hósdagur 9. januar 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
5
VIKUSKIFTI
Fjølmiðlar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Framtíðina kenna vit ikki, men vit
kenna fortíðina!
Soleiðis tekur Suni Merkistein til,
tá tosið fellur inn á yrkisleiðina, sum
hann valt sær. Ella kanska rættari
genruna innan yrkisleiðina, sum hann
hevur valt sær.
Júst nú er hann kanska mest í
brennideplinum sum limur í eini
dómsnevnd, sum á nýggjárinum
framdi eina heldur umstrídda nomi
nering, men í gerandisdegnum hevur
hann vunnið sær eina støðu, har
hann í hugaheiminum hjá nógvum
føroyskum sjónvarpshyggjarum er
fremsti dokumentarframleiðarin her
á landi. Sendingar hava verið um eitt
nú bragdið í Landskrona, Merkið,
tjóðsangin, 66-liðið hjá KÍ og 70’ara-
liðið hjá TB. Næsta málið er at gera
eina dokumentar um Havnarbátin, ið
mest sum átti kappróðurin í 70’unum.
Men her og nú er tað “Minnist tú enn”,
ið mest sum myrkaleggur gøturnar, tá
sendingin er á skíggjanum.
Byrjaði við jólaborðhaldið
Tað var kanska ikki hetta, sum lá í
luftini, tá táverandi mentamálaráð
harrin, Jógvan á Lakjuni slepti bumb
uni um, at Sjónvarpið og Útvarpið
skuldu leggjast saman í ein stovn –
Kringvarpið.
– Tað er eingin ivi um, at tað tók
sína tíð at samansjóva stovnin. Hetta
kom jú brádliga, og fram til fyri heilt
stuttum var talan eisini um tvey
arbeiðspláss, tí stovnurin var jú ikki
savnaður á einum stað, sigur Suni,
sum ikki var tann í Sortudíki, sum
rann skjótast móti myndatólinum,
nú møguleiki eisini var at sleppa á
skíggjan.
Fyrsta royndin í so máta var helst,
tá hann var vertur í nýggjárssending
á gamla Reinsarínum, og eisini legði
hann rødd til sendingarnar um klaks
víksstríðið.
– Hetta seinasta var tó meira av
tilvild, tí okkurt forfall var, minnist
meg rætt. Eg hevði ongar ambitiónir
í so máta, men á einum jólaborðhaldi
hjá Kringvarpinum spurdi Hans Petur
Hansen meg, um eg ongan tíð hevði
hugsað um at gjørt onkra sjónvarps
dokumentar um føroyskan tónleik.
– Hetta var í veitsluhøpi, og tí
nýttist álvarin ikki at verið so stórur.
Men Hans Petur er ein av okkara
fremstu framleiðarum, og tí hevði
tað eina ávísa tyngd, tá hann helt, at
hetta hevði ligið væl fyri hjá mær. So
í øllum førum varð fræið sátt.
– Eg var heldur ikki heilt óroyndur
innan dokumentar. Í útvarpshøpi hevði
eg gjørt onkra tónleikadokumentar.
Eitt nú »Varðar á leiðini«, søguna
um the Beatle og sendingar um Kára
P. Í so máta var talan kanska bara um
eina visualisering av tí, sum eg longu
hevði roynt meg við.
– Men eg veit ikki heilt, hví talan
somikið ofta hevur verið um júst
tónleik. Sjálvandi havi eg – serliga
sum yngri – lurtað nógv eftir tónleiki,
men eg havi so ongan tíð verið tann
mest progressivi lurtarin.
– Hinvegin hava tónleikadoku
mentarsendingar altíð verið raðfestar
ovarliga hjá mær. Ber tað til, so hyggi
eg, tá eitt nú BBC sendir slíkar, og
detti eg fram á onkra tónleikasøgu
í einum handli, so verður hon ofta
keypt.
Avmarkað til 4X30 min
Jólaborðhaldið, har fræið varð sátt,
varð hildið í 2008, og tað gekk fram
vegis rúm tíð, áðrenn nakað ítøkiligt
spurdist burturúr.
– Tað var ikki fyrr enn í 2010, at
hetta gjørdist veruleiki. Vit løgdu
hugskotið um eina føroyska tónleika
søgu fram, og okkum varð játtað at
gera fýra sendingar.
