hósdagur 9. januar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Fólkini í
Mettustovu
Mettustova er eitt tað kendasta hús í landinum. Húsini er gomul, 300
ár, og so hava tey eisini navn eftir eini kvinnu. Umframt eru tey full av
søgu um fólkini, sum hava búð har. Henda og komandi partur í hesi røð
verður um Mettustovu og ætt hjá fólkinum í hesum søguliga húsi
T
að er ikki altíð, at sigast kann
ítøkiliga, hvør ið hevur givið
navn til tær ymisku stovurnar.
Men vit vita, hvør ið Metta var.
Hetta er umrøtt av teimum báð
um Hans Marius Debes og John Davidsen.
Takkað verið teimum kann eisini greiðast
heilt fitt frá søguni hjá Mettustovu.
Tað eru fleiri boð um, nær Mettustova
er bygd. Eitt av hesum er, at hon er bygd
millum 1713-23. Tí kann 1713 vera eins rætt
og annað, og tískil var 2013 eitt gott høvi til
at halda henda 300 ára føðingardagin. Undir
øllum umstøðum er Mettustova eitt tað elsta
sethús í Føroyum.
Søgan um Mettu
Tað eru fá hús, sum munnu rúma so nógva
søgu sum Mettustova. Hann, ið læt húsið
byggja, var Jacob Pedersen Debes, sonur Peder
Hellesen Viborg, próst, og Elin Jacobsdatter
Debes, systir kenda prestin Lucas Debes,
sum er høvuðspersónurin í Det gode Haab
hjá WilliamHeinesen, sum metir Lucas Debes
at vera ímyndina av kristnum dygdum. Hon
var prestadóttir úr Stubbekøbing.
Peter Hellesøn átti 21 børn í tveimum
giftum, og Jacob Pedersøn Debes var í seinnu
giftu.
Jacob Petersen fór til Danmarkar at læra til
snikkara. Hann kom heim aftur við danskari
gentu, Mette Sofie Clausdatter Møller. Tey
trúlovaðust 5. august 1701 og giftust trettandi
sunnudag eftir trinitatis, tann 21. september,
í Nes kirkju.
Árið eftir fáa tey ein son, og sum tað skilst
fara tey tá av aftur landinum.
Komin til Føroya aftur byggir Jacob
Mettustovu, sum tá lá í útjaðaranum av
Havnar býi, sum tá bert var eitt sløð av húsum
úti á Reyni og niðri í Gongini, fólkatalið var
høgt roknað 130.
Mettustova var tá í tíðini roknað fyri at
vera eitt ógvuliga hábærsligt hús. Sagt var, at
eitt hús við bert einum skorsteini ella glugga,
har vóru konur fyri innan, var tað eitt hús
við tveimum skorsteinum, vóru madammur
innanfyri, men var tað hús við trimum skor
steinum, sótu frúur fyri innan. Mettustova
hevur altíð havt tveir skorsteinar. Bert tvey
hús í Havn høvdu tríggjar skorsteinar, og tað
vóru amtmanshúsini og prestahúsini.
Jacob Pedersøn Debes doyði í 1724 av
bróstsjúku, og Metta kom at sita einkja í 28 ár,
inntil hon doyði 1752. Húsið var tí kallað »hjá
Mettu«, og seinni bleiv tað Mettustova.
Tað hava verið knotur í Mettu. Hóast um
støðurnar ikki vóru góðar, so helt hon seg til
tað frægara slagið í Havn, sum John Davidsen
tekur til. Hon lat sonin Per ganga í Latínskúlan,
og hon leigaði eisini ein sess í næstinnasta
stól í kirkjuni undir liðuni á prestaeinkjuni í
Norðradali og konu Skovgaard, sorinskrivara.
Undir liðuni á henni sat prestadóttirin Anna
Margretha, sum nøkur á seinni gjørdist
sonarkona hennara.
Sonurin Jørgen Hans doyði ungur. Metta
fór til Danmarkar við honum, 14 ára gamlan,
at fáa hann settan í læru. Tríggjar mánaðir
seinni kemur hon aftur einsamøll, og einki
frættist aftur um sonin.
Sum tað skilst kom eitt barn undan,
og tað var Per (Peder) f. 1720, rektari við
Latínskúlan í Havn. Hann giftist við Onnu
Margretu Petursdóttur, dóttir Havnar prest,
Peder Pedersen.
Eftir deyða hansara í 1751 flutti einkjan
við 3 børnum teirra inn í Mettustovu. Sjálv
doyði hon í 1757, 39 ára gomul, og børnini
fóru til skyldfólk at vera.
Fleiri hava undrast á gøtunavnið
Perskonugøta í Havn, hví konan ikki er
nevnd. Sambært John Davidsen so stavar
staðarnavnið Perskonufløta júst frá Onnu
Margrethu, konu Per, so hetta man vera tað,
sum seinni er blivið til Perskonugøta.
Børn teirra vóru: Jákup, f. 1747, deyður av
tering í Keypmannahavn, Anna Maria, f. 1748,
doyr nýgift í Keypmannahavn í 1780, Metta
Sofía, f. 1749, g. v. í 1781 Jógvani Hansen á
Myrkjanoyri, nú í Klaksvík.
Ommudóttir hennara var Metta Sofía
Michelsen f. 1858. Hon var gift við handils
manni í Árnafirði, Jógvan Joensen, ið nevndur
varð Vága Jógvan. Ein dóttir hennara var
Johanna, gift við Kristian Jacobsen í Havn,
betri kendur sum Ki hjá Bøkjaranum. Johanna
kallaði eina dóttur upp eftir ommuni í Árna
firði, Metta Sofía.
Hon er fjórða Metta og sjeynda lið úr
Mettustovu. Hon flutti niður og er deyð.
Men henda Metta eigur eitt systkinabarn í
Árnafirði, Metha Maria. Hon er fødd í 1926
og giftist við John Olsen í Árnafirði. Nú er
hon á vistarheimi í Klaksvík. Hon eigur eina
ommudóttir, sum eitur Meta, og sum er 40
ára gomul. Tískil er Metta framvegis okkara
millum!
Annars er ættin eftir Mettu so stór, at hon
telur heilar 24 maskinskrivaðar síður.
Mettustova sum kvinnuhús
Umleið 1770 var Mettustova so illa farin, at
hon varð tikin niður og bygd uppaftur. Tá átti
Djurhuus próstur hana. Tey nýttu húsini til
tilhaldsstað, tá ið tey vóru í Havn.
Synirnir búðu har, tá ið teir gingu í latín
skúlan. Teir vóru Andreas Djurhuus, ið seinni
gjørdist próstur, og Johan Djurhuus, ið var
uppsitari á Nes prestagarði, og sum giftist
við Mariu Rønning, sum Hans Marius Debes
hevur skrivað um.
Marin, dóttir Djurhuus próst, var gift
við Gregers Pedersen Müller í Havn. Tey
livdu saman sum hundur og ketta. Aftaná
bardagarnar teirra millum plagdi hon at rýma
niðan í Mettustovu og var har, til tað lognaði
aftur. Tey fóru seinni frá hvørjum øðrum, og
eru ivaleyst tey fyrstu hjúnini í Føroyum, ið
vórðu fráskild. Eins og tey giftust í kirkju,
máttu tey eisini skiljast í kirkjuni við einum
serligum rituali, at eitt band, har tey hildu í
1. partur
Mettustova