hósdagur 9. januar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
num í eitt heilt ár – langt
burtur frá teimum. Tey hava
verið hjá familju og hjá vin
fólki, men tað hevur verið
ómetaliga svárt. Eg havi følt,
at tey hava verið rótleys, sig
ur Tórunn hugsunarsom.
Hon
nevnir
serliga
systkinabørnini Janni og
Turið í Homrum, sum hava
tikið sær av børnunum,
meðan tey hava vitjað mam
mu sína í Keypmannahavn.
– Eg havi allatíðina viljað
havt børnini við og verið op
in við tey. Tá tey hava spurt,
hava tey fingið erlig svar,
eisini tá tað hevur verið hart
fyri tey at hoyra. Vit hava
grátið nógv saman, men vit
eru eisini vorðin sterk, slær
Tórunn fast.
Umframt børnini hevur
eitt annað givið henni mót.
Á Facebook er nevniliga ein
bólkur »Áhugabólkur fyri
Tórunn og børnini«, har nær
um 800 fólk – serliga føroy
ingar – hava verið limir.
– Systir mín, Sóley í Homr
um, og vinkonan, Alfrida
Petersen, stovnaðu bólkin,
tí so nógv fólk spurdu eftir
mær. Eg orkaði ikki at svara,
tá fólk skrivaðu til mín, og
á henda hátt kundu fólk
fylgja við. Eg eri ovfarin av
stuðlinum. Eg havi fingið so
nógvar heilsanir – eisini frá
fólki, sum eg ikki kenni – og
tað hevur hjálpt mær ómeta
liga væl at merkja, at fólk
leggja í meg, greiðir Tórunn
frá.
Men tað hevur ikki bara
verið stuðul við orðum. Nógv
fólk hava eisini hjálpt henni
fíggjarliga og flutt henni
pening.
– Eg eri føroyingum sera,
sera
takksom
fyri
allan
stuðul. Bæði góð og stuðlandi
orð, og fyri teir pengarnar,
eg havi fingið og sum hava
gjørt, at vit hava klárað okk
um fíggjarliga hesi árini, eg
havi stríðst við sjúkuna.
– Meðan eg havi ligið
á sjúkrahúsinum, havi eg
havt eitt heim og tvey børn
at forsyrgja. Familjan hevur
ferðast aftur og fram millum
Føroyar og Danmark, og
børnini hava ofta verið og
vitjað meg í Keypmanna
havn. Tað er ikki bíligt, og
uttan alla ta stóru hjálpina úr
Føroyum, veit eg ikki, hvussu
tað hevði verið statt. Eg havi
fingið ótrúligan stuðul, sigur
Tórunn rørd.
eydna@sosialurin.fo
Børnini Daniel og Tanja fegnast um endiliga at hava fingið
mammu sína heimaftur, eftir at Tórunn í Homrum lá eitt
ár á sjúkrahúsinum í samband við livratransplantatión
Fakta:
•
Tórunn í Homrum
•
Úr Kollafirði
•
Býr uttanfyri Viborg í Jyllandi
•
42 ár
•
Tvey børn: Tanja, 16 ár, og Daniel, 13 ár
•
Veit ikki við vissu, hví hon stríðist við sjúku, men
møguliga er tað ein arvalig gensjúka, sum ger
skaða á gøgnini – serliga livrina.
•
Verið fyritíðarpensjónistur síðani 16 ára aldur
•
Arbeitt sum blómubindari 16 tímar um vikuna
•
Fingið tvær livra transplantatiónir