hósdagur 9. januar 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
7
VIKUSKIFTI
Hvat er títt starv?
– Løgtingskvinna.
Hetta er tín fyrsta løgtingsseta,
hvat dámar tær?
– Sera blandað, men heldur frægari nú enn
fyrsta árið. Tingstarvið er rættiliga serstakt og
ringt at venja seg við. Sakni kensluna frá øðrum
arbeiðsplássum, har man hevur starvsfelagar,
har øll arbeiða fram ímóti sama máli. Arbeiðið í
sjálvum tingsalinum er ofta stríggið, men nevndar
arbeiðið kann vera gott og serliga er arbeiði í og
rundanum Tjóðveldisflokkin og í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag stuttligt og uppbyggjandi.
Tú hevur verið føroyskur sendiharri
í Íslandi, hvussu var tann tíðin?
– Hon var fantastiska spennandi og mennandi.
Bæði fyri meg persónliga og fakliga, men eisini fyri
okkum sum familja – at skula klára seg í nýggjum
umhvørvi, læra eitt nýtt tungumál osfr. Tað var ein
serligur heiður at vera umboð Føroya í Íslandi og ein
daglig gleði at uppliva góðu og heitu sambondini
millum londini, bæði á stjórnarstøði og millum fólk.
Hvørji politisk mál brennur tú fyri?
– Eg brenni fyrst og fremst fyri einum sjálvstøðugum
og sjálvbjargnum Føroyum. Haldi veruliga tað málið er
smokkað ov langt aftur í hugaheiminum á føroyingum.
Fólk hava uppiborið eina greiða kós, har vit sjálvi taka
meir og meir ábyrgd av okkara viðurskiftum. Skúla- og
mentamál hava mín stóra áhuga, somuleiðis eri eg
upptikin av hvussu vit fáa fólkaræði at rigga betur
og at vit fáa ein nýggja stýrisskipan. Og so havi eg
stóran áhuga í viðurskiftum okkara við umheimin,
serliga at styrkja sambondini við grannarnar í útnorði.
Hvønn tónleik dámar tær best?
– Mær dámar allan møguligan tónleik, bæði klassiskt,
rock og popp. Bjørn Afzelius er og verður nr 1, tí
har eru bæði orð og løg sera sterk. Annars elski
eg tónleikin frá míni ungdómstíð í 80 árunum.
Hvat ger teg í góðum lag?
– Ein góðveðursdagur, har eg havi møguleika
at fara út og njóta veðrið. Gleðist sjálvsagt, tá
tað gongst børnunum væl og annars tá okkurt
í dagliga starvinum eydnast og man hevur eina
kenslu av at hava gjørt eitt gott avrik.
Hvat ger tú í frítíðini?
– Lesi rættiliga nógv og eri nokkso kropsliga virkin
við venjingum og dagligum gongu- og rennitúrum
við hundinum. Annars fer nógv tíð við húsligum
arbeiði og at vera um børn og foreldur.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
– D&V og onkrum góðum filmi viðhvørt.
Hvussu eru tínir
matvanar?
– Eri seinastu árini
blivin meir og meri
tilvitað um sunnan
kost, so teir grønu
rættirnir fylla nú
nokkso nógv í
gerandisdegnum.
Hvat er tín lívrættur?
– Mær dámar sera væl ræst kjøt og fisk av øllum slag.
Dámar tær at gera mat sjálv?
– Mær dámar rættiliga væl sjálv at matgera.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Flatø-gåden eftir Arnar Ingolfsson
saman við nýggjasta Vencil.
Tá dagurin er vorðin knappliga
tjúgu prosent av samdøgrinum og
líka litil sum opinleikin hjá teim
um, sum skræða seg mest um
vantandi opinleika hjá øðrum.
Tá myrkrið og regnið hava
tikið ræðið og treyðugt sum
politikarar, fólkið sjálvboðið
hevur valt, vilja sleppa tí aftur, er
so langt liðið, síðani heystfríðin
var og so ógeimeina langt síðani
summarferiuna.
Tá er so væl og inniliga uppi
borið og ein árlig sjálvfylgja, at
samfelagið letur aftur í minst
tvær vikur, tá náttin er stívliga
80 ferðir breiðari enn breiðasta
semjan í føroyskum politikki.
