Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi vanlukka arbeiðsdagur er 26. desem­ber, og sendingin skuldi send­ast tann 31. desember. Hetta varð Kring­varps­ stjórin eisini spurdur á Rás2, men sambært Dia Midjord, so var farið undir at fyrireika nýggjárssendingina longu áðr­enn 1. oktober. »Vit fóru undir at fyri­reika hesa sendingina langt áðrenn 1. oktober, tá rundskrivið varð sent út. Man hevur arbeitt og fyri­reikað. Sáttmálin var tað allar­síðs­ta, vit blivu samd um. Vit hava jú fyrireikað yms­ar partar langt áðrenn. Part­ar­nir hava tosað um hetta áðrenn 1. oktober og fingið nøkur ting uppá pláss. Tað kom bara ikki enda­liga upp á pláss fyrr enn 23. desember«, greiddi Dia Mid­ jord frá í samrøðu við Rás2 mikukvøldið. Hinvegin nýtir Høgni í Jákupsstovu júst hetta dato­ið sum argument, tá hann skal grundgeva fyri, hví sendingin var fongd við so mongum mistøkum og feil­um. »Vit vistu ikki, hvat vit høv­du at arbeiða við fyrr enn í seinastu løtu. Til eina so stóra sjónvarpssending sum hesa, skalt tú brúka eitt ávíst tal av fólki, tú mást hava sponsorar, avtalur skulu gerast, útgerð skal leig­ast og so framvegis. Av tí at endalig avgerð um send­ingina ikki bleiv tikin fyrr enn langt út í desember mán­aði, bleiv alt okkara arbeiði ógvuliga pressað, og tað var ein trupulleiki«, segði Høgni í Jákupsstovu við Sosialin mikudagin. Sostatt stendur tað, sum høvuðssamskiparin av send­ ing­ini og høvuðs­ábyrgd­ar­ havarin av send­ing­ini siga um fyrireikingarnar í bein­ari andsøgn til hvørt ann­að. Og báðir siga í øllum førum ikki satt! »Jú, eg eri errin av sendingini, av arbeiðinum, ambi­tión­ unum og vavinum av send­ingini. At mann tordi at droyma og vildi nakað stórt, hóast um­ støð­urnar ikki vóru tær bestu« Høgni í Jákupsstovu, Sosialurin 8. januar 2014 »Ásannað verður, at nýggjárssendingin hevði ikki ta góðsku, sum ætlanin var, at sendingin skuldi hava« Dia Midjord, 8. januar »Vit kundu ikki fara av álvara í gongd fyrr enn 23. desember, tí Kringvarpið hevði ilt við at taka avgerð um sendingina« Høgni í Stórustovu, Sosialurin 8. januar »Vit fóru undir at fyrireika hesa sendingina langt áðrenn 1. oktober« Dia Midjord, Rás2 8. januar »Tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggjárinum« Rúni Heinesen, in.fo 27. desember Sagt um sendingina