hósdagur 9. januar 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
13
VIKUSKIFTI
genrur, teir verða samanbornir við
gamalt tiflar hjá Amorphis, ið nokk er
gotiskur deyðsmálmur við fólkarútm
um og melodiium. Man hoyrir eisini
íblástur frá progressivum tungmálmi
sum Opeth, men eisini progrokk úr
70’árunum bólkum sum Yes, King
Crimson og Genesis. So eru eisini
partar, ið eru deyðsmálmur, tung gittar
riff, skjótt trummuspæl og growl, men
eisini seiglig petti, ið byggja á dóma
dagsmálm, sigur Jón.
Barren Earth varð stovnaður í 2008.
Finnin Mikko Kotamäki hevur sungið í
bólkinum á teimum báðum fløgunum
og EP’ini, ið teir hava givið út higartil.
Hann valdi í fjør summar at gevast í
bólkinum, tí ov trupult var at fáa tíð
til bæði Barren Earth og hin bólkin, ið
hann syngur í Swallow the Sun.
Sendi umsókn
Tá Jón var í Finnlandi í fjør, hitti hann
limirnar í Barren Earth, og tí er nær
liggjandi at spyrja, um teir longu
tá tosaðu um at fáa Jón at avloysa
Mikko.
– Nei, hetta var áðrenn Mikko var
farin úr bólkinum. So tað var slett ikki
nakað, ið vit tosaðu um. Men sjálvandi
er tað ein fyrimunur, at teir høvdu heils
að uppá meg, og eisini kendu til mítt
arbeiði í Hamferð. Tá eg sendi mína
umsókn um sangaraleiklutin, sendi eg
eisini eitt sindur av tí, ið eg havi gjørt
við Hamferð, sjálvt um fleiri av teimum
kendu tað. Teir vendu eisini skjótt aftur
og søgdu, at teir vóru yvirraskaðir yvir,
at eg søkti. Men eg fekk tó ikki endalig
boð, um at teir høvdu valt meg, sigur
Jón
Jón var í heyst í Suðurafrika í
sambandi við sín lestur.
– Meðan eg var í Suður Afrika, byrj
aðu teir at senda mær tilfar og bóðu
meg gera tekstir og melodiir til nýggjar
sangir, soleiðis gingu nakrir mánaðir
aftur og fram. Eg føldi, at vit vóru á
rættari leið, og tað gekk væl. Men tað
var ikki fyrr enn teir bóðu meg koma
til Finlands í januar, at eg heilt skilti,
at teir høvdu valt meg.
Spentir uppá Jón
Jón er í løtuni staddur í Keypmannahavn,
eftir at hann hevur verið nakrar dagar í
Finnlandi og vant saman við bólkinum.
Hann heldur sjálvur, at tað hevur gingið
væl, og tað heldur bólkurin eftir øllum
at døma eisini.
Á heimasíðuni hjá Barren Earth, siga
teir, at teir eru spentir at bjóða Jón uppí
bólkin. Seinastu tíðina hevur bólkurin
arbeitt við tilfari til sína triðju heilu út
gávu, og ætlanin er at fara í upptøku
høli saman við Jón á vári 2014.
Janne Perttila gittarleikari leggur
ikki fingrarnar ímillum, tá hann tosar
um nýggja føroyska sangaran:
– Jón er ein vinur við einari sterkari
rødd, ið er einki minnið er fullkomin
til okkara tilfar – gamalt og nýtt. Eg
flenti bara bítt, tá vit vandu nakrar av
nýggju sangunum við honum, fyrstu
ferð vit vandu saman. Hetta var eftir,
at vit høvdu sent tilfar aftur og fram
seinastu mánaðirnar. Alt ljóðaði bara
so væl. Eg veit væl, at tað ljóðar sum
ein kliché. Men hansara íkast til nýggja
tilfarið, hevur tikið ljóðið hjá okkum til
eitt heilt nýtt støði. Eg kann næstan ikki
bíða, til at sleppa út at spæla konsertir
við honum og í upptøkuhølið.
Luttekur í sangskrivingini
Jón sigur, at eitt tað besta við sam
starvinum við Barren Earth, er mátin
bólkurin skrivar tónleik. Allir limirnir
luttaka, og beinanvegin er Jón sloppin
at gera tekstir og melodiir, umframt at
geva sítt íkast til tað, ið hinir skriva.
Sostatt fær hann ein stóran leiklut í at
skapa tilfarið, ið skal á komandi fløg
una.
Eitt, ið er sera ørvísið við tónleik
inum hjá Barren Earth í mun til
Hamferð, er at nærum allir liminirnir
í bólkinum syngja. Jón heldur, at tað
verður áhugavert skriva tónleik við
nógvum røddum, og øgilig kul at spæla
live við sangarum, ið syngja harmoniir
aftanfyri seg.
Lívfrøðislesnaður
Í løtuni situr Jón í Keypmannahavn og
skrivar sína bacheloruppgávu í lívfrøði
lidna. Men hvussu fer nýggi leikluturin
í Barren Earth at ávirka lesnaðin og
leiklutin sum sangari í Hamferð?
– Eg lati mína bacheloruppgavu inn
í februar og havi alla tíðina havt ætlanir
um at halda frí komandi semestur. So eg
fái uttan trupulleikar spælt fløguna inn.
Eg ætli mær so at fara undir kandidat
partin aftan á summarfrítíðina. Mín út
búgving kann í stóran mun avgreiðast
umvegis internetið. Eg kann tí fara á
konsertferðir, uttan at tað órógvar ov
nógv, so ætlanin er at royna at fáa tað
at ganga.
Hamferð er ein kærleiki
Jón leggur dent á, hann ikki hevði
droymt um at farið úr Hamferð. Hóast
hann nú er í einum bólki, ið er kendari
enn føroyski dómadagsbólkurin.
– Nei, slett ikki! Hamferð er ein
kærleiki, ið ongantíð doyr. Vit hava
arbeitt so nógv við hesum tey seinastu
árini, at tað er eingin tjansur at eg leggi
tað undir jørðina, sigur hann avgjørd
ur. Ætlanin er, at eisini Hamferð fer
á konsertferð í ár, og tað gleðir hann
seg til.
Flestu av hinum limunum í Barren
Earth spæla jú eisini í øðrum bólkum,
so tað ber væl til at fáa skemaðini at
ganga upp, vísir Jón á.
– Barren Earth er ein kendur bólkur,
men teir hava ikki verið á so nógvum
konsertferðum enn, tí tíðin ikki hevur
verið til tað, men ætlanin er at spæla
meira nú, og hetta er ein av orsøkunum
til, at bólkurin hevur skift sangara.
Sangarin av Norðoyri skal nú
vera partur av finska tungmálms-
bólkinum Barren Earth