Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen »Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at av­ taka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta tær, og eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjal­dast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann part­urin, sum er fíggjaður við láni.«. Soleiðis svaraði Kaj Leo Holm Johannesen Poul Michel­sen í skrivligum fyri­ spurningi. Og hesum stendur løg­ maður við. Lógarinnar bókstavur sigur, at talan bæði er um íløguna hjá landsstýrinum og lántøkuna. Spurdur, um hann fór at taka stig til at gera broyt­ ingar soleiðis, at út­veg­ anarkostnaðurin bert um­ fat­ar lánini, sigur løg­mað­ur soleiðis: – Tað er ikki tað fyrsta, ið liggur fyri. Nú skulu vit fyrst hava spurningin um Skálafjarðarmálið upp á pláss, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur seg skilja politisku fatanina av, at tað var lánið, ið talan var um, tá tunnilin var gjørdur. – Men vit mugu fyrihalda okkum til lógarinnar bók­ stav, og hann sigur, at íløg­ an eisini er umfatað av út­ veganarkostnaðinum, og at gera politiskar broytingar er ikki tað allarfyrsta, ið liggur fyri. Men sjálvandi, er politisk semja um tað, er støðan ein onnur, sigur løgmaður. Og Uni Danielsen, stjóri í tunlunum báðum, er samdur. Skal lógin broytast, má hon fyri løgtingið aftur. Lógin sigur annars einki um, hvussu íløgan skal gjaldast aftur. Men tað er kortini nóg mikið av tíð, tí lániavtalan heldur fram til ultimo 2016, men skal lógin broytast, liggur avgerðin í politisku skipanini, sigur Uni Danielsen. Heldur fast um svarið – Vit mugu hyggja at lógarinnar teksti, og hann sigur, at útveganar kostnaðurin umfatar bæði íløgu og lánstøku, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Áki Bertholdsen Tað fer ikki at verða ókeyp­ is at koyra ígjøgnum undir­ sjóvartunlarnar, hóast teir skjótt eru afturgoldnir. Tað staðfestir Uni Dan­ ielsen, stjóri í tunnils­feløg­ un­um. Sum tað stendur í aðrari grein her á síðunum, verður lánið í Vágatunlinum aftur­ goldið um eitt hálvt ár og lánið í Norðoyatunlinum verð­ur goldið um fimm, seks ár. Annars hevur nógv ver­ ið sagt og skrivað um, at tað skal verða ókeyp­is at koyra ígjøgnum undir­sjóvar­tunlar­ nar, tá ið teir eru útgoldnir. Men Uni Danielsen sigur, at tað verður í hvussu so er ikki fyribils, at bummgjaldið verður avtikið. Hann sigur, at tunlarnir mugu hava inntøkur til ábøtur og røkt og tað kostar einar einar 12-16 milliónir um árið at halda tunlarnar. Tað er bara tað vanliga haldið til pumpuskipan, slit­ ið, ljósi og annað. Men eisini stendur Vágatunnilin fyri stórum ábótum, har hann skal hann asfalterast og tað er eisini ein dýr søga. Hinvegin staðfestir Uni Danielsen tað, sum liggur í politisku kortunum, er, at eisini innskotið hjá landinum skal rindast aftur, áðrenn talan kann verða um at koyra ókeypis. Í lógunum fyri tunlar­ nar stendur, at ”Tá útveg­an­ ar­kostnaðurin er fult aft­ urgoldin, og P/F Vága­tunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ogn­ ar.” Hetta hava summir politik­arar tulka sum at tá ið lániskuldin er afturgoldin, skulu tunlarnir handast land­in­um fyri einki. Hetta spurdi Poul Michel­ sen, tingmaður fyri Fram­ sókn, løgmann um í Løg­ tinginum fyri hálvum ári síðani. Og tá svaraði løgmaður, at eftir lógini skal út­veganar­ kostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggj­ aður við láni. Sostatt skulu tunlarnir eisini rinda innskotið frá land­inum, aftur. Í hesum sambandi nevnir hann, at landið hevur sett 160 milliónir Vágatunnilin og 235 milliónir í Norðoyatunnilin, ella 395 milliónir tilsamans. – Ongin avtala er gjørd við landið um tað enn og tí vita vit ikki um tað skal rindast aft­ur um 20, 30 ella 40 ár, sigur Uni Danielsen. Men vit byrja so ikki upp á at rinda innskotið hjá landskassanum aftur, fyrr­enn tunlarnir eiga at verða útgoldnir eftir láni­ skjøl­unum, altso í 2017 hvat Vága­tunlinum viðvíkur og í 2021, hvat Norðoyatunlinum viðvíkur. – Hóast vit hava goldið av­ dráttirnar aftur nógv skjótari enn ætlað, eru tunlarnir ikki avskrivaðir fyri tað. – Í 2017 er Vágatunnilin avskrivaður niður í 160 milli­ ónir og í 2021, er Norðoya­ tunnilin avskrivaður niður í 235 milliónir, sum eru inn­ skotini hjá landinum. Uni Danielsen sigur, at prísirnir fyri at koyra ígjøg­ num verða altíð hildnir so lágir sum gjørligt og teir eru akkurát lækkaðir nú á nýggj­ árinum. – Í hesum sambandi hev­ ur tað ongan týdning, hvat vit skylda í rentum og av­ dráttum, tí tað er bara ein spurningur um gjaldføri. – Men sjálvandi spara vit fitt í rentum og tað lata vit brúkararnar fáa ágóðan av. – Vit lækkaðu prísin tvær ferðir í fjør og tað er rætti­liga avgerandi fyri okk­ um, at prísurin ikki verður lækkaður so nógv, at vit koma í ta støðu, at vit noyðast at hækka hann aftur. Annars er tað rættiliga bíligt at koyra ígjøgnum tunlarnar, heldur Uni Danielsen. – Við kubba kostar tað 25 krónur at koyra ígjøgnum tunnilin hvørja ferð og verð­ ur eitt árshald roknað um til arbeiðsdagar, kostar tað 17 krónur hvørja ferð. Men í veruleikanum er tað enn bíligari, tí helst verð­ ur onkuntíð koyrt í viku­skift­ un­um eisini. Hóast lánini í undirsjóvartunlunum verða afturgoldin skjótt, verður tað ikki ókeypis at koyra Eingin ókeypis koyring enn á sinni Uni Dan­ielsen, stjóri í tunnils­feløg­un­um Tað, sum liggur í politisku kortunum, er, at eisini innskotið hjá landinum skal rindast aftur, áðrenn talan kann verða um at koyra ókeypis Uni Dan­ielsen, stjóri í tunnils­feløg­un­um Kaj Leo Johannesen, løgmaður