Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 4 · 10. januar 2014 8 VIKUSKIFTI Amerikanski tónleikamiðilin Rolling Stone hevur kagað aftur á 2013 og kosið bestu tónleikaútgávurnar frá farna ári. Nýggir og nýskapandi tón­ leikarar eru væl umboðaðir á listanum, men tvær legendur í rútmiskum tónleiki eru eis­ ini at finna á listanum. Beatlin Paul McCartney er nummar 4 á listanum við útgávuni New. Rolling Stone heldur, at McCartney aftur í stórformi á útgávuni, sum gevur ábendingar um góðu, gomlu dagarnar við The Beatles, men samstundis vísur ein nýskapandi listamann. Høvuðsmaðurin í Creedence Clearwater Revival er eisini á topplistanum hjá Rolling Stone. John Fogerty gjørdi í farna ári útgávu við endur­inn­ spælingum av egnum sangum. Hesar inn­ spælingar eru gjørdar við kendum gestum. Rolling Stone heldur, at útgávan vísur, hvussu við­ komandi gomlu klassikarnir hjá Fogerty framvegis eru. Ovast á listanum er bólkurin Vampire Weekend, sum ikki er millum teir kendastu á okkara leiðum. Útgávan Modern Vampires of the City verður søgd at verða tann sterkasta útgávan í fjør. LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Í Uruguay hevur fótbóltur alt at siga Tað merkir nógv samfelagið í Uruguay, at teir hava eina so ríka fótbóltssøgu, har landsliðið hevur vunnið heili 20 heiti síðani 1924 Tað var forkunnugt at vitja tað lítla landið, sum liggur millum Brasil og Argentina í november í fjør. Føroyar og Uruguay hava í stóran mun eina felags lagnu. Tey flestu kring heimin, sum hava hoyrt um Uruguay, hava hoyrt um Uruguay orsaka av fótbólti. Tað sama kann í stóran mun sigast um Føroyar. Tey sum hava hoyrt um Føroyar úti í heimi, hava í flestu førum hoyrt um Føroyar í samband við landsliðið hjá okkum. Tó kunnu Føroyar og Uruguay á ongan hátt samanberast, tá talan er um avrik á vøllinum. Hava vunnið heili 20 heiti Lítla suðuramerikanska landið við bert 3,3 miljónum íbúgvum, sum liggur millum risarnar Brasil og Argentina hevur vunnið heili 20 heiti. Uruguay hevur vunnið suður­amerikanska meistaraskapið 15 ferðir, tvær ferðir hava teir verið heimsmeistarar (í 1930 og 1950), tvær ferðir hava teir verið olympiskir meistarar, og í 1980 vann Uruguay á heimavølli eina kapping fyri allar fyrrverandi heims­meistarar millum 1930 og 1978. Fyrsta HM-endaspælið í fótbólti varð eisini avgreitt í Uruguay á sumri í 1930. Sostatt er tjóðarleikvøllurin, Centenario leikvøllurin í høvuðsstaðnum, Montevideo vøggan hjá HM-fót­ bóltinum. Tískil var tað við stórum spenningi, at ein fór á ferð við Ivani Eginssyni Eysturland úr Klaksvík at vitja forkunnuga lítla landið í Suðuramerika, sum hevur gjørt vørr omaná vørr í altjóða fótbólti. Fóru ein fótbóltsrundtúr í Montevideo Týsdagin 14. november, dagin fyri, at vit skuldu á Centenario leikvøllin – sama leikvøllin, har fyrsta HM-finalan millum Uruguay og Argentina varð leikt í 1930 – fóru vit ein fótbólts­ rundtúr í Montevideo. Á túrinum skuldu vit vitja Centenario leik­ vøllin, fótbólts­museumið hjá fótbólts­sambandinum í Uruguay, leikvøllin hjá stóra høvuðs­ staðar­felagnum, Nacional, og fótbóltsmuseumið hjá hinum stóra høvuðs­staðar­felagnum, Penarol. Nacional og Penarol hava dominerað liguna í Uruguay, síðani hendan varð skotin í gongd fyri 114 árum síðani í 1900, og hava vunið næstan øll meistaraheitini kappast hevur verið um hesi árini. Nacional og Penarol hava eisini vunnið Copa Libertadores – suðuramerikonsku Champions League – fýra ferðir hvør. Í Uruguay uppliva tey, at nógv ferðafólk bíleggja ein túr runt høvuðsstaðin, har greitt verður frá tí ríku fótbóltssøguni, og sigast má, at tað er við ferða­ leiðarum við stórum innlivilsi. 