Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi eydna@sosialurin.fo – Vit tosa um organ­dona­ tión við jøvnum millum­ bilum, men enn eru eingi ítøki­lig stig tikin til, at fáa eina slíka skipan upp á bein­ini, staðfestir stjórin á Lands­sjúkra­húsinum. Hann viðgongur, at tað átti at borið til at havt ein slíkan teig í nýggju talgildu heilsu­skipanini, har fólk kunnu krossa av, hvørt tey ynsk­ja at lata gøgn ella ikki. – Størsti trupulleikin er, at vit ikki hava nakran neuro­log. Men tað hevði av­gjørt verið fornuftigt at farið undir at skrásett før­oy­ing­ar, sum vilja vera donorar, soleiðis, at skipanin er klár, um so er, at vit skuldu loyst trupul­leik­ an við neuro­logi­num, sigur Sigurð Ólason Vang. – Føroyingar lata ikki gøgn, men vit fáa frá øðr­ um. Eg viðurkenni absolutt enda­málið og týdningin av at fáa eina slíka skipan upp á beinini, og tað eigur at vera ein partur av tí moder­naða samfelagnum, stað­fest­ir hann. eydna@sosialurin.fo Eydna Skaale Hvørt ár kundu føroyingar latið gøgn. Og hvørt ár hava føroyingar tørv á gøgnum. Men í Føroyum er eingin skip­að organdonatión. Tað ber til at lata onkrum eitt nýra, tí júst tann donatiónin krev­ur ikki, at latarin skal vera heiladeyður. Skulu harafturímóti livur, hjarta, lungu ella onnur gøgn latast, so skal fyrst vera staðfest, at latarin er heila­ deyður. Men í Føroyum er eingin, sum hevur heimild at stað­festa hetta. Og tískil kunnu vit ikki lata gøgn. Ongan neurolog – Hetta er ein trupulleiki, sum eg hugsi nógv um, og sum eg javnan tosi við onn­ ur um. Nakrar ferðir ár­ liga standa vit í støðum, har føroyingar kundu latið gøgn. Nakrar ferðir árliga eri eg eisini í samband við donorskrásetingina í Dan­ mark. Men vit fáa ikki latið gøgn, so leingi, sum vit ikki hava ein neurolog, greiðir Høgni Djurhuus, yvirlækni á Lands­sjúkrahúsinum frá. Høgni sigur, at sambært lógini frá 2001, eru tað bert neuro­logar, neurokirurgar ella neurofysiologar, sum kunnu staðfesta, at fólk eru heila­deyð. Og vit hava ongan slíkan í Føroyum. – Vit hava søkt fleiri ferð­ ir, men tað koma ongar um­ sókn­ir. Av og á hava vit havt onkr­an avloysara eina tíð, men eingin vil setast í fast starv. Høgni heldur, at tað kann vera ein spurningur um pengar – ella um, at arbeiðs­ upp­gáv­urnar heilt ei­n­falt eru meiri spennandi uttan­ lands, og at útbúgvin fólk tískil ikki tíma til Føroya at arbeiða. – Tað eru 1-2 ár síðani, at eg ringdi niður og kannaði møgu­leikan fyri, at tey kundu senda ein neurolog heim, tá vit koma í hesa støðuna. Tað vóru tey ikki óvil­lig at gera, so vit kundu kanska gjørt eina avtalu um tað, og loyst trupulleikan á tann hátt, metir Høgni Djur­ huus. Transplantatiónslið Yvirlæknin sigur, at praktiskt er einki, sum forðar fyri, at Føroyar kunnu gerast eitt av londunum, sum lata gøgn. – Í Danmark er eitt so­ nevnt transplantatiónslið við einum 4-5 fólkum, sum rykk­ir út, tá tað er stað­fest, at onkur er heila­deyð­ur og gøgn­ini kunnu koma øðr­um til góðar. Trans­planta­tión­ ir­nar eru í høvuðsheitum gjørdar í Region Hoved­ staden, og um onk­ur verður stað­festur at vera heila­deyð­ ur á til døm­is Born­holm, so rykkir hetta transplanta­ tións­lið­ið út, opererar tey gøgn­ini, sum verða latin, og tek­ur tey við sær aftur til Keyp­manna­havnar, greiðir Høgni Djur­huus frá og vísir í sama við­fangi á, at hetta liðið uttan iva kundið komið til Føroya eisini. – Tað er ymiskt, hvussu leingi gøgnini halda sær uttan fyri kroppin. Hjarta, liv­ur og lungu halda til dømis ikki eins leingi sum nýru, men tað er eingin trupulleiki at fáa gøgnini til Danmarkar og enntá longur út í Evropa, um skjótt verður borið at. Um Føroyar fóru at lata gøgn, høvdu vit helst verð­ið ein partur av donsku skipan­ ini. Har er tað soleiðis, at um onkur dani bíðar eftir gøgn­ um, hevur viðkomandi fyrsta rætt. Um eingin í Danmark hevur tørv á gøgnunum, verð­ur hugt í Skandinavia, og síðani Evropa annars. – Trupulleikin er, at hetta liðið ikki rykkir út, fyrr enn tað er staðfest, at sjúk­ling­ ur­in er heiladeyður. So vit mugu fyrst og fremst