hósdagur 9. januar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein TROJKA
Heri Mohr
Julia
Timosjenko,
fødd
27.11.60 í Ukraina: doktara
ritgerð í búskapi; ukrainskur
politikari; tvær ferðir for
setismálaráðharri, fyrst eitt
lítið ár í 2005 og so aftur í
2007-2010; í 2011 dømd í 7
ára fongsul, tí hon sum for
setismálaráðharri hevði út
vegað Ukraina bíliga olju. Í
fongslinum hevur Julia Timo
sjenko skrivað minningarorð
um Nelson Mandela. Orðini
stóðu í Kristeligt Dagblad 10.
december og eru soljóðandi:
”Fólk vilja vera við, at
í fongsli koma kenslur av
máttloysi og erkvisni. Men
satt at siga er tað beint øv
ugt við einum politiskum
fanga, enntá um hann fer i
hungursverkfall. Sum fangi
havi eg fyrst og fremst verið
noydd til at hugsa um tað,
sum serliga viðvíkur mær,
mínari politisku áskoðan og
mínum landi. Eg havi kensl
una av at standa saman við
teimum djørvu kvinnum og
monnum, gomlum sum ung
um, sum eru savnað saman
í Kiev og øðrum býum fyri
at verja dreymin um eina
demokratiska og europeiska
framtíð. Í fongslinum eru
tínar vónir og tínir dreymar
veruleikin.
Eg eri vís í, at Nelson
Mandela hevði fatað mínar
kenslur og sagt seg vera
samdan við mær.
Tað
suðurafrikanska
apartheidstýrið beindi hann
burtur í næstan trý ára
tíggju, men í teimum stóru
mótmælunum fyri frælsi
og javna í Soweto og øðr
um støðum hevur Nelson
Mandela verið fyrimynd, og
teir ungu suðurafrikanarar
nir hava havt kensluna av
hansara hjáveru.
Um allan heim fegnast
fólk nú av røttum um,
hvussu Mandela við mildari
tign fekk Suðurafrika úr
tí villingarsomu og fløktu
politisku støðuni.
Sjálv kann eg her í rima
búri – varðhildin frá morgni
til kvøld og hvørja nátt á sama
hátt, sum honum var fyri so
leingi – mana fram varman í
hansara breiða smíli, hansara
glaðlyntu eygu og tær litføgru
hawaiiskjúrturnar, sum hann
bar við stíli. Og eg hámeti
hansara avgjørdu ætlanir um
semju. Tær bjargaðu hansara
landi undan rasukríggi, sum
varð hildið ógjørligt at sleppa
undan av teimum, sum nokt
aðu at góðtaka endan á tí
hvíta minnilutastýrinum. Tey
fóru heilt skeiv, og Mandela
framdi eitt undur við at fáa
sjálvt sínar mest harðrendu
fíggindar at kenna seg heima
í Suðurafrika eftir apartheid.
Men her á hesum staði
er tað ikki statsmaðurin
Mandela, sum rørir mína
sál og festir í mítt tankaflog.
”Mín” Mandela er fangin á
Robben Island, sum noydd
ist tola 27 ár í fongsli, 18 av
teim á einum hólmi úti í
Suðuratlantshavinum – og
hóast hetta kom út andaliga
óskaddur og vælsettur við
hugsjónum um eitt frílynt og
bjargað Suðurafrika, enntá
við plássi fyri teimum, ið
skaptu apartheid og áttu øll
framíhjárættindi í landinum.
Endin á tí hvíta stýrinum fór
fram uttan útreinsing. Eing
in fólkajagstran og eingin
deyðarevsing uttan rættar
mál. Tað einasta, Mandela
kravdi, var, at sannleikin um
fortíðina kom fyri ein dag.
Við at stovna Sannleika-
og
Semjukommissjónina
fann Mandela ta einastu
gongdu brúnna millum ta
rasistisku fortíðina í hansara
landi til nútíð og framtíð fyri
øll ættarsløg. Hetta var ein
samanrenning av politiskum
snildi og gløggskygni, sum
einans teir størstu leiðararnir
megna at fremja.
Mandela megnaði at leiða
Suðurafrika til frælsi, tí hann
dugdi at síggja framtíðina
greiðari enn teir, ið høvdu
livað øll apartheid-árini utt
an fyri fongsulsmúrarnar.
Hann átti tann sjáldsama
bjartleikan í sínari moralsku
hugsjón, sum fongslið kanska
meira enn nakað annað um
hvørvi kann stimbra.
Eisini Aleksander Solsje
nitsyn fann sín greidleika
sum fangi. ”Tað gjørdist
mær so líðandi greitt, at
markið millum gott og ónt
ikki gongur gjøgnum lond
ella stættir og heldur ikki
gjøgnum politiskar flokkar
– men beint gjøgnum hvørt
mannahjarta og gjøgnum
tey øll,” skrivaði hann í
Gulag Oyggjahavið. ”Markið
broytist … Og sjálvt í hjørtum
við óndskapi er fótafesti
til eitt lítið vet av góðsku.
