Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 4 · 10. januar 2014 11 VIKUSKIFTI Fakta Sangsvanur (frøðiheiti - Cygnus cygnus; da. Sangs- vane), oftast nevndur bara svanur, er sera prýðilig- ur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men al- larmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men, stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir. Hann eigur á Íslandi og øðrum kuldalon- dum. Í gomlum føroyskum kvæði er hann nevndur okn, og summir halda at Oknadalur í Vágum hevur navnið av tí, at svanir hava átt har, men tað er lítið trúligt, at teir kunna hava búð her suðuri. Í seinnu árunum hava menn fleiri ferðir havt sangsvanir á vøtnum og tjørnum, og roynt at fingið teir at yn- gla; teir verða spakir fyri fólki og halda seg í sama stað alt árið, men ikki hava teir vorpið. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands. Har gera teir sær reiður av sevi og mosa, digst við vøtn­ini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til endan verður tað ein stór túgva. Teir eru so ráða­ ríkir og harðsintir, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið, og heldur ikki er greitt hjá øðr­um fuglum at vera teimum í nánd. Men ma- karnir halda væl saman og eru sera umhugsnir fyri ungunum, lata teir ikki úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári. Meðan bøgan vermir, situr steggin uttanum og syng­ur. Og svana­songur er tiltikin; helst á stillum stjørnu­glógvandi góðveðurskvøldum sigst tað at vera hug­takandi at lurta eftir songi hansara. Um heystið síggja vit teir aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum, sum tá eru bleikmorlittir. Tá kunna teir stundum steðga nakrar dagar á vøt- num og firðum. Tað hevur ikki verið vanligt at svanur eigur í Føroy­ um, men í 2008 kom eitt svanapar á vatninum á Eiði út við tveimum ungum, og í 2009 fingu tey 7 ungar síðst í mai mánaði. Kelda: Wikipedia Jangrím má fyrst vísa svaninum uppmerksamheit, áðrenn hann kann práta við gestirnar – Hvat fonglast teir við? tykist svanurin hugsa. Jákup og Jangrím fáast við myndatól Hesin svanurin er farin at bera seg at sum ein annar hundur. So glaður, tá harrin kemur heim hann stendur so fittur aftan fyri Jangrím og fylgir við