hósdagur 9. januar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vita vit, at feittsýran omega3
spælir ein stóran leiklut. Tað
vil siga fiskavørur sum laksur
og makrelur kunnu gerast
rættiliga
týdningarmikil,
og har er tað, at føroyska
fiskivinnan kann fáa ein
ágóða. Mann kundi til dømis
útvunnið feittið frá laksi og
brúkt tað í viðgerðini. Har
afturat kann hugsast, at
fólk gerast meira tilvitað um
týdningin av at eta hesa feitt
sýruna, og sostatt økist eftir
spurningurin av laksi, greiðir
Guðrun Winther frá.
Enn hevur hon ikki gjørt
nakra endaliga samstarvs
avtalu við nakran føroyskan
stovn ella fyritøku, men hon
dylir ikki fyri, at tað hevði
verið
stuttligt,
at
knýtt
Føroyar at verkætlanini.
– Eg og familjan vilja fegin
flyta heim aftur til Føroya, tá
eg eri liðug við útbúgvingina.
Men tað er týdningarmikið,
at eg havi eitt netverk í
Føroyum, soleiðis at eg kann
brúka mína vitan og førleikar,
tá eg komi heimaftur, sigur
Guðrun Winther.
rannva@sosialurin.fo
Um verkætlanina hjá Guðrun Winther:
»Samspælið millum
feitan kost og íløgu
aktiviteti (epigenetiskari
programmering)«
Depressión, eisini kallað tunglyndi, er ein vaksandi fólka
sjúka í okkara heimsparti, eins og øðrum heimspørtum
við. WHO hevur met at tunglyndi verður tann størsta
fólkasjúka í heiminum í 2030. Í dag eru umleið 200.000
danskarar, ið hava tunglyndi. Kanningar vísa at umleið
5% av fólkinum í Føroyum hava við vissu okkurt slag av
tunglyndi.
Harumframt er fiti og sukursjúka, eisini nevnt
Typa 2 diabetes (T2D), við sum ein av teimum størstu
heimssjúkum. Orsøkin kann vera okkara »vesterniseraða
liviháttur«, ið tykist vera heldur fysiskt inaktivur og við
heldur høgari inntøka av kalorium og feitti.
Umráðandi er, at stórar kanningar vísa, at tunglyndi
og T2D ganga hond í hond (Co-morbid). Tad eru
yvirlappandi ástøði um árin, ið elva til tunglyndi, verandi
hugsanarstøðan (hypotesan) um heila neurotransmittara
dysfunktión (e.g. serotonin, noradrenalin og glutamat),
um neuroplasticitet, stongd, hormon ávirkan,
immunverjan, ávirkanin av áhaldandi inflammatión, og at
sjúkan kann byrja menning sína í móðurlívi.
Við verkætlanini vil Guðrun Winther vísa á, at feitur
kostur í móðurlívi kann elva til eina byrjan á hesar nevndu
sjúkur og at við øðrum sunnum feitti kannar hon, um tað
kann fyribyrgjast. Guðrun nýtir omega-n3 feittsýru, ið er
at finna í laksi og øðrum pelagiskum fiski.
– Tað er mín sannføring, at henda Ph.d. verkætlan
hevur stóran almennan týdning og ikki minni –
eisini føroyskan seráhuga vegna stóra laksa- silda
og makrelumhvørvið í Føroyum, sum vitiligt hevur
stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar, sigur Guðrun
Winther.
– Jobmatch er ein sera góður møguleiki hjá okkum lesandi
at koma í samband við ymsar fyritøkur. Starvstevnan er
góð fyri okkum lesandi uttanlands, sum ynskja at flyta
heimaftur, sigur Guðrun Winther, sum á myndini prátar
við Anniku Soll frá Granskingarráðnum á Jobmatch 2013