hósdagur 9. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla
Lestrarbyrjan í januar 2014
Komandi lestrarhálvu er møguligt at taka hesi modul á hægri útbúgvingum á Føroya Handilsskúla:
AKADEMIÚTBÚGVING – AÚ
Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin
ynskir og tørv. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn. AÚ er sett saman
av 6 modulum. Til ber at velja ymiskar breytir eitt nú innan búskap,
marknaðarførslu og leiðslu.
Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út í Tórshavn:
STRATEGISKUR LEIÐARASKAPUR
SØLUSÁLARFRØÐI OG GRUNDLEGGJANDI SØLA
VINNUBÚSKAPUR
BROYTINGARLEIÐSLA
Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út á Kambsdali:
SØLUSTRATEGI
ALTJÓÐA BÚSKAPUR
HD 1. PARTUR
HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin
verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus
Universitet. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í
september 2014. Tú kanst eisini velja stakar lærugreinir.
Komandi lestrarhálvu ber til at taka staka:
RÁÐLEGGING AV INNANHÝSIS OG UTTANHÝSIS
SAMSKIFTI HJÁ VIRKINUM
Lestrarbyrjan á øllum modulum er treytað av, at nóg
nógv tekna seg.
Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo
FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf 317177
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Byggi- og umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar
kommunu søkir eftir dugnaligum fólki til spennandi
og avbjóðandi starv, har tú serliga kemur at arbeiða
við umhvørvismálum.
Tórshavnar kommuna ynskir at raðfesta umhvørvi-
søkið høgt, og fært tú møguleika at gera tína ávirkan
galdandi saman við dugnaligum starvsfólki í
umsitingini.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava:
•
Hóskandi útbúgving, helst frá hægri lærustovni
umframt royndir og kunnleika innan yrkið
•
Royndir innan almenna fyrisiting er ein
fyrimunur
•
Lætt við at orða seg munnliga og skrivliga á
Føroyskum
•
Teldukunnleika á brúkarastigi
Persónligir eginleikar
Dentur verður lagdur á:
•
at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
•
at tú ert fyrikomandi
•
at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært
sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Marius Müller,
deildarleiðara, ella Jákup Egholm Hansen tekniska
stjóra, á telefon 302010.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir verður at senda til Tórshavnar komm-
unu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi
fríggjadagin 24. januar 2014. Merkið umsóknina
„Umhvørvisfólk“.
Byggi- og umhvørvisdeildin er partur av teknisku
fyrisitingini í Tórshavnar kommunu og heldur til í
bankabygninginum í miðmiðbýnum í Havn.
STARVSFÓLK TIL BYGGI-
OG UMHVØRVISDEILDINA