Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 So var enn einaferð ein forsíðusøga um nýggju lækna­ vaktina. Hóast nýggja skipanin ikke er heilt nýggj long­ ur, so eru meira enn so barnasjúkur at síggja. Og um hesar hoyra vit frá brúkarunum, Føroya fólki. Serliga hoyra vit um illa nøgdar “kundar” í útjaðaranum av okkara oyggjasamfelagi. Mesta ónøgdin, sum vit hoyra um, er frá fólki, sum ikki hava havt møguleikan til at flyta seg til Havnar fyri at møta upp hjá læknavaktini til kanningar, áðrenn hjálp kann verða veitt. Dømi eru um mammur, sum hava verið einsamallur heima við børnum, har eitt av teimum hevur verið sjúkt og havt brúk fyri læknahjálp. Ikki er altíð møguleiki fyri bara at taka bilin og koyra teinin til læknavaktina í Havn. Kanska eisini við fleiri øðrum børnum, sum tað ikki var møguleiki fyri at fáa ansing til. Ella talan er um eitt eldri fólk, sum er vorðið sjúkt og ússaligt heima og sum lækni átti at tikið hond um. Har eru kanska bara eini eldri hjún, sum ikki longur seta seg føran at koyra bil og kanska tí longu hava sloppið sær av við bilin. Møguleikin at flyta seg frá heiminum til læknavaktina, fyri at fáa neyðugu og sjálvsøgdu hjálpina, er ikki til staðar. Hvat er tá at gera? Og søgan, sum fleiri teirra tá siga frá, er um, hvussu tey eru móttikin av fólkinum í hinum endanum av telefonini. Tí professinella vælútbúna, sum skuldu duga á at skina, hvør tørvurin er og hvat gerast kann. Men har hevur svarið aftur og aftur verið “tað er so tykkara trupuleiki, tit mugu finna eina loysn og so koma higar at fáa læknahjálp”. Tá er tað at eg fari at spyrja eftir virðisgrundarlagnum, sum okkara læknavakt er skipað eftir. Hvar er moralurin ella etikkinum? Er onki mát fyri hesum? Hvar gongur markið fyri, hvat vit bjóða okkara borgarum, tá tørvur er á læknahjálp, aftaná vanliga upplatingartíð hjá læknanum? Ofta verða hesar søgur sum nevnt knýttar at útjarðara avbjóðingum. Hetta tí at fjarstøðan ímillum borgara og læknavakt verður sett sum stórsta hóttanin. Men er tað nú “bara” fjarstøðan, sum skapar hesar trupuleikar? Kundi tey bæði eldru ikki eisini verið búsitandi í Hoyvík og allíkavæl verið í teirri støðu, at tey er vorðin óhjálpin og ikki longur hava atgongd til bil? Og kundi mamman við sjúka barninum, umframt sínum 2-3 øðrum smábørnum, ikki verið búsett á Velbastað ella á Argjum og verið í líka ringari støðu, tí hon ikki bæði fekk koyrt bilin, tikið sær av sjúka barninum og hinum børnunum við? Sjóneykan eigur í hesum samanhangi at verða sett á virðisgrundarlagið. Tí, verður arbeitt eftir einum virðisgrundarlagi, har etikkur og moralur verður settur í hásætið, so eigur hædd at verða tikin fyri avbjóðingum sum hesum. Tað eru, og fara altíð at vera løtur har vit øll kunnu koma í líknandi støður. Og rúm eigur at vera fyri at taka hædd fyri hesum og finna eina skilagóða loysn fyri læknahjálp. Tað kann gott vera, at hetta kostar nakrar krónur meira, men hevur tað størri týdning at spara nakrar krónur, heldur enn at borgarin fær tað hjálp, sum honum tørvar og sum eitt vælferðarsamfelag eigur at bjóða? Vit hava so slett ikki ráð til at reka okkara samfelag har bara pengarnir, uttan etikk og moral, ráða !!! Anna Katrin Matras samskiftis- og kunningarfólk EYGA MÁLIÐ Etikkur, moralur og læknavakt kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Nýggjársendingin var ikki nóg góð Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur eftirmett sendingina í sjónvarpinum nýggjársaftan. Ásannað verður, at nýggjárssendingin hevði ikki ta góðsku, sum ætlanin var, at sendingin skuldi hava. Dia Midjord stjóri í Kringvarpi Føroya Somuleiðis ásannar leiðslan í Kringvarpinum, at samljóð var ikki ímillum ásetingar í sáttmálanum millum spf. Fjølvinnu og Kringvarp Før­ oya, og avrikið í pørtum í nýggj­árs­sendingini. Eisini harmast leiðslan um, at sendingin ikki helt seg til leiðreglur um góðan fjøl­miðlasið í kjakinum um nýggjárs­sendingina. Grundað á hesa eftir­met­ ing hevur leiðsla Kring­varp­ sins tikið ta støðu, at hesin leistur við eini nýggj­árs­ send­ing verður ikki royndur aftur. Greiður sáttmáli Sáttmálin millum Kringvarp Føroya og spf. Fjølvinnu ásetti greitt, at Kringvarpið hevði ábyrgdina fyri aktuali­ tets­partinum, m.a. for­mans­ umfarinum og “Árinum, ið fór”. Kringvarpið skipaði henda partin og rindaði eisini fyri henda partin av send­ingini. Somuleiðis ásetti sátt­ málin, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitets­part­ in og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitets­ partinum. Eftir okkara tykki var greitt mark mill­um hes­ ar partar í send­ing­ini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjónd­ar í aktualitets­part­in­ um. Afturímóti ásetti sátt­ málin, at Fjølvinna skuldi taka sær av undirhaldspartinum, sum fevndi um ítrótt, tón­ leik, undirhald og lættari aktualitetstilfar. Kringvarpið rindaði ikki fyri henda partin í nýggjárssendingini. Eftir sáttmálanum hevði Fjølvinna redaksjonella med­ábyrgd, sam­stundis sum Kring­varpið hevði redak­ sjonellu ábyrgd­ina av nýggj­ árs­send­ing­ini við atliti at lógini um Kring­varp Føroya. Kring­varpið skuldi tí saman við Fjøl­vinnu leggja send­ ingina til rættis og góð­kenna skránna. Tí varð ein høvuðssam­ skipari settur á sendingina. Hesin samskiparin skuldi tryggja, at sendingin leyk krøv­ini um góðsku, og áset­ ingarnar í sáttmálanum um, at nýggjárssendingin skuldi fylgja reglununum um góðan fjølmiðlasið. Kringvarpið harm­ast um, at samskipanin sveik, og at tilrættisleggingin ikki var nóg góð. Eftir sáttmálanum varð útgerð hjá Kringvarpinum brúkt til tøkniliga partin. Kravið í sáttmálanum var tó, at fólk við royndum skuldu nýta útgerðina. Men tá sam­ an­um kom, vóru tað ikki bara roynd fólk, sum slíkar stórar framleiðslur krevja, ið tóku sær av tøkniliga partinum. Fjøl­vinna keypti sær frí­ yrkis­fólk til hetta arbeiði. Kringvarpið kann tí ikki taka á seg ábyrgdina fyri tøkniliga avrikinum. Í Sortudíki, tann 08. januar 2014 Tað góða skipið »Norrøna« Jørleif Kúrberg Vit eru ofta ov skjót at finn­ ast at, tá ið okkurt ikki er júst so, sum vit vilja hava tað at vera. Ofta verður sagt, at vit føroyingar finna okkum í ov nógvum. Tað er ivaleyst rætt. Vit skulu krevja tað, vit hava goldið fyri, men alt ov sjáldan siga vit frá okkara nøgdsemi, tá ið okkurt er júst so, ella enntá betri, enn vit høvdu væntað. Tí hes­ar reglur um eina frálíka ferð við “Norrønu” okkara flagg­ skipi. Í juli mánaði gekk leiðin til Danmarkar við “Norrønu”. Og frá tí vit komu á dekkið í Havn, og til vit 14 dagar seinni fóru í land aftur, var hetta ein frálík ferð, ikki minst “Norrønu” at takka fyri. Á bildekkinum vóru frynt­lig fólk, ið vístu okkum upp á pláss, spurdu hvar vit høvdu kamar, og so vístu tey á lættastu leið til kamarið. Frálíkt. Longri upp stóð aftur fólk fyri okkum til reiðar at vísa okkum á røttu leið, og løtu seinni sótu vit á einum reinum og nossligum kamari. Eftir stutta hvíld fóru vit at fáa okkum ein bita at eta. Her fingu vit aftur at síggja, at umborð á “Norrønu” duga tey minst líka so væl sum onnur, tá ræður um at fáa fólk at kenna seg væl við tær tænastur, vit kunnu veita. Tænastufólkini umborð vóru sera fitt og dugnalig: ikki ov áleypandi, men gjørdu sítt arbeiði til lítar. Og so tosaðu tey føroyskt! Maturin umborð var fyrsta floks. Og eg vil halda, at um onkur gera vrøvl um matin, eru hetta sovorðin, ið einki eru von við heiman. Setti tú teg at fáa tær eina friðarliga løtu ella eitt prát við onkran, tú kendi, ja, so vóru fleiri góðir møguleikar til tað ymsastaðni umborð. Og allastaðni vóru hesi fittu, dugnaligu ungu fólk klár at gera sítt besta fyri, at øll skuldu kenna seg væl á skipinum. Og tey tos­ aðu føroyskt! Men tey tos­ aðu ikki bara føroyskt. Eg hoyrdi tey málbera seg væl við útlendingar, ikki bert á donskum, men eisini á góðum enskum og onkur eisini á týskum. Men tað havi eg sagt so mangan: “Vit eiga ein framúr dugnaligan ung­dóm, ið dugir væl bera seg at.” Summir av manningini komu eisini av og á millum ferðafólkið, og eg hoyrdi útlendingar taka til, at hetta var sera dámligt. Onkur kom eisini á tal við tey, og aftaná hoyrdi tú hesi fremmandu rósa t.d. einum matrósi, ið greiddi frá einumhvørjum um skipið ella sjálva ferðina. Jú, bæði niður og upp aft­ur vórðu vit “borin á lógvum” av øllum, ið høvdu við ferðina at gera. Tað veri seg á skrivstovuni hjá Smyril Line til yngsta “jungmannin” umborð. Og tey tosaðu øll føroyskt! Vit ivaðust onga løtu, hvussu vit skuldu ferðast nú komandi summar. Við “Norrønu” sjálvandi! Var ferðaleiðari á útferð­ um hjá Smyril Line fyri ferða­fólk, ið vóru á rundferð uttan fyri háárstíð, og tí høvdu nakrar tímar til stutt­ ar útferðir í Føroyum. Eitt tilboð til ferðamannin, ið fall í góða jørð. Las eisini onku­staðni, at komandi ár fer ferðafólkatalið upp um hundrað túsund. Tað hava tit eisini uppiborið. Blíðan byr