Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 4 · 10. januar 2014 10 VIKUSKIFTI vinalag Simona Weihe simona@sosialurin.fo Tað var í november 2012, at tveir svanaungar komu til Selatraðar. Báðir vóru ringmerktir. Tað sást, at annar var nakað skaddur. Stutt eftir var annar svanurin burtur. Tann skaddi varð verandi eftir. Í dag sæst lítið til nakað brek. At byrja við helt svanurin til niðri við sjóvarmálan, men tað var rættiliga skjótt, so flutti hann í túnið hjá Jan­ grími Poulsen at búgva. Har hevur hann funnið lívd og óivað eisini ein góðan breyðbita av og á. Eg havi hoyrt so nógv um hendan svan, so eg var forvitin at síggja, hvussu teir báðir húsast. 76 ára gamli Jangrím er sum sagt urgu­leikari í kirkjuni á Selatrað. Stutt­ ligt er at síggja teir báðar móti mid­ degi sunnu­morgnar fara av húsinum. Svanurin flýgur aftan á bilinum, syngjandi sín sermerkta sang. Meðan Jangrím spælir undir hjá kirkju­fólkinum, bíðar hann trú­fastur framman fyri bilin­um hjá húsbóndanum. Viðhvørt bíðar hann í sjónum beint niðan fyri kirkjuna. Eg spyrji Jangrím, hvat svanurin ger, tá hann fer av bygdini? – Jú, nú ein dagin, eg fór út á Strend­ ur at venja við sangkórinum, fleyg hann aftan á bilinum. Tá eg kom út móti Morskranesi, steðgaði eg á. Svan­ urin vendi og settist síðani. Hvar hann hevur bíðað, veit eg ikki. Men morg­un­ in eftir var hann í túninum. – Tá eg eri burtur úr bygdini, plagar hann ofta at fara í fjøruna at svimja ella bíð­ar hann onkunstaðni í bønum. Onkur heldur seg hoyra á sanginum hjá svaninum, at hann er sorgar­bundin, tá Jangrím er burtur­staddur. Jangrím fortelur eisini, at hann javnan verður vaktur á morgni, tá svan­urin pikkar upp á vindeygað. Hesa løtuna, meðan Jangrím og eg tosaðu saman, stóð svanurin tætt at Jangrími og tað sá eitt sindur stutt­ ligt út, tí tað var týðuligt, at hann sum eitthvørt annað kelidjór vil verða kíndur og hevur alsk til Jangrím. Kom eg teimum báðum nærri enn hálvan­ ann­an metur, so vardi svanurin sítt territorium. Fremmand skulu helst ikki koma ov nær. Svanurin er nú vaksin, so spennandi verður at fylgja við, um hann verður verandi, ella hann fer at leita sær ferða­ lag við øðrum svanum. Eg biði Jangrími farvæl, ynski teim­ um báðum alt gott og lati mynd­irnar tala fyri seg. vinir urguleikarin í selatraðar kirkju, Jangrím poulsen, hevur ein heldur sjáldsaman fylgisneyta út í kirkjuna sunnumorgnar sjáldsamir 4. sunnudag advent 2013 spældi Jangrím sum vanligt á urguna í Selatraðar kirkju. Svanurin bíðaði í tolni uttanfyri. Sjálvsagt framman fyri bilinum hjá Jangrími Frá Skógrøkt Landsins havi eg fing­ið upplýst, at hetta vóru ung­ar undan pari, sum í 2012 hevði reið­ur á hólminum í upp­demda hylinum í Djúpagili í Hoyvík. Ung­arnir, tríggir í tali, vórðu út á heyst­ið sleptir í Saksun. Hað­ani eru teir so farnir á Mjáu­vøtn í Koll­fjarðar­dali. Svana­ ungarnir komu fyri bil á koll­fjarðar­veg­num. Ein doyði og hinir báðir fóru víðari til Selatraðar, har annar av teimum hevur hildið til síðan. Myndin oman fyri av svanapari við trimum ungum er tikin í Djúpa­gili seinasta summar.