hósdagur 9. januar 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
6
VIKUSKIFTI
– Eg verði ongan tíð ein tíðinda
journalistur, sum tuskar aftur og
fram í tíðindameldrinum hvønn dag.
Og tað haldi eg eisini, at eg gjørdi
greitt, longu tá eg søkti starv í Útvarp-
inum fyri næstan fjórðings øld
síðani.
– Hinvegin dámar mær sera væl at
vera afturlítandi. Tá tú lítur at tí, sum
hevur verið, stendur myndin ofta sera
klár. Har er framtíðin aloftast meira
kám, tí tú veitst ikki, hvat hon hevur
at bjóða.
– Sjálvt tað at siga frá, hevur eisini
altíð hugtikið meg. Longu sum 10 ára
gamal fekk eg eina skrivimaskinu í
jólagávu. Hana hevði eg so brennandi
ynskt mær, tí eg vildi sleppa at umseta
eina Kim-bók, og tað man vera størsta
gávan, eg nakran tíð havi fingið.
– Kim varð umsettur, og í skúlanum
var eg so heppin, at vit vóru fleiri við
áhuga fyri sjónleiki. Har kom skrivi
maskinan eisini væl við. Eitt nú
skrivaði eg av og stytti leikritini til
bæði Álvaleikir og Sponsku flugu,
so tað at siga frá, er nakað, sum mær
dámar væl.
– Ítróttafrásagnir hava eisini mangan
hugtikið meg. Eg lurtaði javnan eftir
ensku frásøgumonnunum, tá teir søgdu
frá dystum, og her í Føroyum høvdu vit
jú Arge-feðgarnar, sum vóru tiknir úr
leikum. Onkra tíð eri eg eisini minutr
á, at eg sum smádrongur imiteraði
útvarping, meðan vit spældu bólt á
onkrari fløttu, so tann parturin er væl
eisini nakað, sum hevur ligið til mín.
Einsemið til tað betra
Beinleiðis frásagnir eru sjálvandi so, at
tá mikrofonin er sløkt, so er frí, men tað
er avgjørt ikki støðan við dokumentar
partinum.
Suni sigur eisini, at hann væl kann
tykjast asosialur, tá hann arbeiðir við
slíkum, men hann leggur dent á, at
hann trívist í hesum.
– Eg havi jú partvíst roynt hetta
fyrr. Eg havi skrivað nakrar bøkur,
og sum sagt eisini gjørt dokumentar í
útvarpshøpi, og tað er eitt arbeiðslag,
sum mær dámar væl. Ofta kann eg fara
til arbeiðis eitt leygarkvøld, tá eingin
annar er í Sortudíki, tí tá er friður at
arbeiða. Við slíkum tilfari dámar mær
best at fara í dýpdina og at gera mær
ómak. Og tá kann tað órógva, um tú
arbeiðir í vanligari arbeiðstíð, og fólk
koma inn á skrivstovuna við kaffikoppi
í hondini. Tað er sjálvandi eisini hugna
ligt, men tað er ikki altíð tað besta fyri
arbeiðslagið.
– Tað kann kanska sigast, at eg eri
ein marathonrennari heldur enn sprint
ari. Eg komi ongan tíð at vera tann,
sum ristir eina rúgvu úr ermuni upp
á mest sum onga tíð, soleiðis sum eg
havi sæð fleiri aðrar journalistar gera.
Men hinvegin veit eg, at yvir eitt longri
tíðarskeið, so skal eg nokk framleiða
líka nógv sum onnur.
Fimm partar eru framvegis eftir at senda av
»Minnist tú enn«, og síðani farið varð undir
seinna partin av sendingunum, hevur tað
verið greitt, at hesar sendingarnar skuldu
fevna um tíðarskeiðið frá 1982, tá fyrstu
fimm sendingarnar sleptu, og fram til 2005.
Valið er ikki heilt av tilvild, viðgongur
Suni, sum nevnir tríggjar høvuðsorsøkir.
