týsdagur 7. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú Oyndarfjørður grætur
“Ongin familja sleppur undan sorg.”
Orðini eigur 82 ára gamla Petrina í
Billustovu. Hon er omma Rana,
sum nú stendur undir børu. Hon
misti mammu sína sum smágenta,
einans fýra ára gomul og hon eigur
tvey yngri systkin. Fía í Langagarði,
sum doyði gomul fyri nøkrum
árum síðani, er omma Jens Paula,
sum vit longu hava fylgt til gravar.
Hon átti fyrsta barnið, sum varð
grivið í nýggja kirkjugarðinum í
Oyndarfirði. Nú er kirkjugarðurin
við at vera fullur.
Vit sita og minnast í kirkjuni stutt
eftir vanlukkuna fjórða jóladag, har
teir báðir ungu vinmenninir koyrdu
í Rættargjógv. Hesa løtuna er Jens
Pauli er funnin og Rani er horvin.
Tað er myrkt og ilsligt uttanfyri.
Kirkjan stendur mitt í gamla kirkju
garðinum, her øll okkara slekt
liggur begrivin. Vit eru umgird
av deyða og vit sita og hugsa um
deyðan. Mamma, eg og kona mín
Poula sita í Hoyriksstovustólinum
sum vanligt og stólurin beint
framman fyri er stólurin hjá teim
um í Langagarði, har Jens Pauli
átti pláss. Tey í Langagarði koma
syrgjandi í kirkjuna ein og ein. Fyrst
Hans Berg og konan. Síðan yngsti
beiggin Fríði og beint frammanfyri
mær mamman Margit og beiggin
Hjalmar. Ein stól longur frammi
situr Jørmund, sum er pápi Jens
Paula. Yvir av okkum sita Rúni
og Eydna, Hanus og Barbara. Tey
hava mist teirra beiggja og son
og vita ikki hvar hann er. Hann er
onkustaðni uttanfyri í kolsvarta
kalda sjónum. Tað er eins og at køva
teirra seinastu vón at kondolera
longu nú, fólk aftra seg og eg skúgvi
tankan burtur, at hann ikki verður
funnin. Nokti at trúgva tí, fyri aftur
at ivast.
Her er ein ísakøld tøgn í kirkjuni,
ein tøgn, sum liggur djúpt aftanfyri
harkini, hostini, snýsini og knirkini
í stólum og teimum gomlu bitunum.
Tøgnin er so bítandi og ørandi, at
sjálvt ikki vælkendu ljóðini frá
urguni fáa køvt hana og heldur ikki
klokkan i torninum. Eg veit ikki
eingang um hon slerdi, men hon
ljómar inni í minum sinni. Tøgnin
køvir eisini lummaturriklæðini,
sum javnan verða borðin upp á
kjálkarnar og inn í eygnakrókarnar,
har sølt vát tár verða turkað. Tár ið
linna. Sjálvt prestur er fáorðaður,
lesur nøkur skriftstøð, ongin præ
dika, vit eru komin í halgidómin
at summa okkum, nú veruleikin
uttanfyri er so ræðuligur, at ongin
rættuliga hevur orð á tí. Og kirkjan
hevur verið karmurin um sorg, so
langt nakar kann minnast og her er
troyst at finna, uttan at eg dugi at
greiða nærri frá hvussu.
Framman fyri okkum sessast
Magdalena í Billustovu og maður
hennara Jákup Martin. Við teimum
kom deyðin fyri fyrstu ferð inn í mítt
lív. Eg var smádrongur, tá ið elsti
sonur teirra Eyðfinn druknaði uppi
í svimjihylinum, sum abbi mín, ið eg
beri navnið eftir, í bestu meining
hevði slóðað fyri, at ungdómurin í
bygdini fekk. Hetta var tann 15. mai
1965 og dagurin var ein leygardagur.
Tey bóru Eyðfinn oman til okkum,
sum vóru næstu húsini. Hann lá
inni í kamarinum hjá Sólgerð, elstu
systir míni. Eg kagaði inn. Hann lá
har so bleikur og klárt slím kom úr
munninum. Eg visti, at hann var
deyður. Og uttanfyri var gangur.
Eg sá eina tyrlu fyri fyrstu ferð,
tað var førilúsin hjá Vædderen,
sum lendi beint omanfyri hjá
okkum, omanfyri skúlan. Lækni
kom úr tyrluni og vit smádreingir
flokkaðust rundan um tyrluna og
fingu ikki Eyðfinn og sorgarleikin
inn aftur í tilvitskuna, fyrr enn
hesin øgiligi fuglur var horvin úti í
Djúpunum. Fólk tóku synd í Magda
lenu og Jákup Martin og tað gjørdi
eg eisini.
Yvir tíð sleppur ongin familja
undan feigdini. Eg hveppist við og
spyrji meg sjálvan um eg skal tora
at fara víðari. Sorgina hjá øðrum
dugi eg neyvan at skriva um, men
eg kann skriva um mína egnu og
kanska líkist hon nógv. Eg veit
ikki.
