Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Rólant Waag Dam »Tað var nakað av rumbli um sendingina í fjør eisini, men tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggj­ ári­num«. Tað segði Rúni Heine­sen, formaðurin í stýri­ num fyri Kringvarp Før­oya, við in.fo tann 27. des-em­ber. Aðrar viðmerkingar hevði hann ikki, annað enn at málið um sendingina verður tik­ið upp á fyrst komandi stýris­fundi, sum verður í janu­ar. Eftirfylgjandi kunnu vit stað­festa, at metingin frá stýris­for­manninum ikki einans var djørv, men eisini langt av leið. Tí sjáldan hevur nøkur før­oysk sjónvarpsframleiðsla verið fyri so mongum at­finn­ ing­um, sum nógv umrødda nýggjárs­sendingin, sum Fjøl­ vinna framleiddi fyri Kring­ varp Føroya. Spurdur um hvørjar avleiðingar hetta fær í Kringvarpinum svaraði Dia Mid­jord á Rás2 mikudagin, at tað fær ikki aðrar av­leið­ ingar, at sendingin varð eftir­ mett og eitt skriv er sent fjøl­ miðlu­num. Hetta hendi átta dagar eft­ir, at nýggjárssendingin varð send fyri fyrstu ferð, Og tað var heldur ikki fyrr enn eftir, at sendingin varð send, at stjórin í almenna public service stovni okkara mátti ásanna, at almenna og privata samstarvið ikki var ein optimal loysn. Tann 23. des­em­ber var søgan tó ein heilt onnur, tá Dia Midjord tosaði við Rás2. »Vit vilja bara hava eina send­ing nýggjársaftan. So hev­ur Fjølvinna bjóðað seg fram. Vit hava funnið út av, at vit klára tað ikki einsamøll og tey klára tað heldur ikki einsa­møll. So vit hava funnið út av einum leisti, sum er eitt alment-privat samstarv, sum tykist vera frægasta loysn­ in, um mann skal hava sjey tímar við sjónvarpi nýggjárs­ aftan«. Funnust at samstarvi Akkurát hesum sam­starvi­ num vóru tað síðani fleiri, sum ávaraðu um. Somu fólk stóðu eisini á odda fyri nýggjarssendingini gamla­ árs­kvøld í 2012, og hon fekk eisini fekk nógvar ákoyr­ing­ ar. »Sjálvandi er tað blóð­ skeivt - eins og tað var í fjør - at lata sendinet, mann­ ing og útgerð - til eitt privat felag nýggjársaftan at selja til hægstbjóðandi«, skriv­aði Øssur Winthereig tann 28. desember á bloggi sínum, winthereig.blogspot.com, áðrenn hann kom til fylgj­ andi niðurstøðu: »At framleiðslan ikki er boðin út er minsti trupul­ leikin - trupulleikin er sjálv­ andi, at har er so lítið skil í«. Í oddagrein í Sosialinum tann 30. desember varð eisini víst á ta skeivu leið, sum Kringvarpið við sam­starvi­ num hevur flutt seg út á. »Kringvarpið trilvar í blindum, á veg út á kringlu­ t­ar og kreativar leið­ir. Nú verð­ur øll útgerð, goldin av skattgjaldarum til fría nýtslu. Tað sama við øll­ um starvsfólkunum á stovnunum, sum fáa fría at­gongd til at arbeiða fyri sama smápartafelag. Alt redak­tionelt tilfar fer sama veg og kann frítt nýtast av sama felag. Og sendiflatan er latin víðopin – er enn tá til sølu til hægstbjóðandi. Tann, sum klárar at gjalda mest í pengakassan hjá pri­ vata smápartafelagnum, fær at­gongd til sendiflatuna í al­menna Kringvarpinum. Er hetta sakligt og óheft, so­ leið­is sum kringvarpslógin lov­ar okkum aftur fyri kring­varps­gjald­ið? Svar­ið er nei«, staðfesti odda­grei­n­in í Sosialinum tann 30. des­em­ ber. Tann stað­fest­ing­in er ikki minni sonn í dag. Rólant Waag Dam Tað er eyðsæð, at fyri­skipar­ ar­nir handan nýggjárs­send­ ing­i­na og leiðslan í Kring­ varpi­num ikki hava tosað ser­liga væl saman. Hvørki áðrenn ella aftaná