At samfelagið fær sær jólafrí,
so tjóðin kann vinna sær mátt og
megi til enn eitt hóttandi ár har
úti í myrkrinum.
Tað nyttar ongantíð at royna
at skjóta árið niður. Eingin er
førur fyri at raka.
Føroyar lata aftur, og hví man
tað vera so hugnaligt og alt hatta
har.
Men handlarnir hava opið, tí
jólini eru teirra. Har eru eingir
eyka frídagar og frívikur. Á jólum
selja summi og øll keypa.
Hatta við einum nýføðingi
uttan P-tal millum asnar og seyð,
gloymið tað, hóast papppápin
var við til føðingina. Tað var ikki
vanligt tá.
Á jólum fáa fólk høvi at
sleppa av við sínar pengar,
áðrenn nýtt fíggjarár byrjar, so
tey sleppa undan at støðla.
Sjálvandi hava handlarnir
opið, tí nú hava fólk stundir at
fara til handils.
Og handlarnir hava eisini opið
um kvøldið og sunnudagar.
Tað hava teir ikki, tá fólk ar
beiða og hava brúk fyri at kunna
fara til handils um kvøldið og
sunnudagar.
Logikkur var ei okkum givin
líka lítið sum so nógv annað
er okkum givið. Men vit klára
okkum væl uttan, sera væl.
Vit klára okkum væl uttan alt
tað skilagóða, sum onnur dragast
við.
Men vit taka allar ósiðir hjá
øðrum, so sum demokrati og
religiónir.
Nú er samfelagið so liðandi
raknað við aftur. Ja, løgtings
fundur hevur enntá verið.
Hjólini mala aftur. Øll uttan
eydnuhjólið, sum steðgaði jóla
aftanskvøld, tá seinasta glans
pappírið var skrætt av og tveitt á
gólvið. Nógv vunnu. Nógv vunnu
ikki tað, sum tey vildu vinna.
Men fallið ikki í fátt. Til ber
at býta um jólagávur. Men gleðin
hjá teimum, sum góvu, kann ikki
býtast um. Sama ger við henni.
Øll gleði er stokkut kortini.
Hoyrdi og sá í danskari
tíðindasending um eitt nú
kvinnur, sum høvdu fingið einar
ov smáar trussur og ein ov stóran
brósthaldara fyri 1000 krónur í
jólagávu. Tær lótu bæði inn aftur,
fingu 1000 krónur í hondina. Og
keyptu síðani aftur trussur og
haldara, neyvt sama slag sum
jólagávan, í røttu støddini, fyri
500 krónur. Tí nú var útsøla. 500
kr. afturat í jólagávu.
Nú eru tey eisini farin at
spekulera í jólagávunum.
Veit ikki, um hesin mammons
siður, spekulasjón í bleytum og
hørðum pakkum, er komin til
okkara. Hann er í Danmark, so
hann kemur higar.
Vit eru í Førmark, í Danoyum.
Navnið spillir ongan.
Og tó, nøkur nøvn spilla
málið, sigur fólkanavnapolitiið.
Eitt nýtt orð kom í fjør okkara
neyðars mál, sum føroyingar
heldur ikki kunnu semjast um.
Tað er Avgustusskurður
(Augustusskurður). Men, nei, tað
er ikki ein skurður við Áir, men
keisaraskurðurin, sum verður
brúktur á jólum.
Nú er gerandisdagurin tíbetur
komin afturíaftur. Men eingin
ovtekur seg, tí skjótt er vetrar
feria og so kemur páskaferian,
ein vika minst, og endiliga verður
summarferia aftur.
Gevið jólunum eina hond.
Og gerandisdegnum allar hinar.
Og mánin ovát seg so ikki
á jólum. Han var so klænur í
gulum seinasta fríggjakvøld.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Gunvør Balle
lagt til rættis: Leo Poulsen
Sjálvstøðugar og
sjálvbjargnar Føroyar
Tað er mítt fremsta politiska mál, sigur Gunvør
Balle. Hon heldur, at tíðin sum føroyskur sendiharri
í Íslandi vera sera spennandi og mennandi, og sum so
mangir føroyingar er ræst kjøt hennara lívrættur
Frívakt í myrkri