Níggju ár seinni vóru aftur boð
eftir kamarinum hjá Sólgerð. Hetta
var í 1974. Nú kom deyðin ordiliga
nær við sínum lemjandi máttloysi.
Hesaferð
var
tað
beiggi
mín
Sjúrður, sum lá deyður aftanfyri
parsiennurnar og við slími um
varrar. Hann var dottin út av keiini
og druknaður.
Deyðin hevði vitjað í bygdini
dagin fyri. Hjalmar í Langagarði,
abbi Jens Paula, var deyður og
hann var væl komin til árs. Hann
var ein fittur maður, skemtiligur
og eigur enn eitt pláss í hjarta
mínum. Hetta var í fyrru helvt
av september og sonurin Krisjan
í Langagarði, hevði tikið eitt lamb
uttanrætta til ervið. Hann fór oman
á øskudungan undir Garði við vilum
og øðrum, sum ikki varð brúkt av
lambinum og sá Sjúrða saman við
øðrum størri smádreingjum fara
norður gjøgnum fjøruna. Hetta var
ikki nøkur óvanlig sjón, tí okkara
spælipláss var øll bygdin, eisini
fjøran og lítla løtu seinni fekk hann
deyðsboðini.
Og deyðin var ikki liðugur enn.
Her mitt í hoyna fór hann um
bygdina við líggjanum og legði
sveipar av mannalívum eftir seg.
Beint undan at Sjúrður datt á sjógv,
lá Esmar Dahl og stríddist. Hann
hevði fingið eina heilabløðing,
meðan hann rakaði frammi á Hálv
mørkini og var uttan vit. Beint
áðrenn beiggi mín dettur á sjógv,
stakk Esmar um úr vitloysinum
og segði ein einasta setning; “Ikki
eisini tú Sjúrður. “Esmar fekk
ongantíð vitið aftur og doyði stutt
eftir. Og hann hevði verið eitt ljós
fyri mær, so langt aftur eg kann
minnast og hann hevði hjúklað um
meg, og verið góður við meg. Ein
sonn fyrimynd. Her stóðu tríggjar
børur í Oyndarfirði hesar dagar.
Tveir eldri menn, sum eg kendi væl
og beiggi mín.
Tað var eitt øgiligt fólk inni
hjá okkum, tá ið eg kom heim úr
Danmark saman við Sólgerð til
jarðarferðina Og hvussu hevði eg
tað, júst fyltur 17 ár og júst farið
til Danmarkar í lestrarørindum?
Eg hevði ilt í hjartanum og eg var
rasandi inn á Gud. Tað var ikki
fyrr enn seinni í lívinum, at vónin
um at hitta beiggja mín aftur hin
sides troystaði. Og eg var við at
gerast ørur í høvdinum av øllum
fólkunum, sum í bestu meining
og samkenslu og klemmaðu meg.
Eg hevði hug at gera, eg veit ikki
hvat, við tey sum troystaðu meg
við, at nú hevði Sjúrður tað gott
hjá Jesupápa. Eg saknaði beiggja
mín, saknaði hansara treytaleysa
kærleika, hansara heitu kjálkar,
hansara sjarmerandi andlit og lívið
og forvitni eftir lívinum í honum.
Paradísið har hann var nú, var
alt ov abstrakt og fremmant og
absolutt ikki dragandi, tað gav onga
meining. Paradís er fyri gomul fólk,
sum eru mett av døgum, hugsaði
eg. Mítt paradís var í Oyndarfirði,
her hevði Sjúrður tað gott, hiðani
varð hann ryktur burtur móti sín
um vilja og hann hevði ikki tørv
á nøkrum nýggjum, fjarum og
óveruleikakendum paradísi í mín
um eygum.
Alt var óveruligt. Herskararnir
av fólki streymaðu út og inn eins og
í einum dreymi og øll vóru líka kedd.
Eina lítla løtu sá eg inn í eyguni
vátu eyguni á Erling, pápabeiggja.
Vit vóru ógvuliga væl. Og eg brast
út í at gráta, ein langan, drúgvan og
forloysandi grát og so kom tøgnin.
Eftir jarðarferðina kundi eg hugs
að mær at kropið niður til beiggja
mín og vermt hann. Eg hugsaði,
hevði eg kunnað keypt honum
eina kistu, har hann ongantíð rotn
aði, tá hevði eg gjørt tað. Petur far
bróður reikaði runt í bygdini og sá
ørligur út. Hann og Sjúrður vóru
ógvuliga góðir og hann var sum
ein verndareingil rundan um hann
heilt fram til feigdardagin, tá ið
honum barst frá. Og um kvøldarnar
á kamarinum á kollegiinum niðri í
Danmark vitjaði Sjúrður aftur og
tá komu sorgarherindini, sum vit
hava sæð so nógv av í Oyndarfirði
hesar seinastu dagarnar. Hesir
kramparnir sum eirindaleyst fara í
gjøgnum likamið og sum fáa okkum
til at missa eina og hvørja vón, til
teir hæsa av aftur.