send­ing­ ina. Og tað er eyðsæð, at tey eisini hava fullkomuliga hvør sína fatan av, hvussu nýggjárs­sendingin spældi av: »Jú, eg eri errin av sendingini, av arbeiðinum, ambi­tión­unum og vavinum av send­ingini. At mann tor­ di at droyma og vildi nak­ að stórt, hóast um­støð­ur­ nar ikki vóru tær bestu«, segði Høg­ni í Jákups­stovu, høvuðs­sam­skip­ari av nýggj­ árs­send­ing­ini í sam­røðu við Sosialin miku­dagin. Stjórin í Kringvarpi Før­ oya, Dia Midjord, hevur hin­ vegin í almennum skrivi, at tey als ikki eru nøgd við produktið, sum Høgni í Jákupsstovu hevði ábyrgd­ ina av. »Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur eftirmett send­ ing­ina í sjónvarpinum nýggj­ árs­aftan. Ásannað verð­ur, at nýggjárssendingin hevði ikki ta góðsku, sum ætlanin var, at sendingin skuldi hava. Somuleiðis ásannar leiðslan í Kringvarpinum, at samljóð var ikki ímillum áset­ing­ar í sáttmálanum millum spf. Fjølvinnu og Kringvarp Føroya, og avrikið í pørtum í nýggj­árs­send­ ingini. Eisini harmast leiðslan um, at sendingin ikki helt seg til leiðreglur um góðan fjøl­miðlasið í kjakinum um nýggjárssendingina.Grund­ að á hesa eftirmeting hevur leiðsla Kringvarpsins tikið ta støðu, at hesin leistur við eini nýggjárssending verður ikki royndur aftur«, slerdi Dia Midjord fast í skrivi sent fjøl­miðlunum seinnapartin miku­dagin. Fyrireikingar Eitt annað av dømunum um ógvusligu mótsagnirnar hjá høvuðsfyriskiparunum báð­um, Kringvarpi Føroya og sp.f. Fjølvinna, er nær tey byrj­aðu at fyrireika send­ ing­ina. Sambært Høgna í Jákups­stovu var tað ikki fyrr enn 23. desember. »Vit kundu ikki fara av álvara í gongd fyrr enn tá, tí Kring­v­arpið hevði ilt við at taka avgerð um sendingina. Tað darvaði sjálvandi fyri­reik­ ing­ar­arbeiðinum, tí eitt nú vit vistu ikki endaliga vavið á sendingini og kundu held­ ur ikki gera bindandi sam­ starvs­av­talur«, stóð at lesa í samrøðuni við Høgna Mid­ jord í Sosialinum miku­dag­in. Ein viðkomandi spurn­ ing­ur til Dia Midjord er tí, um hann heldur tað vera í lagi, at tað verður farið undir at fyrireika eina so stóra sending, tá sáttmálin verð­ur undirskrivaður 23. desember og næsti van­ligi fín sending ella NÝGGJÁRSSENDING - Tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggjárinum, segði formaðurin í Kringvarpsstýrinum, áðrenn sendingin fór í luftina. - Hetta gera vit ikki aftur, sigur Dia Midjord nú, men tað fær kortini ongar avleiðingar fyri nakran Mótsøgn og andsøgn NÝGGJÁRSSENDING Áðrenn sendingin fór í luftina, vóru tað sera sera nógv ivamál og óvsaraðir spurningar. Eftir at sendingin hevur verið í luftini, eru spurningarnir uppaftur fleiri, og andsøgnirnar og mótsøgnirnar eru ógvusligar Mikudagur 8. januar 2014 Nr. 3 88. árg. kr. 20,00 í leysasølu HETTA VIKUSKIFTIÐ Í MYLNUNI Rundstykkir Vanl. prísur 4,95 Tak 4 fyri 15,- Toffee Cups 120 g. Vanl. prísur 17,95 Tak 2 fyri 25,- Pepsi ella Faxe kondi 1,5 ltr. Vanl. prísur 29,95 Tak 2 fyri 45,- Umboð fyri KAESER í Føroyum Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20 Kompressarar • Blásarar • Turkarar • Trystluftskipanir • Eykalutir • Døgntænasta • Høgni í Jákupsstovu: – Aftaná sat eg við eini kenslu av, at vit høvdu gjørt eina góða sending, sigur Høgni í Jákupsstovu, samskipari og vertur í umstríddu og útskeldaðu nýggjárssendingini í sjónvarpinum Meldurin s10-11 hóast feilir Føroysk ritgerð í heims­ flokki s6 errin