fáa eina avtalu í lag við ein neuro­log, slær Høgni fast. Føroyingar vilja lata gøgn Spurdur, um tað ikki er ein trupulleiki, at vit ikki skrá­ seta fólk, sum vilja lata gøgn í Føroyum, svarar Høgni, at tað sjálvandi hevði gjørt upp­gávuna lættari, um teir kundu sligið fólk upp í eini skrá­seting, men at tað tó ikki er alneyðugt. – Lógin sigur, at fólk kunnu geva skriftligt sam­ tykki til, at gøgnini skulu latast øðrum, um tað verður stað­fest, at tey eru heiladeyð – ella tá tað er staðfest, at tey standa fyri »udsigtsløs behand­ling«, sum merkir, at tey aldri fara at koma seg, ella mugu haldast á lívi við respiratori. Tá tey geva eina slíka skrivliga vátt­an, verða tey skrásett í donor­registara­ num. – Men í øðrum lagi kunnu tey avvarandi eisini geva loyvi til, at gøgnini verða tik­ in. Eg havi fleiri ferðir spurt eftirsitandi familju um hesi viður­skiftini, og tað vísir seg, at sera fá siga nei til, at gøgn­ini kunnu koma øðrum til góðar. So føroyingar eru sinn­aðir at lata gøgn, slær Høgni fast. Hann sigur, at teir før­oy­ ingar, sum hava búð í Dan­ mark og skrásett seg har, fram­vegis verða standandi á lista­num, tá tey flyta aftur til Før­oya. Men so leingi eingin neuro­logur er í Føroyum, ella vit ikki hava nakra avtalu á annan hátt, fáa vit ikki latið, tí vit kunnu ikki seta diagnosu­na »heiladeyði«. – Í Føroyum er ikki ein nega­tivur hugburður til tað at lata gøgn. Føroyingar hava eisini javnan tørv á at fáa gøgn frá øðrum, so tað er ikki meiri enn rímiligt, at vit eisini eru við til at lata øðr­ um, heldur yvirlæknin. Eingi tøl eru yvir, hvussu nógvir føroyingar árliga hava tørv á og fáa gøgn frá øðrum, og heldur eingi tøl finnast yvir, hvussu ofta føroyingar kun­du latið gøgn, um vit bert høvdu ein neurolog. Flestu føroyingar, sum hava tørv á gøgnum, eru so mikið illa fyri, at tey eru innløgd á Ríkissjúkrahúsium fyri at fáa bestu viðgerðina, meðan tey bíða. eydna@sosialurin.fo ANORDNING NR. 268 FRÁ 20. APRIL 2001 Kapitel 4: Transplantation fra afdøde personer §14 Fra en person, der er død på eller som død er indbragt til et sygehus eller lignende institution, kan væv og andet biologisk materiale udtages til behandling af sygdom eller legemsskade hos et andet menneske efter reglerne i stk. 2-4. 
 Stk. 2. Indgrebet må foretages, såfremt afdøde efter sit fyldte 18. år skriftligt har truffet bestemmelse herom. Det samme gælder, hvis personen mundtligt har udtalt sig for et sådant indgreb. 
 Stk. 3. Uden for de i stk. 2 nævnte tilfælde må indgrebet kun foretages, såfremt der ikke foreligger nogen tilkendegivelse fra afdøde imod indgrebet og afdødes nærmeste giver samtykke til indgrebet. Efterlader afdøde sig ingen nærmeste, må indgrebet ikke foretages. 
 Stk. 4. Er afdøde under 18 år, må indgrebet kun foretages, såfremt forældremyndighedens indehaver har givet samtykke til indgrebet. §15 Udtagelse af væv mv. efter § 13 og § 14 må kun foretages af læger, der er ansat på sygehuse eller lignende institutioner, og som Sundhedsstyrelsen har godkendt dertil. 
 Stk. 2. Indgreb efter § 14 må ikke foretages af de læger, der har behandlet afdøde under dennes sidste sygdom eller har konstateret personens død. 
 Stk 3. Indgreb efter § 14 må ikke finde sted, såfremt der skal foretages retslægeligt ligsyn eller retslægelig obduktion, medmindre indgrebet må antages at være uden betydning for resultatet af undersøgelsen. Viðurkennir týdningin Stjórin á Landssjúkrahúsinum, Sigurð Ólason Vang, viður­ kenn­ir, at ein donorskipan eigur at vera partur av modernaða samfelagnum Eingin donatión í Føroyum – Hóast vit við jøvnum millumbilum kundu latið gøgn í Føroyum, og hóast vit javnan hava føroyingar, ið hava tørv á gøgnum, so er eingin skipað organdonatión í Føroyum. Høvuðsorsøkin er, at okkum tørvar ein neurolog, sum kann staðfesta, at fólk eru heiladeyð, tá gøgnini verða tikin, sigur Høgni Djurhuus, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum – Vit fáa ikki latið gøgn, so leingi, sum vit ikki hava ein neurolog, sigur Høgni Djurhuus, yvirlækni á Lands­sjúkrahúsinum