Og næstu dagarnar byrjaði
myndin av Sjúrða at hvørva úr mín
um sinni. Hendan myndin, sum eg
hevði havt so klára og vakra innan
pannubeinið, heilt frá tí hann kom
reyður, móður og vælnøgdur út úr
mammu og heilsaði okkum væl
komin í hansara heim. Eg mátti
minna meg á, hvussu hann sá
út, hvussu andlitið sá út. Og tað
gjørdist kámari og kámari. Eg var
heilt ólukkuligur, tí eg kundi ikki
vera betjentur at gloyma ein, sum
eg saknaði so nógv. Eg hevði eina
mynd nógvu næstu árini undir
koddanum og eg mátti javnan taka
hana fram, fyri at minna meg á,
hvussu hann sá út. Og nú havi eg
næstan gloymt tað.
Og so legði eg lok á næstu trý
árini. Snakkaði ikki við nakran
um hann og var nógv meira ávirk
aður av, hvussu synd tað var í mín
um foreldrum, enn tað var í mær
sjálvum. Onkuntíð fór lokið av í
fyllskapi. Eg var so øgiliga bangin
fyri at gráta, meðan nakar sá, tí eg
helt tað vera skomm. Mannfólk
grótu ikki í Eysturoynni í sjeyti
árunum í farnu øld
Alt hetta vaknar uppaftur, nú
heimbygdin er í knúsi av sorg av
vanlukkuni fjórða jóladag. Tað er
sum gomlu sorgarsárini støkka upp
aftur, ikki bara í Oyndarfirði, men
kring at landið og tað er rørandi
at síggja, hvussu stórt hjálpsemi
hevur verið millum fólk. Sorg má
eisini vera nakað kollektivt. Og sorg
er heimleysur kærleiki og vekir
kærleika millum manna.
Sætt yvir eitt longri tíðarskeið
sleppur ongin familja undan feigd
ini. Eg havi nevnt tvær vanlukkur,
sum komu ógvuliga tætt at mær
og tað eru mong onnur í míni
heimbygd, sum hava mist. Vit klára
í dag at fylla ein heilan minnisvarða,
um tað skal vera. Og hóast eg kundi
hugsað mær at nevnt øll, sum eg
veit um í míni heimbygd, sum ikki
eru farin av elli, er løtan ikki til tað
nú.
Nú snýr tað seg um okkara sorg
í dag. Um okkum, sum syrgka Rana
og Jens Paula. Tveir spírandi, fittir
og dámligir unglingar, sum høvdu
bein í nøsini, vóru ágrýtnir og høvdu
stórar ætlanir fyri framman. Teir
eru deyðir. Eg havi kent teir, síðan
teir vóru smádreingir og myndin
av teimum er ikki kámað enn. Jens
Paula havi eg gingið á fjall við í
fleiri ár og lærdi hann eitt sindur
betri at kenna fyri hvørja gongu.
Eg var burtur smádreingjaárini hjá
Rana og lærdi hann at kenna gjøg
num yngra beiggjan, Hanus, sum
var øgiliga stoltur av beiggja sín
um. Hanus práti eg ofta við uttan
fyri ella í handlinum hjá Eivind,
keypmanni og rokni hann sum ein
vin.
Tað lætti at skriva hesar reglur.
Og akkurát nú, mitt á nátt her á
Hellunum, meðan vindurin varisliga
tekur í tekjuna, hugsi eg um tykkum
har heima í Oyndarfirði, í fyrstu
atløgu til tykkum øll, sum hava
mist, tí ongin familja sleppur undan
vanlagnuni og við pínu í hjartanum
serliga um tykkum sum nú hava
møtt sorgini spillfeskari í øllum
sínum veldi og kulda tætt inn at
skinninum. Tit øll somul Eydna og
Rúna, Hanus og Barbara, Margit og
Jørmund, Fríða, Hjalmari og Hans
Berg.
Vit í Oyndarfirði eru vorðin tvey
vøkur smíl og fýra lívsneistandi og
glógvandi eygu fátækari og tey fara
vit at sakna sváran. Paulus sigur
okkum, at vit síggja bara í pettum í
hesum lívinum, og tað eru fjálg orð,
tá ið nú okkara sinnið, sum so fegið
vil hava forkláring upp á alt, roynir
at finna meining sváru vanlukkuni
í Oyndarfirði. Meining í deyða á
ungum árum, havi eg ongantíð
funnið og einasta lekidóm eg kenni
er tíðin, sum ger sorgina spakuliga
lættari at bera so hvørt sum dagur
dettur av degi og gerst til vikur,
mánaðir og ár. Nú er tíðin at syrgja
í Oyndarfirði og tíðin er eisini at
liva. Og ongin hevur skyldina av
vanlukkuni.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hjalmar er beiggi
Jens Paula og hann
er íðin myndamaður.
Hann hevur sett
hesar myndirnar
saman av Jens Paula
vinstru megin og
Rana høgrumegin,
soleiðis sum hann
sá teir gjøgnum sítt
gløgga myndaeyga