– Sjálvur helt eg, at talan skuldi
vera um sendingar, sum vóru á leið
ein tíma til longdar, men hetta, segði
Hans Petur, fór als ikki at bera til.
Tí við hesum vildu sendingin skjótt
gerast óáhugaverd. Hann seðgi, at tær
í allarmesta lagi skuldu vera 35 min
uttir, so har vóru alt fyri eitt nøkur
ting, sum eg skuldi venja meg við
– Og tað var eisini galdandi í aðrar
mátar. Sjónvarpið er ein annar miðil,
og tí skulu aðrir hættir nýtast til at siga
søguna. Eg má bara siga, at eg havi
verið sera heppin at hava Hans Petur
við í hesum. Bæði tí hann hevur lært
meg nógv, men eisini tí hann hevur
vitan um eina ørgrynnu av tilfari.
– Tað er jú ikki bara sum at siga tað,
tá somikið gamalt sjónvarpstilfar skal
finnast. Tú skalt kenna røttu miðini at
leita, og so er eisini at duga at velja,
hvørjar myndir møguliga rigga. Alt
skal eisini yvirspælast til talgildar
miðlar, og tað tekur sanniliga tíð. Er
upptøkan ein tíma, so tekur hon ein
tíma at spæla yvir, og av hesum skulu
vit kanska bara brúka ein minutt. So
tað eru nógvar vikur farnar hjá Hans
Peturi, bara við at spæla tilfar yvir á
talgildar miðlar, sigur Suni.
– So var sjálvandi eisini at gera
samrøður, og har byrjaðu vit við
Nikolinu og Simma. Eg havi so nýtt
tann teknikkin, at eg lati útsagnir hjá
tí, sum tosar, standa einsamallar, og tá
eg havi funnið mær allar hesar, byrji
eg at skriva mítt manuskript, sum eg
so lesi í bitum.
SMS byrjaði framhaldið
Tá 2010 var farið aftur um bak, vóru
tær fýra sendingarnar vorðnar til fimm,
men Suni var ikki heilt nøgdur.
– Tað vóru helst fleiri, sum hildu,
at vit við hesum høvdu fingið okkara
ríkiliga part av orkuni hjá stovninum.
Men at steðga í 1975 – júst sum før
oyskt tónleikalív veruliga byrjaði at
blóma – var at gevast í hálvum gekki.
Tí var mín ætlan allatíð, at vit skuldu
gera fleiri sendingar. Men eg skilti
eisini, at vit neyvan fingu pengar til
hesar alt fyri eitt.
– Hans Petur og eg prátaðu tó
onkra tíð um hetta, og tá eg í summar
var sunnanfyri og ferðaðist, sendi eg
honum ein dagin eini SMS-boð, har eg
spurdi, um hann var tilreiðar. Svarið
var stutt og greitt »ja«, og so var hann
farin ígongd við at leita.
– Hesa ferð var lættari at fáa liv
andi myndir. Ikki minst eftir 1984,
tá Sjónvarpið kom. Men framvegis
skuldi tilfarið finnast og yvirspælast
til nýggja miðilin. Fjølbroytni í til
farinum hevur eisini givið okkum
møguleika at gera sendingina nakað
breiðari, soleiðis at hon partvíst eisini
riggar sum tíðarlýsing. Har er Hans
Petur aftur sera sterkur, tí hann dugir
so væl at síggja, hvørjar upptøkur
kunnu brúkast til at siga eina søgu.
Dámar at siga søgur
At Suni soleiðis er vorðin ein tann
fremsti dokumentar-framleiðarin
hjá Kringvarpinum stendur kanska í
andsøgn til eina aðra av stóru upp
gávum hansara. Nevnliga beinleiðis
frásagnirnar. Tá er tað her og nú,
meðan dokumentar-kynstrið er aftur
lítandi.
– Tað er kanska ein andsøgn, men
kortini eru hesi bæði nakað, sum mær
dámar framúr væl at arbeiða við.
Vit minnast ikki
Eitt leyst prát á jólaborðhaldinum skumpaði Suna Merkistein til at
framleiða dokumentar-sendingar í sjónvarpshøpi. Sjálvur heldur
Suni tað vera meira spennandi at arbeiða við tilfari, sum staðfestir
fortíðina, heldur enn at røða um eina framtíð, sum vit einki kenna til
framtíðina