussu 2013 royndist í skatti
í teimum 30 kommununum.
Fyribils tølini frá TAKS siga,
at
størstu
framgongdina
í krónum átti Klaksvíkar
kommuna, har skattainn
tøkan í fjør var 6,1 millión
størri, enn hon var í 2012,
og at størsta afturgongdin
í krónum var í Tórshavnar
kommunu, har tað runnu
17,5 milliónir minni niður í
kommunukassan í skatti.
Lutfalsliga vaks skatta
inntøkan mest í Skúvoyar
kommunu, har skattainntøk
an var meiri enn 30 prosent
størri, enn hon var í 2012.
Eisini í Húsa og Viðareiðis
kommunum vaks skatta
inntøkan rættuliga nógv.
Lutfalsliga
minkaði
skattainntøkan
í
níggju
kommunum við meiri enn
einum prosenti. Størsta pro
sentvísa afturgongdin var í
Hovs kommunu. Av miðal
stóru
kommununum
var
afturgongdin størst í Eiðis
kommunu, Sands kommunu
og Hvalbiar kommunu.
Framgongdin
Samantalt fyri allar seks
kommunurnar
í
Norð
oyggjum royndist 2013 væl
í skattainntøku. Í alt fingu
kommunurnar
stívliga
6,7
milliónir meiri inn í skatti
í 2013, enn tær fingu í 2012.
Framgongdin
í
Klaksvík
vigar nógv, men merkisvert
er, hvussu stóra lutfalsliga
framgongd Húsa og Viðareiðis
kommunur høvdu.
Eisini tær báðar kommun
urnar í Vágum fingu meiri inn
í skatti í fjør, enn tær fingu
árið
frammanundan.
Til
saman var meirinntøkan hjá
Vága og Sørvágs kommunum
4,05 milliónir krónur. Kvívík
ar og Vestmanna kommunur
høvdu eisini størri skatta
inntøku í fjør enn í fyrraárið.
Samlaða meiri inntøkan hjá
granna kommununum vest
ast í Streymoy vóru 1,4 millión
krónur.
Samantalt vaks skatta
inntøkan í Suðuroy við 4,0
milliónum í fjør. Størsti
vøksturin var á Tvøroyri,
har tað runnu stívliga 3,4
milliónir meiri niður í kass
an. Eitt sindur misjavnt
hilnaðist tað hjá teimum
sjey syðstu kommununum. Í
Sumba var framgongdin stór,
meðan tað í Hovi og Porkeri
var talan um lutfalsliga stóra
afturgongd.
Í Eysturoy – íroknað
Sunda kommunu sum eisini
er í Streymoy – var skatta
inntøkan
samantalt
2,5
milliónir hægri í 2013 enn
í 2012. Størsti vøksturin
var í Fuglafirði og í Sunda
kommunum, har ávikavíst
meiri enn tvær milliónir og
1,1 millión meiri vórðu rind
aðar í kommunuskatti.
Størsta afturgongdin var
í Eiðis kommunu. Har var
skattainntøkan 1,1 millión
minni enn í 2012. Ein partur
av frágreiðingini var, at
skattaprosentið var lægri í
2013 enn í 2013.
Í Sjóvar og Runavíkar
kommunum
var
talan
um lítlan vøkstur, meðan
Nes kommuna og Eystur
kommuna
fingu
umleið
tað inn í skatti, sum tað
frammanundan varð roknað
við.
Misjavnt
Í krónum var afturgongdin
nógv størst í høvuðsstaðar
kommununi.
Ein
partur
av orsøkini til, at skatta
inntøkan var 17,5 milliónir
minni, var, at skattaprosentið
var lægri enn undanfarna
árið.
Í Sandoy var tað rættuliga
misjavnt,
hvussu
tað
royndist í skatti. Samantalt
fyri tær fýra kommunurnar í
Sandoy og Skúvoyar kommu
nu var talan um eina minni
inntøku upp á eina hálva
millión.
Heima á Sandi minkaði
skattainntøkan 887 túsund
krónur og í Skopun góðar
120 túsund krónur. Í Skála
víkar kommunu var skatta
inntøkan tann sama, meðan
skattainntøkan
bæði
í
Húsavíkar
og
Skúvoyar
kommunum royndist væl
betri í 2013 enn í 2012.
