Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 4 · 10. januar 2014 12 VIKUSKIFTI Samrøða Niels Uni Dam nud@sosialurin.fo Vit kenna hann sum sangara og growlara í dómadagsmálmsbólkinum Hamferð. Hansara skiftan millum at syngja reint og at growla er framúrskarandi, og evn­ ini innan fyri bæði sløgini av sangi eru somikið góð, at Birgir Kruse í sínum ummæli mátti lang niður í skjáttuna fyri at finna sangarar, ið Jón minti hann um. Hann var sambært Birgir sum eina samanrenning av PJ Proby, Morrisey og Scott Walker, við einum ferili av Geoff Tate úr Queensryche. Jón Aldará av Norðoyri er við øðrum orðum ein heilt sermerkt rødd í føroyskum tónleiki, tí hansara ræddar­spenni er so vítt, og klangurin so góður. Ein superbólkur Týsdagin gjørdist tað greitt, ið annars hevur verið teskað um í krókunum í føroyska tungmálmsumhvørvinum, at Jón er nýggjur oddamaður í finska tung­málmsbólkinum Barren Earth. Barren Earth er ein sonevndur progressivur deyðsmálmsbólkur, við limum, ið allir frammanundan eru kendir úr øðrum tungmálmsbólkum - við øðrum orðum ein superbólkur. Bassleikarin Olli-Pekka Laine og key­ boardleikarin Kasper Mårtenson spældu áður við finsku tungmálmsrisunum Amorphis. Gittarleikarin Sami Yli- Sirniö spælir við kanska kendasta týska treskimálmsbólinum Kreator. Marko Tarvonen trummar eisini í heidna­málms­bólkinum Moonsorrow, har hann eisini onkuntíð hevur sam­ starvað við gittarleikarin Janne Perttilä, ið hevur verið live gittarleikari hjá Moon­sorrow. Tað var júst á einari konsertferð hjá Hamferð, Týr og Moonsorrow, at Jón bleiv væl við Janne og Marko. Jón er ikki í iva um, at tað, at hann kendi tveir av limunum, hevur spælt ein stóran leiklut í, at hann fekk sangaraleiklutin. – Mær hevur dámt bólkin frá fyrstu ferð, eg hoyrdi hann. Men eg vænti ikki, at eg hevði søkt starvið, uttan so at eg kendi teir, so sjálvandi er tað av­ger­andi. Tað ger tað sjálvandi eisini nógv lættari, at teir vita, hvør eg eri, og hvat eg dugi. Fjeppari frá fyrsta degi Jón greiðir frá, at hann hevði frætt um Barren Earth, áðrenn bólkurin kom við sínari fyrstu útgávu EP’ini »Our Twilight«. Hann var fjeppari av Kreator, Moonsorrow, Amorphis og Swallow the Sun, so tá limir í hesum bólkum fóru saman, var tað sera spennandi. – Mær dámdi væl tónleikin hjá teimum Eg veit væl, at fólk væl dáma at koyra tónleik í ymsar básar, men eg haldi, at tað er skeivt at lýsa Barren Earth sum bara deyðsmálm. Tón­ leik­urin ferðast innan fyri ymiskar Jón á odda fyri finskum Jón Aldará úr Hamferð er nýggjur sangari í finska superbólkinum Barren Earth. Hetta verður tó ikki endin á Hamferð, tí Jón ætlar at røkja báðar leiklutirnar, samstundis sum hann ger seg lidnan við eina kandidatútbúgving í lívfrøði superbólki Barren Earth ætlar at spæla oftari live, enn teir hava gjørt