hósdagur 9. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Tíðin rennur sum streymur í á...
Tá eg seti meg at skriva eina tíðar
grein so skjótt eftir eitt ársskifti,
er tað ikki so løgið, at ein ger sær
nakrar tankar um farna tíð og ser
liga um tað júst lidna árið. Men
eisini kanska nakrar hugleiðingar
um nýkomna árið. Við eitt ársskifti
ynskja vit hvørjum øðrum eitt
gott nýggjár, og í mongum førum
siga vit eisini takk fyri samskifti
og samveru í farna ári. Eg fari tí
at nýta hetta høvi at ynskja øllum
lesarum og annars øllum teimum,
eg kenni heima á landi, eitt gott og
vælsignað nýttár.
Árið og tíðin sum fór
Persónliga havi eg nógv at takka
fyri, bæði fyri meg sjálvan og míni
nærmastu, í farnari tíð. Men
hendan greinin er ætlað sum mín
ar viðmerkingar til gongdina í før
oyska samfelagnum undir núver
andi umstøðum. Tað slepst ikki
undan at koma inn á politisku
viðurskiftini undir slíkari umrøðu,
men samfelagsgongdin er nógv
meira umfatandi enn bert tann
meiri “smala” politiska gongdin,
sjálvt um hon er sera týdningar
mikil. Hinvegin eru ofta uttaní
frá komandi hendingar, vinnulig
fyribrigdi, og við hvørt eisini per
sónligar hendingar samantvinn
aðar við politisku viðurskiftini, so
alt kann ávirka hvørt annað.
Um vit samanbera viðurskiftini
í Føroyum sum heild við umstøð
urnar í øðrum av heimsins londum,
so má sigast, at føroyingar hava tað
gott. Næstan á øllum økjum hava
vit tað betur enn í flest øðrum
londum. At so føroyingar mangan
eru ónøgdir kortini, er ein onnur
søga.
Vinnulig framgongd
Í 2013 hevur verið framgongd á
mongum økjum. Taka vit fyrst
fiskivinnuna, so er ymiskt, sum
hon royndist. Heimaflotin hevur
ikki merkt stóru framgongdina,
men uppsjóvarskipini hava havt
góð úrslit yvirhøvur, Virkini, sum
taka ímóti uppsjóvarfiski, hava
givið nógv arbeiði og nógv nýggj
arbeiðspláss. Her er virki á Tvøroyri
eitt gott dømi. Vónandi ein góð var
andi fyritøka.
Alivinnan hevur tikið seg væl
fram seinru árini og ikki minst í
2013. Tað sær út til, at føroyingar
megna væl at reka hesa vinnu, og
við stórum eftirspurningi og harav
standandi góðum prísi hevur gingið
væl, og menn meta, at útlitini í
nærmastu framtíð eisini eru góð.
Eksportvirðið frá alivinnuni er í ferð
við at gerast eitt avgerandi funda
ment undir føroysku vælferðini.
Fiski- og alivinnan útflytir til
marknaðir um allan heim, bæði í
ES, Asia, Ruslandi, Amerika o.s.fr. Tí
ræður sjálvandi um at hava so lætta
atgongd til hesar marknaðar sum
møguligt. Trupulleikar hava stungið
seg upp, serliga viðvíkjandi ES.
Føroyingar hava gjørt síni nátúrligu
krøv galdandi um størri kvotur av
sild og makrel í Norðuratlantshavi.
Men hetta hevur elvt til mótstøðu
frá hinum strandalondunum. ES
hevur samtykt boykott mótvegis
føroyskum útflutningi til allan
europeiska marknaðin. Men føroy
ingar standa stinnir og halda fast
við sítt. Trupult er, men tað slepst
tó av við vørurnar aðrastaðni, sjálvt
um russar eisini eru heldur tungir
at dansa við í summum førum.
Hendan støðan hevur tó víst, at
tað ber til hjá føroyingum at standa
saman. Undir góðari leiðslu frá
fiskimálaráðharranum, við polit
iskum samanhaldi og við hjálp frá
dugnaligum embætisfólki hevur
higartil verið væl telvað frá før
oyskari síðu. Vónandi fæst eitt gott
úrslit áðrenn alt ov langt frálíður.
