Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 4 · 10. januar 2014 9 VIKUSKIFTI Í 1966 brúkti amerikanski leik­ stjórin Woody Allen ein japanskan action- film sum grundarlag fyri sínum filmi »What’s Up, Tiger Lily?«. Hetta gjørdist byrjanin til eina drúgva yrkisleið sum leikstjóri, framleiðari og sjónleikari. Woody Allen hevur altíð verið eyðkendur og egin sum sjón­leikari, men tað er sum films­skapari, at hann hevur framt síni størstu avrik. Woody Allen hevur verið tilnevndur til eina langa røð av Oscar heiðurs­ lønum og hevur vunnið 11 ferðir – eitt nú fyri filmin Annie Hall. Woody Allen er framvegis virkin og viðkomandi, og seinnu árini hevur hann framleitt fleiri frálíkar filmar – eitt nú Vicki Cristina Barcelona, To Rome With Love og tann geniala Midnight in Paris. Seinasti filmurin hjá Woody Allen kom út í fjør og kann nú keypast heim í stovuna. Filmurin kalla Blue Jasmine og snýr seg um Jasmine, ið verður spæld av Cate Blanchett. Hon hevur verið gift við ríkum vinnu­ lívs­manni, ið Alec Baldwin spælir, men eleganta lívsførslan í New York steðgar. Jasmine flytur til San Fransisco, har hon roynir at koma fyri seg aftur, samstundis sum hon minnist aftur á tíðina í New York. Ummælarar hava ført fram, at Cate Blanchett sjáldan hevur spælt so væl áður, og filmurin hevur fingið góð ummæli. Norðurlendskur tónleikur bjóðar seg fram 43. spælifilmurin hjá Woody Allen er ein av hansara bestu í nýggjari tíð Nordic Playlist er heiti á nýggjari internetsíðu, ið vil føra norðurlendskan tónleik fram millum ovurhonds stóra útboðið av tónleiki á internetinum. Nýggja internetsíðan varð online mánadagin, og endamálið við henni er at økja um áhugan fyri norðurlendskum – serliga nýggjari – tónleiki. Norðurlandaráðið hevur verið við til at fíggja Nordic Playlist, sum bjóðar tónleik úr Svøríki, Noregi, Finlandi, Danmark og Íslandi. Higartil er eitt nú føroyskur tónleikur ikki sloppin uppí. Á Nordic Playlist eru tað skiftandi fólk, ið fara at velja norðurlendskar sangir út, sum fólk kunnu hoyra ókeypis á síðuni. Í fyrsta playlistanum ber millum annað til at hoyra Mø úr Danmark, Naomi Pilgrim úr Svøríki, Sin Cos Sin úr Finlandi og Ásgeir Trausti úr Íslandi. Listin er við 10 sangum – tveimum sangum úr hvørjum av teimum norðurlendskum londunum – og nýggjur listi verður kunngjørdur hvørja viku. Eisini verða hitlistar úr Norðurlondum savnaðir á síðuni, hóast teir í stóran mun eru mannaðir við altjóða popphittum. Spurningurin er so, um føroyskur tónleikur kann fáa ein leiklut á nýggju síðuni. Nýggj tænasta á internetinum skal gera tað lættari at fáa kunnleika til nýggjan norðurlendskan tónleik UPPLIV! Møttu risastórari hetju Hepnið var sanniliga við okkum, tá vit vitjaðu fótbóltsmuseumið hjá fótbóltssambandinum í Uruguay. Har var lagnan okkum sanniliga blíð. Tað er bert ein maður eftir á lívi av teimum, sum spældu tann avgerandi HM-dystin í HM- endaspælinum í Brasil í 1950. Maðurin, sum enn er á døgum, er tann 87 ára gamli Alcides Ghiggia, sum er ein risastór hetja í Uruguay. Í 1950 skeyt tann tá 24 ára gamli vongurin, Alcides Ghiggia sigursmálið til 2-1 ímóti Brasil á Maracana leik­vøllinum í Rio de Jaineiro. 200.000 brasilsk viðhaldsfólk vóru sigursvís áðrenn dystin, og sjálvt táverandi FIFA-forsetin, Jules Rimet hevði fyrireikað eina sigurstalu á portugisiskum. Eitt vinnaralag varð gjørt, sum skuldi spælast fyri teimum brasilsku heims­meistarunum, men stutt undan leikloki spilti Alcides Ghiggia alla veitsluna hjá Brasil við at medda bóltin í brasilska netið, og deyðatøgn varð millum tey 200.000 fólkini á Maracana leikvøllinum. Ein serlig løta Tað var ein heilt serlig løta fyri okkum at sleppa at heilsa uppá hesa stóru hetjuna, og at sleppa at geva honum ein myndakalendara frá Miðla­húsinum. Alcides Ghiggia var blíður og týður. Sjálvur hevur hann sagt: – Tað eru bara tríggir mans, sum hava fingið eina fjøld uppá 200.000 fólk at tiga; pávin, Frank Sinatra og eg. Áðrenn dystin millum Uruguay og Jordan varð Alcides Ghiggia heiðraður. Sigurs­málið hjá honum varð víst á stór­skíggja, og heimafjøldin gav honum tann fagnaðin, sum hann ikki fekk á Maracana leikvøllinum, tá hann syrgdi fyri, at tað gjørdist deyðakvirt. Uruguay hevði vunnið 5-0 á Jordan í tí fyrra play off dystinum í Jordan, og tí gróv Jordan seg niður fyri at fáa ein 0-0 javnleik. Hetta eydnaðist jordan­ búgvum, tó við hepni í einum dysti, sum ikki varð ein stór leiklig upp­living, men ein góð uppliving, tá um stemning ræður. Uruguay er tó meir enn fótbóltur. Tað skulu vit frætta meira um í næsta parti, tá vit fara at frætta frá øðrum ferðamálum í Uruguay. Heri Simonsen Woody Allen dugir framvegis Woody Allen leggur Cate Blanchett lag á Anna Abreu úr Finlandi er eitt av nýggju norðurlendsku tónleikanøvnunum