57 ára gomlu kvinna hevur snýtt lista- keyparar fyri stórar milliónaupphæddir Viðurkenda tíðarritið Rolling Stone hevur valt bestu tónleikaútgávurnar í farna ári Í 2007 keypti enski vinnulívs­ mað­ur­in Pierre Lagrange ein máln­ing eftir Jackson Pollock fyri góðar 90 milliónir krónur á ein­um gallaríi í New York. Bretin fekk tó illgruna til málningin, tí nakað av gulari máling var á lør­ift­inum. Hann setti sær fyri at kanna málningin, og tað gjørdist byrjan­ina til eitt tað størsta málið um listasvik í nýggjari tíð. Tað visti seg nevniliga, at gula málingin á verkinum var av nýggjari uppruna enn 1956, tá ið Jackson Pollock doyði, og tí var talan um falsverk. Lagrange setti seg í sam­band við gallaríið í New York og kravdi at fáa pengarnar aftur. Gallarí­ið lat stutt eftir hetta aftur, og so fór kavabólturin á rull. Amerikanska samveldis­løg­ reglan kom upp í málið, og líkt er til, at eini 60 málningar hjá kendum listafólkum eru falsaðir og seldir fyri stórar upphæddir. Sam­bært FBI er talan um falsverk hjá eitt nú Jackson Pollock, Willem de Kooning, Mark Rothko og Robert Motherwell, ið eru seld fyri saman­lagt 460 milliónir krónur seinastu 17 árini. Tað er ein kvinna, sum eftir øllum at døma hevur skipað lista­svikið. Glafira Rosales, sum nú er 57 ára gomul, hevur listaumhvørvi ført seg fram um umboð fyri ein sveisiskan mann, ið hevur arvað eitt stórt listasavn frá pápa sínum. Og tað eru hesir málningar, sum hon so hevur selt til listasavnarar, ið hava hildið, at talan hevur verið um verk hjá kendum listarfólki, ið eru komin undan kavi í Sveis. Í veruleikanum var tað ein eldri kinverskur innflytari í New York, ið hevði gjørt eftirlíkningarnar av kendu listarfólkunum fyri Rosales. Hann hevði fingið nakrar túsund krónur fyri hvørt fals­verk, sum síðani vóru seld fyri stórar upphæddir til lista­savn­arar og gallarí, sum ikki kann­aðu verkini nóg væl. Kinverjin er farin úr USA og er ikki partur av málinum, sum almenni ákærin í New York nú skal føra í rættinum. Glafira Rosales kann fáa fongsulsrevsing upp í 99 ár, verður hon funnin sek í um­fatandi svikinum. Dómur fellir 18. mars. LURTA! Listsvikari kann fáa 99 ár í fongsli Fogerty og McCartney millum tey bestu Her er listin hjá Rolling Stone yvir bestu útgávur í 2013: 1. Vampire Weekend – Modern Vampires of the City 2. Kanye West – Yeezus 3. Daft Punks – Random Access Memories 4. Paul McCartney – New 5. Arcade Fire – Reflektor 6. Queens of the Stone Age – … Like clockwork 7. Lorde – Pure Heroine 8. The National – Trouble Will Find Me 9. Artic Monkeys – AM 10. John Fogerty – Wrote A Song For Everyone Hendan eftirlíkningin av verki hjá Jackson Pollock fekk kavabóltin á rull Glafira Rosales, sum eftir øllum at døma hevur selt falsverk fyri 460 milliónir krónur, á veg úr rættinum við sínum løgfrøðingum