Annars vísir hendan støðan
eisini, at tað er heppið fyri Føroyar,
at vit ikki eru partur av ES. Tað er
betur fyri smáu Føroyar at skula
stríðast fyri sínum lívsrættindum,
enn at vera køvdur av einum slíkum
mastadonti sum ES, har vit einki
vildu havt at sagt.
Onnur vinna
Framgongd hevur eisini verið á fleiri
øðrum vinnuligum økjum. Taka vit
frálandavinnuna, so hava vit sæð
fleiri nýggj skip bygd til landið og
eina stóra menning. Sjálvt um olja
ikki enn er funnin á føroyskum øki,
so njóta vit longu gott av ymiskum
aktiviteti stavandi frá oljuleiting
bæði nærindis og á fremmandum
leiðum.
Føroyingar gera eisini vart við
seg á øðrum økjum, til dømis innan
kt-vinnuna bæði heima á landi
og uttanlands. Í heila tikið sæst
nógv føroyskt virksemi uttan
lands, sum rikið verður av føroy
ingum í tí landi teir búgva, men
eisini rikið frá Føroyum. Føroyskt
entreprenørvirksemi smæðist held
ur ikki burtur. Tað, at føroyingar
arbeiða uttanlands, bæði á sjógvi
og landi, er so vissuliga positivt.
Búskaparligur vøkstur
Tað, sum nevnt er frammanfyri,(og
onnur dømi kundu eisini veri
nevnd), skapar samfelagsligan bú
skaparligan vøkstur í sær sjálvum,
men hevur eisini avleiddan vøkstur
innan alment virksemi og tænastu
vinnu. Alt hetta sæst aftur í størri
nýtslu og minkandi arbeiðsloysi.
Búskaparkreppan
seinastu
árini hevur rakt stóran part av
heiminum, ikki minst í Europa.
Sæð í mun til mong onnur lond eru
Føroyar slopnar rættiliga bíliga.
Vit síggja, at lond sum t.d. Spania,
Grikkaland og Porugal hava eitt
arbeiðsloysi uppá yvir 20 %, ja,
sjálvt Danmark hevur framvegis
eitt arbeiðsloysi uppá millum 6 og 7
%, meðan okkara nú er komið niður
á 3,7 %.
Komandi ár
Hvussu eru so vánirnar fyri
komandi ár? Ja, eingin kann siga
nakað við vissu. Men útlitini eru
rímiliga góð. Inntøkuvøksturin í
samfelagnum sær út til at halda
fram. Alivinnan sær ljóst uppá
framtíðina, og ikki minst oljuleiting
á føroyskum øki fær búskaparligt
árin. Harafturat koma fleiri størri
og smærri byggiprojektir, til døm
is nýggi studentaskúlin. Tað sær tí
út til, at arbeiðsloysið fer at halda
fram við at minka, og økta virk
semið gevur størri peningarensl í
samfelagnum. Hetta hevur aftur
við sær øktan vælstand, sum aftur
er fortreytin fyri framhald-andi
vælferð. Sæð út frá einum heildar
sjónarmiði er tí nógv, sum bendir á,
at fíggjarkreppan er við at hasa av
í Føroyum. Hvat so orsøkin er, kann
altíð kjakast um, men eftir míni
uppfatan er tað eitt samanspæl av
avrikunum hjá góðum vinnulívs
fólki og einum sum heild førdum
skilagóðum politkki.
Politiski og almenni
parturin
Politiska stýringin av einum landi
hevur sjálvandi altíð stóran týdning
fyri
samfelagsligu
gongdina.
Politisku myndugleikarnir stýra
almennu peninganýtsluni og ráða
fyri, hvussu almenni sektorin
útvegar sær kapital. Eisini skulu
myndugleikarnir skapa karmarnar
fyri livi- og arbeiðsmøguleikun
um hjá fólki og vinnulívi og sam
felagsskipanini sum heild. Hvussu
hevur hetta so eydnast seinastu tíð
ina, og hvat eru framtíðarútlitini?
Vit hava seinastu gott og væl tvey
árini havt eitt meirilutalandsstýri
skipað av Sambandsflokkinum,
Fólkaflokkinum,
Miðflokkinum
og part av tíðini eisini Sjálvstýris
flokkinum,
meðan
andstøðan
hevur verið mannað av Tjóðveldi,
Javnaðarflokkinum og Framsókn.
