hósdagur 9. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Samstarv millum føroysk lesandi uttanlands og fyritøkur í Føroyum hevur fyrimunir fyri
báðar partar, og tí eigur meira at verða gjørt við at samstarva. Tað sigur 28 ára gamla
Guðrun Winther, sum sjálv er Phd.-lesandi í Århus og fegin vil knýta sína verkætlan at eini
føroyskari fyritøku. – Samstarv kann gerast ein avgerandi faktorur fyri, hvørt høgt útbúnir
føroyingar koma aftur til Føroya ella ikki, tá útbúgvingin er liðug, sigur Guðrun Winther
Rannvá G. Fossaberg
Guðrun Winther er ein av
teimum mongu føroying
unum, sum er undir útbúgv
ing uttanlands. Síðani 2006
hava hon, unnustin og 11
ára gamli sonurin búð í
Århus í Danmark, har hon
í løtuni arbeiðir við eini
Ph.d verkætlan. Evnið fyri
verkætlanina er samspælið
millum fiti og útvikling av
tunglyndi og sukursjúku.
Tá stóra starvsstevnan
Jobmatch
var
seinast
í
desember mánaði, var eisini
Guðrun Winther millum tey
mongu, sum luttók á stevn
uni fyri at koma í samband
við føroyskar fyritøkur og
stovnar.
– Høvuðsorsøkin, til at eg
ynski at samstarva við eina
føroyska fyritøku ella stovn,
er, at eg fegin vil flyta heim
aftur til Føroya, tá eg eri liðug
við útbúgvingina í 2016. Og tá
haldi eg, at tað er ein stórur
fyrimunur fyri meg, at eg
longu tá havi eitt netverk, so
leiðis at eg kann brúka mína
útbúgving og førleikar, sigur
Guðrun Winther.
Fyritøkurnar
eru varnar
Verkætlanin
hjá
Guðrun
Winther er mett at kosta 1,5
milliónir krónur. Sum Ph.d
lesandi søkir tú um stuðul
ymsastaðni til tína verk
ætlan, og higartil hevur
Guðrun
Winther
fingið
meginpartin av upphæddini
fíggjaðan. Henni hevði dámt
væl, at samstarva við eina
føroyska fyritøku, soleiðis at
hon kann knýta verkætlan
ina til Føroyar og føroysk
viðurskifti.
– Í slíkum førum er upp
lagt at fara á eina starvs
stevnu sum Jobmatch, har
lesandi og fyritøkur kunnu
hittast og gera møguligar
samstarvsavtalur,
sigur
Guðrun Winther.
Men tað er ikki heilt lætt
at fáa føroyskar fyritøkur at
stuðla slíkum granskingar
verkætlanum.
– Fyrst og fremst er
politiska játtanin til gransk
ing ein ávís upphædd, sum
ger, at ikki øll, sum granska,
kunnu fáa stuðul, men eg
ivist ikki í, at í fleiri førum
mangla føroyskar fyritøkur
og stovnar vitan um gransk
ingararbeiði. Men tað er
umráðandi, at tey lesandi
duga at vísa fyritøkunum á,
hvussu ein granskingarverk
ætlan kann vera til fyrimuns
fyri ta einstøku fyritøkuna
ella stovnin. Kenna tey fyri
munirnar, er lættari at fara í
eitt samstarv, sigur Guðrun
Winther, sum tó skilir, at
føroyskar fyritøkur vísa eitt
ávíst varsemi.
Samstarv gevur úrslit
At føroyskar fyritøkur og
stovnar stundum aftra seg
við at samstarva við føroysk
lesandi í útlandinum, kann
hava nakað at gera við, at tey
hava ilt við at síggja, hvussu
ein slík íløga kann verða
teimum til fyrimuns.
– Skulu tey tíma at
stuðla, skulu tey merkja,
at tey fáa nakað burturúr
og vilja síggja, at stuðulin
og samstarvið hevur eina
jaliga ávirkan. Og just teir
fyrimunirnir, sum eru við
samstarvi millum lesandi
útisetar og føroyskar fyri
tøkur, eru kanska ikki nóg
eyðsýndir, heldur Guðrun
Winther fyri.
Hon heldur, at føroyskar
fyritøkur og stovnar eiga
at gera sær meira dælt av
útisetunum, sum eru undir
hægri útbúgving.
– Tað er ímeðan tey les
andi eru í gongd við útbúgv
ingina, at fyritøkur og stovn
ar kunnu fáa ágóðan av, at
lesandi hava atgongd til nú
tímans útgerð, dáta og aðr
ar hentleikar, sum annars
ikki eru tøk, sigur Guðrun
Winther og heldur fram:
– Føroyingar við eini
hægri
útbúgving
kunnu
sum heild gagna landinum
við so nógvum meira enn
bara fakligu vitanini innan
eitt avíst evnið, sigur Guðrun
Winther og sipar til, at tú sum
Ph.d lesandi lærir at leiða
verkætlanir, skriva umsóknir,
undirvísa, leiða fundir og so
framvegis. Við øðrum orðum
lærir tú teg í prosessini at
brúka nøkur ávís amboð,
sum kunnu nýtast í øðrum
samanhangum enn bara í
útbúgvingartíðini.
Gagnar vinnulívinum
Guðrun Winther ivast ikki
í, at fleiri av teimum verk
ætlanunum, sum føroysk
lesandi arbeiða við, kunnu
verða føroyska vinnulívinum
til fyrimuns.
Hennara egna verkætlan
kann hava eina jaliga ávirkan
eitt nú føroysku fiskivinn
una.
– Í verkætlanini, sum eg
arbeiði við, kanni eg, hvønn
týdning kosturin, sum ein
kvinna etur, meðan hon er
við barn, hevur fyri barnið og
í sambandi við sjúkur, sum
hetta barnið møguliga kann
fáa sum vaksið. Úrslitini
kunnu hjálpa okkum at
gera leiðreglur fyri, hvat ein
barnakona eigur at eta, og
annars geva okkum vitan
um, hvussu foreldur longu
frá tí at barnið er í móðurlívi,
kunnu
ávirka
við
kosti,
greiðir Guðrun Winther frá
og heldur fram:
– Tað er serliga í sambandi
við viðgerðarhættir, at úrs
litini frá hesi verkætlanini
kunnu beinleiðis ávirka før
oyskt vinnulív, tí longu nú
Stórir
fyrimunir
við samstarvi