Ymsar orsøkir
Sum tað sæst á talvuni, so
var
skattaprosentið
ikki
tað sama í øllum kommun
unum í 2012 og 2013. Í t. d.
Tórshavnar kommunu og
Eiðis kommunu var skatta
prosentið lægri í 2013, og í
fíggjarætlanini fyri 2013 varð
lagt upp fyri, at lægri skatta
prosent fór at bera við sær
lægri inntøkur. Felags fyri
bæði Eiði og Tórshavn er
tó, at inntøkurnar minkaðu
meiri, enn lækkingin í skatta
prosentinum er orsøk til.
Í øðrum kommunum var
skattaprosentið hægri í 2013
enn í 2012. Orsøkin var, at
kommunurnar við hækk
ingini vónaðu, at tað skuldi
eydnast at geva rúm fyri
kostnaðarmiklum
íløgum.
Hetta er t. d. galdandi á
Viðareiði og í Vága kommu
num, har tey hava bygt og
eru í holtur við at byggja
nýggjan skúla.
Aðrar orsøkir til at skatta
inntøkan er broytt kunnu
vera, at talið á skattaborgar
um er lægri ella hægri,
enn tað var¸og so er tað
sjálvandi, hvussu virksemið
og
harvið
inntøkurnar
hava
verið.
Í
summum
kommunum er talan um
stórar broytingar. Eitt nú
í Hvannasunds kommunu
vuksu inntøkurnar og harvið
skattainntøkan nógv frá 2011
og fram til 2012. Í fjør mink
aði skattainntøkan í Hvanna
sunds kommunu aftur á
støðið, sum hon var í 2011.
Stór sveiggj í inntøkunum
Skúvoy eigur lutfalsliga størstu meirinntøkuna, Klaksvík
størstu meirinntøkuna í krónum, Havnin eigur størstu
minniinntøkuna, og Hov lutfalsliga størstu minniinntøkuna
Fyribils kommunuskattur í 2012 og 2013
Prosent
Prosent
Prosent
Barnafrádráttur
Kommuna:
2012............................2013..........................Munur kr................. Munur %.........2012
2013...........2014............2014
Fugloyar................. 1.332.951...................1.258.979.................-73.972.................. -5,55...............16,00
16,00..........16,00...........10.000
Viðareiðis.............. 7.851.174...................9.065.612.................1.214.438.............. 15,47...............21,20
22,50..........22,50...........4.500
Hvannasunds........ 11.323.128.................10.571.570..............-751.558................ -6,64...............20,50
20,50..........20,50...........5.000
Klaksvíkar............144.754.556..............150.861.165............6.106.609.............. 4,22.................21,75
21,75..........21,50...........4.500
Kunoyar................. 3.463.718...................3.371.107.................-92.611.................. -2,67...............18,00
18,00..........19,50...........6.000
Húsa........................ 1.169.798...................1.469.673.................299.875................. 25,63...............20,00
20,00..........18,00...........6.000
Fuglafjarðar.......... 45.110.024.................47.157.944..............2.047.920.............. 4,54.................21,50
21,50..........21,50...........5.500
Eystur...................63.387.408.................63.390.395..............2.987...................... 0,00.................21,00
21,00..........21,00...........5.000
Nes.......................... 33.132.043.................33.193.162..............61.119.................... 0,18.................20,50
20,50..........20,50...........5.000
Runavíkar.............. 113.681.348..............113.979.597............298.249................. 0,26.................22,00
22,00..........22,00...........5.000
Sjóar........................ 25.590.104.................25.694.046..............103.942................. 0,41.................21,50
21,50..........22,50...........5.500
Eiðis........................ 19.175.175.................18.082.741..............-1.092.434............ -5,70...............21,00
20,75..........20,75...........7.500
Sunda...................... 46.874.660.................47.973.867..............1.099.207.............. 2,34.................21,50
21,50..........21,50...........5.000
Kvívíkar................. 17.578.527.................17.882.493..............303.966................. 1,73.................21,00
21,00..........21,00...........4.000
Vestmanna............ 33.844.248.................34.944.802..............1.100.554.............. 3,25.................23,00
23,00..........23,00...........4.000
Vága........................ 56.561.018.................59.143.826..............2.582.808.............. 4,57.................22,50
23,00..........23,00...........4.500
Sørvágs.................. 31.484.003.................32.956.166..............1.472.163.............. 4,68.................21,00
21,00..........21,00...........4.000
Sands...................... 13.094.291.................12.207.189..............-887.102................ -6,77...............23,50
23,50..........23,50...........6.000
