hósdagur 9. januar 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
15
VIKUSKIFTI
hvør sín enda varð klipt, og tey fóru so hvør
sær út úr kirkjuni.
Um orsøkina til, at tey fóru frá hvørjum
øðrum skrivar John Davidsen, at hann hevði
ynskt at hava eftirlit við húsarhaldinum, men
tað hevði hon sligið upp í glens. Hetta kom
so til skarpskeringar, tá ið hann ein morgun
hevði kravt av henni lyklarnar til loft, hjall og
kova. Men hon gav seg ikki, og so mátti tað
enda sum tað gjørdi. Kanska var Marin fyrsta
stríðskvinna fyri kvinnurættindum, sum vit
vita um í Føroyum.
Í húsametingini frá 17.8.1784 verður húsið
sett til 200 gyllinsvirði í pengum og lýst
soleiðis: »Et Hus bestående af 2de Stuer, 2
Kammere, 1 Køkken og 1 Fæhus, 16 Alen lang
og 10 Alen bred, ved Huset 1 Kjeld 5 Alen i
Firkant, til Huset en Hauge.«
Inger Christine og
Johannes Michelsen
Í 1801 búði rektaradóttirin Inger Christine
Müller har við manni sínum, Johannes
Michelsen, kleinsmiði. Tey áttu eingi børn,
men systir hansara Billa átti 10 børn. Jóannes
tók elsta systirsonin til lærling og arving, og
hesin var síðan róptur Jógvan í Mettustovu.
Hann giftist og fekk børn, men sum ofta var,
so doyði ættin út.
Jóannes doyði í 1843 og konan í 1845.
Nívdur av ringari heilsu seldi Jógvan í 1847
Mettustovu fyri 300 dálar og flutti út á
Reyn til elstu dóttrina Ingu Kristinu, gift við
einkjumannin Kristin Holm.
Effersøættin kemur inn í myndina
Í 1847 keypir tann tá bert 20 ára gamli
Gudmund Effersøe, Mettustovu. Hann var
sonur Jón Effersøe, sum var rýmdur úr Íslandi,
eftir í 1809 at hava verið við í kvettinum hjá
Hundadagakonginum, Jürgen Jürgensen.
Í Føroyum giftist hann við Susanne
Olesdatter í Vestmanna. Tey fingu níggju
børn, og fleiri teirra og teirra børn komu at
fáa stóran týdning fyri okkara samfelag.
Fýra ár eftir at hava keypt Mettustovu
giftist Gudmund við Katrinu Müller, systir
sýslumannin H.C. Müller, og tey fluttu
til Suðuroyar, har hann fekk starv sum
sýslumaður, men hann átti framvegis húsið.
Foreldrini og tríggjar ógiftar systrar vóru
eftir í Mettustovu og tey doyðu út haðani.
Men Mettustova gjørdist eisini tilhaldsstað
hjá Effersøættini, har nógv teirra komu
at búleikast, ikki minst eftirkomarar hjá
Gudmundi.
Her eru nógvir, sum eru ein partur av
okkara søgu. Teirra søga er fyrr skrivað í hesi
røð og í røðini Hendur ið Sleptu. Her kunnu
nevnast Rasmus og Poul Effersøe. Tann fyrri
var roknaður fyri at vera faðir at tjóðskapar
rørsluni, meðan Poul hjálpti beiggja sínum,
Oliver, alt hann kundi at leggja fótonglar fyri
hana.
Pápabeiggi teirra Oliver Petreus er mill
um annað kendur fyri sína luttøku í danska
herinum í krígnum móti Týsklandi í 1864.
Umframt hetta eru tað systrarnar Josefina,
Vilhelmina og Henrietta, sum høvdu móta
handil í Mettustovu, og sum eisini fitt er
skrivað um.
Kvinnufelagið
kemur inn í myndina
30. mars 1918 keypti Tórshavnar kommuna
Mettustovu frá Effersøeættini fyri 1.600.-
kr., tó so, at systrarnar Effersøe skuldu eiga
innivist, so leingi tær livdu. Síðsta teirra,
Vilhelmina, doyði 5. mars 1923, 87 ára gomul.
Anna Sofía Davidsen av Signabø hevði verið
arbeiðskona í Mettustovu frá sínum ungu
døgum, og hon doyði út haðani 3. september
1937, 78 ára gomul.