Landsstýrisflokkarnir siga sjálvandi,
at væl hevur verið stýrt, meðan
andstøðuflokkarnir halda, at einki
skil er í førda stjórnarpolitikkinum.
Nú er tað einaferð soleiðis, at ávísar
fortreytir eru, sum avmarka polit
isku arbeiðsumstøðurnar. Eitt er
sjálv politiska samansetingin av
samgongum, annað er búskaparligu,
vinnuligu og samfelagsligu um
støðurnar annars. Politiskt skuldu
samgonguflokkarnir góðtaka ym
iskar neyðsemjur, men høvuðs
uppgávan var at bjóða øllum
trupulleikunum, sum stóðust av
fíggjarkreppuni, av. Her skuldu
ymiskar sparingar fremjast, men
samstundis
skuldi
hetta
raka
einstøku borgarnar sum minst.
Hetta hevur í rættiliga stóran
mun eydnast, sum sæst av tí
sum frammanfyri er nevnt um
búskaparliga og vinnuliga fram
gongd og minkandi arbeiðsloysi.
Eisini er landskassans hall í ávísan
mun minkað.
Politiska orðaskifti millum sam
gongu og andstøðu hevur verið
harðligt, ja andstøðuálopini – hjálpt
av sonevndum viðmerkjarum –
hava ofta verið beinleiðis ótiltal
andi. Serliga hevur verið lagt eftir
Fólkafloksumboðunum í landsstýr
inum, ikki minst eftir fíggjarmála
ráðharranum, fyri tey tiltøk tey
hava staðið fyri. Misbrotini hjá
teimum hava í høvuðsheitum verið,
at tey hava framt tann politikk,
sum tey fóru til val uppá. So heldur
má sigast, at tey hava gjørt eitt
dygdargott arbeiði.
Næstan dagliga er samgongan
– og serliga fíggjarmálaráðharrin
- álopin fyri at hava veitt skatta
lætta og gjøgnumført tann sokall
aða flatskattin, sum ikki er serliga
flatur. Eisini hava álopini verið
hørð um broytingarnar av pen
siónsskattinum. Veruleikin er, at
hetta eru sera skilagóð tiltøk. Per
sónskatturin inniheldur ein hampu
liga stóran botnfrádrátt, sum so
líðandi kann hækkast, og harafturat
kann sum frálíður skattaprosentið
uppá 40 lækkast eitt sindur.
Eisini eigur at verða arbeitt fyri
at hækka kommunuskatta botn
markið so líðandi. Viðvíkjandi
pensiónsskattinum er at siga, at
hesin fer at vera til fyrimuns fyri
fólk, tá tey koma til pensiónsaldur
og fáa útgoldið pensiónina uttan
frádrátt av skatti. Tó skal helst
onkur smávegis justering gerast á
hesum øki. Spurningurin er eisini,
um ikki onnur lond fara at innføra
eina líknandi skipan um nøkur ár.
Í heila tikið kann sigast, at broyt-
ingarnar í skattaskipanini hava
verið sera meðvirkandi til at tað
loysir seg betur at arbeiða, og harvið
til tað minkandi arbeiðsloysi.
Eitt hjartasuff
Politiska skipanin og eitthvørt
landsstýri arbeiðir sjálvandi við
eini fjøld av málum, og tað vil
altíð vera okkurt, sum ein kundi
ynskt sær øðrvísi. Her hugsi eg um
blokkstuðulin. Tað er ikki lætt at
sleppa av við blokkstuðulin, men
hann er skaðiligur fyri føroyska
samfelagið. Í fleiri ár hevur hann
staðið í stað, men nú er hann farin
at hækka so líðandi aftur. Ein slík
hækking eitt ella tvey ár ávirkar
ikki so nógv, men um slík skipan
verður varandi fær hon óbøtandi
fylgjur. Í staðin fyri eina árliga
hækking uppá 1-2 % so fái heldur
í lag eina skipan við eini lækking
uppá 1-2 % árliga.
Sæð út frá einum heildarsjónarmiði er
nógv, sum bendir á, at fíggjarkreppan
er við at hasa av í Føroyum