Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ætli at halda upp­ runa avtaluna – Tað lá heilt greitt í kortunum, at tá lánini í undirsjóvartunlunum vóru útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri Leo Poulsen Tað kemur einki krav frá fíggjarmálaráðnum um, at tað framvegis skal kosta at koyra gjøgnum undir­sjóvar­ tunlarnar, tá lánini eru út­ goldin. – Tað var gjørd ein politisk semja um, at tá lánini vórðu útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, og eg gangi bara út frá, at hendan avtalan verð­ur hildin, sigur Jørgen Niclasen. Ætlanin hevur ongatíð ver­ið nøkur onnur. – Vit skulu jú minnast til, at Vágatunnilin upprunaliga varð mettur at kosta 240 milliónir krónur, harav landið skuldi rinda 160 milliónur og brúkarin skuldi rinda 80 milliónir krónur. Nú vísti tað seg, at samlaði kostnaðuri gjørdist 300 milliónir krónur, vísir Jørgen Niclasen. Talan varð framvegis um, at landið skuldi rinda tær 160 milliónir krónurnar. – Hetta merkti so, at brúk­ arin í staðin fyri at rinda 80 milliónir krónur, nú skuldi rinda 140 milliónir. Tí dugi eg ikki at ímynda mær, at brúk­arin framhaldandi skal gjalda, eftir at lánini eru út­ goldin, sigur Jørgen Nicla­ sen. Hann viðgongur tó, at politik­ararnir helst ikki hava givið sær far um, at tað í lógar­tekstinum stendur, at »Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vága­ tunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar«. – Men tað hevur alla tíð­ ina ligið í kortunum, at part­ urin hjá landinum ikki skuldi gjaldast aftur, sigur Jørgen Niclasen. Løgmaður Í fyrispurningi frá Poul Michel­sen til løgmann um júst hendan spurning, svar­ aði løgmaður, at íløgan hjá landinum skuldi gjaldast aft­ ur, áðrenn tað kundi gerast ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar. – Men hetta var nakað, ið løgmaður eftirfylgjandi kom út og rættaði, sigur Jørgen Niclasen. Tað kann tó vera, at gjald­ ast skal nakað út yvir, at lánini eru útgoldin. – Har er eisini talan um viðlíkahald av tunlunum, og tað er greitt, at tað ikki ber til at avhanda teir sum skendsil. Tí er eisini møguligt, at bumm­gjald verður tikið, so neyð­uga viðlíka­haldið kan gerast, so tunl­arnir eru í góð­ um standi, áðrenn teir verða avhendaðir til landið, sigur Jørgen Niclasen. Hann ætlar so ikki at taka stig til, at bummgjaldið heldur fram, eisini eftir at lánini til tunlarnar eru út­ goldin. – Politiskt moralska av­ talan, sum var gjørd við brúk­arar­nar, var, at tá lánini til tunl­ar­nar vórðu út­goldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra ígjøg­num, og ta avtaluna ætli eg mær at halda fast við, sigur Jørgen Nicla­sen, fíggjar­mála­ráð­ harri. Gongur skjótt at rinda skuldina aftur Áki Bertholdsen Tað gongur nógv skjótari enn upprtunaliga ætl­ að at rinda lánini í teim­ um báðum undir­sjóvar­ tunlunum aftur. Uni Danielsen, stjóri í tunn­ils­felagnum, sigur at tey hava goldið lánini aftur nógv skjótari enn tey av røttum skuldu ver­ ið afturgoldin, eftir sátt­ málanum. Hann sigur, at í summ­ ar verður tann sein­asti parturin av lán­inum í Vágatunlinum gold­in og tá er tunnilin útgoldin. – Vit hava goldið 30 milli­ónir meiri í av­drátt­ um, enn vit eiga at rinda eftir láni­skjalinum og tað førir so við sær, at seinasti avdrátturin verð­ur goldin nú í summar, sigur hann. Eftir lániskjalinum skal seinasti avdrátturin í Vága­tunli­num annars rindast í 2017. Eisini lánið í Norð­ oya­tunlinum verður aft­ urgoldið nógv skjót­ari enn ætlað. Eftir lániskjalinum skal sein­asti avdrátturin í Norðoyatunlinum verða goldin í 2021. Men tunnilsfelagið hev­ur goldið 26 milliónir meiri í avdráttum enn tað eigur at gera eftir láni­ skjal­inum. Og tað merkir, at sum tað nú sær út, verður sein­asti avdrátturin í Norð­oya­tunlinum gold­in í 2019. Men gongur tað væl, er als ikki óhugsandi enn lánið verður goldið enn skjótari aftur, leggur tunnilsstjórin afturat. Hann sigur, at tað snýr seg um hjá at seta gjald­ førið hjá tunlunum, har størsta avkastið er. Og í løtuni kann fe­ lagið velja ímillum at hava gjald­førið í bank­anum fyri lítla og ongarentu, ella at rinda lánið niður og spara alla láns­rentuna, sum er 4,5 prosent. – Vit fara ikki í holt við at handla við partabrøvum tí tað er alt ov váði, leggur Uni Danielsen afturat. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri. Politiskt moralska av­talan, sum var gjørd við brúk­ ar­ar­nar, var, at tá lánini til tunl­ar­nar vórðu út­ goldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra ígjøg­num, og ta avtaluna ætli eg mær at halda fast við Jørgen Nicla­sen, fíggjar­mála­ráð­harri