Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góði Eyðstein Eyðstein Leonsson Johannessen f. 12. mars 1978 – d. 25. september 2013 Við hesum vakra sangi, sum vit sungu til tína jarðarferð ynski eg, at senda mína seinastu heilsan. So beiskur ofta veruleikin er, sum at síggja henda unga mannin her! Fyri stuttum hann sum blóma frískur stóð, men deyðin við tí køldu hond hann sló. Hann fróur og lívsglaður altíð var, hans smíl ei brosar meiri móti tær! Hvør saknar hann. Tað eru sikkurt nógv, hann fúsur var á landi og á sjógv. Teim ungu hann á odda ofta var hvør tekur plássið eftir honum har? Tað verður tómt títt minni goymast skal, tú ikki hoyra kann til títt farvæl. Tær bønir eru sikkurt komnar væl, har sál tín nú um ævir vera skal; hvør kennir hjartans loyndarmál og ráð, hvat veit man um hvat tú í sýstum sá. Dagsins arbeiði hjá Eyðstein endað er, sum hann, ver trúgvur alla tína ferð; hans troytta likam kundi hvílu fá, Guð stilla kann hvørt hjartans djúpa trá. Til síðst farvæl og hvíl í friði her, títt sakn er stórt ímillum okkum her; Guð troysti tey títt hjarta hevði kær, Hann eina veit hvat okkum gagnligt er. Góði Eyðstein, øll tey góðu minnir eg havi um teg, vil eg goyma í mínum hjarta og ongin kann taka tey frá mær. Fyri síðstu ferð vit skiljast, á fold ei møtast meir. Men í tí ljósa himli vit møtast aftur fleir. Tey sorgartár, nú renna, tí stundin er so svár, vit tá ei meira kenna - bert einans gleðistár Hav tøkk, vár kæri Eyðstein fyri hvørt minni gott. Tú altíð vildi hjálpa í stórum sum smátt. Ei kann ein meira geva enn ofra sjálvan seg. Tað gjørdi tú, vár Eyðstein, tú ofraði teg. Hvíl í friði elskaði Eyðstein Fastir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gleddu meg og familju mína á fermingardegnum 14. apríl 2013. Eisini ein tøkk til øll, sum hjálptu til hendan dagin. Somuleiðis vil eg ynskja øllum eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Heilsan Birgir Knudsen Føðingar Tann 25. desember fekk Dávid ein lítlan beiggja. Hann var 51 cm og vigaði 3700 gr. Foreldrini eru Hildigunn og Jákup Hansen, Tórshavn. 24. desember kl. 04.06 fingu Krista Beck og Poul Martin H. Joensen, Vágur, ein son. Hann var 48 langur og vigaði 2560 gr. 7. januar kl. 01.26, var dóttir okkara Lusia av Fløtum fødd. Hon var 52 cm long, og vigaði 3790 gr. Foreldrini eru Ruth og Andrew av Fløtum.