Skopunar............... 11.950.608.................11.824.093..............-126.515................ -1,06...............23,50
23,50..........23,50...........6.000
Skálavíkar............. 4.022.865...................4.020.465.................-2.400.................... -0,06...............21,00
21,00..........22,00...........5.500
Húsavíkar.............. 3.009.988...................3.137.889.................127.901................. 4,25.................21,00
21,00..........21,00...........5.000
Skúvoyar..............884.627.......................1.158.184.................273.557................. 30,92...............16,00
16,00..........16,00...........3.000
Hvalbiar................. 17.938.876.................17.896.097..............-42.779.................. -0,24...............20,00
20,00..........20,00...........5.000
Tvøroyrar............... 50.301.499.................53.728.324..............3.426.825.............. 6,81.................23,50
23,50..........23,50...........5.000
Fámjins................... 2.586.632...................2.753.342.................166.710................. 6,45.................19,00
19,00..........19,00...........6.000
Hovs........................ 3.484.208...................3.150.315.................-333.893................ -9,58...............20,50
20,00..........20,00...........6.000
Porkeris................. 8.358.696...................8.087.471.................-271.225................ -3,24...............21,00
21,00..........21,00...........6.500
Vágs........................ 35.797.333.................36.143.775..............346.442................. 0,97.................23,25
23,25..........23,50...........4.000
Sumbiar.................. 8.140.425...................8.837.533.................697.108................. 8,56.................20,00
20,00..........20,00...........6.000
Tórshavnar............ 617.325.943..............599.864.117............-17.461.826.......... -2,83...............20,75
20,25..........20,25...........8.000
1.433.209.874........1.433.805.939......596.065...............0,04
Landsskattur
1.230.706.285
1.255.822.821
25.116.536
2,04
Kirkjuskattur
38.400.917
39.576.203
1.175.286
3,06
Eftirlønarsk.
213.188.121
234.993.777
21.805.656
10,23
Størstu meirinntøkuna.....
Klaksvíkar...................................... 6.106.609
Tvøroyrar....................................... 3.426.825
Vága............................................... 2.582.808
Fuglafjarðar.................................. 2.047.920
Sørvágs.......................................... 1.472.363
Viðareiðis....................................... 1.214.438
Vestmanna.................................... 1.100.554
Sunda............................................. 1.099.207
Størstu minniinntøkuna...
Tórshavnar..................................... -17.461.826
Eiðis................................................ -1.092.434
Sands............................................. -887.102
Hvannasunds................................ -751.558
Hovs............................................... -333.893
Porkeris.......................................... -271.225
Størstu meiriinntøkuna í %
Skúvoyar........................................ 30,92
Húsa............................................... 25,63
Viðareiðis....................................... 15,47
Sumbiar......................................... 8,56
Tvøroyri.......................................... 6,81
Fámjins.......................................... 6,45
Størstu minniinntøkuna í %
Hovs............................................... 9,58
Sands............................................. 6,77
Hvannasunds................................ 6,64
Eiðis................................................ 5,70
Fugloyar......................................... 5,55
Porkeris.......................................... 3,24
Hægst skattaprosent........
Sands............................................. 23,50
Skopunar....................................... 23,50
Tvøroyrar....................................... 23,50
Vestmanna.................................... 23,00
Vágs............................................... 23,25
Vága............................................... 22,50
Lægst skattaprosent.........
Fugloyar......................................... 16,00
Skúvoyar........................................ 16,00
Kunoyar......................................... 18,00
Fámjins.......................................... 19,00
Húsa............................................... 20,00
Hvalbiar......................................... 20,00
Sumbiar......................................... 20,00