Og í sjálvt teimum bestu av
øllum hjørtum … er eitt sind
ur av óndskapi, sum ikki er
lúkaður burtur.”
Evnini at skoða manna
sálina innan, greiðari enn tey
flestu, er ein av teimum fáu
eginleikunum, sum fongsling
kann geva. Tá ið ein noyðist
at sanna sítt egna viðkvæmi
og sína avbyrging og sín sakn,
lærir ein at skoða hjartans
vegir – hjá sær sjálvum og hjá
sínum fangavørðum.
Mandela
var
sjálvur
ímyndin av hesum sjáldsomu
gávum. Hvussu kundi hann
annars bjóða sínum fanga
vørði frá Robben Island við
til sína tilnevning sum fyrsti
demokratiskt valdi forseti?
Sjálvandi var tað ein stál
settur vilji og hásinni, sum
tá myndaðu Mandela. Fyri
sína egnu søk bar hann
sína fangasetu. Og hann bar
sínar líðingar púra greiður
um, hvørjar pínslur hetta
gav familjuni. Kortini fall
hann ikki í fátt og hoknaði
ikki undir hesari vreiði, sum
hevði uppslúkt flestu onnur
menniskju.
Mandelasa egnu orð um
dagin, tá ið hann varð leys
latin, vísa, sum altíð, hvussu
væl hann skilti hetta: ”Tá ið
eg lat upp hurðina og gekk
móti portrinum, sum fór at
føra meg til frælsi, visti eg, at
um eg ikki lat mín beiskleika
og mítt hatur liggja eftir, fór
eg framvegis at vera fangi.”
Og júst eins og Mandela,
innilæstur í sínum kliva,
visti, at apartheidskipanin
ein dag fór at falla, veit eg í
mínum einsemi, at Ukrainasa
endaligi sigur sum eitt euro
peiskt fólkaræði er tryggj
aður.”
Mikhail Khodorkovskij er
føddur 26. juni 1963 í Moskva.
Við góðari skúlaútbúgving og
óivað við góðum viti og skili
keypti hann 27 ára gamal ein
banka. Seinni gjørdist hann
eisini forstjóri í ovurstóra
oljufelagnum YUKOS við
partaeigarum í túsundatali
og var kanska størsti skatt
gjaldari í Russlandi. Hann var
høgt virdur, og hann veitti
stórar upphæddir til ment
anarendamál. Í 1993 tilnevndi
Boris Jeltsin, forseti, Mikail
Khodorkovskij, tá bert 30 ára
gamal, til orkumálaráðharra.
Í 2003, tá hann óivað var
ríkasti maður í Russlandi,
varð hann handtikin í sínum
flogfari og ákærdur fyri
skattasvik og seinri dømdur
10 ár í fangalegu. Allar hans
ara og felagsins ognir í ótald
um milliardum vórðu ognar
tiknar av tí russisku stjórnini,
sum Putin stóð fyri.
Tann 19. desember 2013
kunngjørdi Putin, at Duma
in, tað lóggevandi valdið í
Russlandi, hevði veitt Mik
hail Khodorkovskij, nú 50 ára
gamal, amnesti sama dag.
Dagin eftir vórðu hann og
sonur hansara væl móttiknir
av kendum fólki í Berlin, og
tann virda tíðindastovan
BBC hevði fingið í lag áhuga
verda sjónvarpsviðtalu við
feðgarnar. Hann segði m.a.,
at hann ætlaði sær at virka
fyri rættvisi í Russlandi utt
an tó at fara upp í aktivan
politikk.
Dámligir og vakrir menn,
útstrálandi persónligheitir
báðir tveir.
Meðan MK var í varðhalds
fongsli í Moskva, áðrenn
hann varð læstur inni í
fongsli í Sibiria, skrivaði und
irritað honum bræv 2. mars
2005:
Dear Sir.
The writer of this letter
has read your article ”Letter
from a russian prison” publis
hed in the danish newspaper
Weekendavisen 18.-24. Febru
ary this year.
Your article is in my
opinion of such a strenght
and character that it ought
to be open for small living
languages – say faroese,
which is my mother tongue.
That is the reason why
I ask you politely if this
article in question with your
permission can be published
in the local magazin Skáin in
faroese translation?
Shortly I can tell you that
my home country is Faroe
Islands, situated between
Shetland Isles and Iceland.
Faroe Islands are concisting
of 18 islands with 48000 in
habitants. Politically we are
a part of Denmark – but with
a thousand years old parlia
ment called Føroya Løgting.
Awaiting your esteemed
reply I wish you luck and
good health, remaining yours
faithfully.
Hann hevur vallað fingið
brævið.
Hesi trý jagstraðu og fongsulspíndu: Nelson Mandela, Julia Timosjenko
og Mikhail Khodorkovskij; ein vøkur, máttmikil, framfúsandi TROJKA;
– fyrimynd hjá øllum, sum berjast fyri friði og rættvísi
Okk, okk, Trojka… hestar, hestar,hestar í fúkandi ferð við stormi í faksinum… og eldhuga frá Gudi…(Gogol).