– Fyrst og fremst, so merkir hetta –
um vit siga, at føroyskur poppur veruliga
byrjaði í 1955 – at tær 13 sendingarnar
soleiðis fevna um eitt 50 ára tíðarskeið.
– Hartil, so var júst 2005 eitt slag av
skilnaðarárið. Prix’ið varð hildið fyri sein
astu ferð, og eftir eitt ár við einum meira
ella minni bastardi, datt hetta slagi av
tónleikapallinum heilt burtur. Tað merkir
eisini, at vit eftir 2005 í nógv minni mun
hava tilfar, sum dokumenterar tann
partin av mentanini, sum tónleikur er.
– Eg havi eisini sagt fyrr, at Kringvarpið
í dag í nógv minni mun dokumenterar
mentan. Tá Sjónvarpið byrjaði á sinni,
hevði Finnbogi Ísakson sum krav, at ein
verulig mentanarsending skuldi vera
á skíggjanum í minsta lagi 14. hvønn
dag. Hetta ber við sær – hóast tøkniligu
avmarkingarnar, ið tá vóru, at vit nógv
betur kunnu dokumentera hendan partin
av tónleikasøguni sammett við í dag.
– Og í triða lagi, so er hetta eisini ein
afturlítandi sending. Kemur tú ov nær nú
tíðini, so er trupult at vera afturlítandi. Tá
ber eisini illa til at siga, hvørjir varðar standa
eftir av tí, sum verður framført. Uttan at
taka nakað frá Byrtu, so hevði eg hug at
smílast nú ein dagin, tá teirra útgáva varð
umrødd í Útvarpinum. Har vóru vertirnir á
einum máli um, at hetta var ein sera týðandi
útgáva, sum kom at hava stóra ávirkan á
framtíðina. Tað kann eg so bara smílast at,
tí tað hava vit jú ikki ánilsi fyri, heldur Suni.
Í mun til kynstrið at gera útvarp, so
hevur Suni Merkistein sannað, at í
sjónvarpsframleiðslu hava myndir
nar sera stóran týdning.
– Vit hava havt dømi um, at myndirnar
hava givið okkum søgur ella hættir at
siga søgurnar uppá. Onkra tíð er Hans
Petur komin við onkrari mynd ella onkrum
sjónbandabroti, sum er somikið gott, at
tað bara skal brúkast. Tá kann ein heil
søga byggjast uppá hetta, ella eisini kann
eg nýta hetta í mínum frásagnum.
– Gott dømi um hetta eru sendingarnar,
sum vórðu gjørdar um 80’ini. Tá eru
vit brádliga í teirri støðu, at ein rúgva
av myndatilfari er klárt, og har brúktu
vit hetta sum eina tíðarlýsing, sum við
støði í náttarlívinum og eisini politiska
lívinum kundi lýsa tær rembingar,
sum vóru innan tónleikaheimin.
– Annað dømi er frásøgnin um Vest
menn, har vit á
staðnum komu
eftir, at allir
hornasteinarnir
í bólkinum vóru
grannar sum
smádreingir.
Tá var Hans
Petur skjótur at seta teir á hvør sín
trappustein og síðani panorera við
myndatólinum, sigur Suni Merkistein.
Hann viðgongur tó samstundis, at tað
tíverri eisini finnast dømi, har søgur eru
sleptar, tí neyðuga myndatilfarið ikki er tøkt.
– Vit hava havt okkurt dømi, har eg havi
roynt at hildið fast um hugskot, men har
Hans Petur hevur staðfest, at vit ikki eiga
myndir, sum kunnu bera frásøgnina. Tað er
er sjálvandi minni hugaligt, men í slíkum
framleiðslum vil tað væl altíð verða soleiðis,
at tú onkra tíð mást gera nøkur kompromis.
Gevast í 2005
Myndirnar kunnu
avgera søguna
Myndir: álvur haraldsen