hósdagur 9. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
StarvSlýSing
Eftirlitsfólk í tíðaravmarkað starv
á matvørudeildini – endurlýsing
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir tveimum
eftirlitsfólkum til tíðaravmarkaði størv á matvørudeildini.
Arbeiðsuppgávurnar
Kunnu vera innan hesi øki: løggilding, góðkenning, skráseting og eftirlit við mat
vørueindum, herundir fiskavirkir, verksmiðuskip, vatnverk, smásølur, matstovur,
stovnskøkar, mobilar eindir, bygdarhús, hjáframleiðslur (ikki til matna) og aling av laksi.
Krøv til útbúgving og førleika
tú skalt hava akademiska ella tekniska útbúgving, so sum djóralækni, matvøru
kandidatur, matvøruverkfrøðingur, matvøruteknikari ella tilsvarandi útbúgving. tú skalt
kunna samstarva og arbeiða sjálvstøðugt og samskifta væl í skrivt og talu. Eisini skalt
tú hava koyrikort og kunnleika til KT skipanir.Vit sóknast eftir fólki við áræði, sum
megna at fasthalda yvirlit í eftirlitsarbeiðinum.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á matvøruøkinum,
saman við dugnaligum starvsfólkum.
Setanarviðurskifti
Størvini eru ávikavist til 31.12.2014 og til 31.07.2014. Størvini eru fulla tíð og verða
sett skjótast gjørligt. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið, sí www.lnd.fo.
Umsókn
Umsóknir til størvini við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Falkavegur 6, 100 tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi hin 24. januar 2014.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara, tel. 556419.
MARJUN ARGE SIMONSEN
Hvussu orða vit okkum á rættan hátt
Bókin er at
fáa í bókhandlum
kring landið
Krónur
129