Annars minnast eldri havnarfólk, at upp til
3 familjur búðu í Mettustovu í senn, meðan
kommunan átti húsini.
Hans Marius gav kanska stoytin
Í 1955 hevur Hans Marius Debes eina frásøgn
um Mettustovu í Jólastjørnuni. Tað tykist,
sum at høvið til, at hann skrivar hesa grein er
tíðindi um, at Mettustova skuldi rívast niður
og skrivaði hann m.a.
»Tað er bæði synd og skomm at bróta
niður hetta frálíka gamla søguríka húsið, sum
liggur har úti á Reyni sum ein perla í gulli,
sum eitt minni um gamla tíð, sum ikki kemur
aftur, men sum vit eiga at varðveita«.
Hans Marius hevði spurt um orsøkina fyri
hesi ætlan og hevði fingið at vita, at húsini
vóru í so ringum standi og tørvaðu stóra um
væling.
Hann helt fyri, at hevði tað verið í øðrum
londum, so hevði húsið verið friðað í klassa
A og nýtt sum ein turistattraktión. Hetta
vónaði hann fór at henda við Mettustovu, ið
er eitt av Føroya elsta og søguríkastu húsum,
ja, ein sannur kulturskattur, ið eisini minnir
um gamlan føroyskan bygningsmáta.
Tað er tíbetur eisini tað, sum hendir:
4. juni 1956 samtykti ein eykaaðalfundur í
Kvinnufelagnum at ogna sær Mettustovu og
seta hana í stand. Kvinnufelagið keypti hana
fyri 1 krónu. Hon stóð at detta niður, og ikki
fyrr enn í 1961 var hon so fræg, at hon kundi
brúkast til fundir. Tað er óneyðugt at siga, at
her hevur nógv orka verið nýtt.
Í 1990-unum varð Mettustova aftur um
væld, og hon stendur sum eitt prýði í gomlu
havnini.
Her hevur Kvinnufelagið sínar fundir, og
hon kann eisini leigast til tiltøk.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin
í ætt við Effersøe
Tey eru mong, sum vitja í Mettustovu, eisini
fólk av Effersøeættini.
Tann seinasti Effersøe, sum hevur vitjað
Mettustovu er íslendski fíggjarmálaráðharrin
Bjarni Benediktsson, sum var í Føroyum
fyrsta vikuskifti í november.
Hann hevur tað samband við Føroyar, at
ein forfaðir hansara, Petur, var beiggi Jón
Effersøe. Hann hevði undan vitjanina ynskt
at fáa meira at vita um sína føroyska ætt.
Jørgen helt, at tað skuldi verið ráð fyri tí.
Tískil var skipað fyri eini samkomu, har eg
hevði fingið til uppgávu at greiða ráðharra
num frá stórt sæð tí, sum eina slíka løtu kundi
sigast frá um hesa hansara ætt. Samstundis
fekk hann ein hóp av tilfari um ættina.
Síðan var vitjað í Mettustovu, sum hann
var hugtikin av. Aftaná var farið í gamla
kirkjugarð á Svínaryggi, har Bjarni vitjaði
gravirnar hjá teimum av ættini, sum eru
jarðað har. Tey eru heldur ikki so fá.
Tískil fór Bjarni Benediktsson aftur til
Íslands við munandi størri kunnleika um sína
ættarsøgu enn hann hevði frammanundan.
Millum annað er útvegað honum ein ættar
talva, sum vísir, at Effersøeættin kann førast
aftur til Grím Kamban, fyrsta niðursetumann
í Føroyum, og Skallagrimur Kvøldulfsson,
sum var fyrsti landnámsmaður í Íslandi.
Ein kendur forfaðir var eisini søguskrivarin
Snorri Sturluson.
Henda ættartalva er grundarlagið fyri
komandi part, her tað eisini verður greitt
frá fleiri av forfedrunum hjá Effersøefólk
unum.
Komandi partur:
Komandi partur verður um forfedrarnar
hjá Effersøeættini, har tað eru fleiri
søguligir persónar í Íslandi og Føroyum.
Lise Effersøe, abbadóttir John, og ommusonurin
Adam eru komin til Føroya at vitja slóðina.
Tey vóru sjálvsagt eisini í Mettustovu
Hesar tríggjar stríðskvinnur er sjálvskrivaðar
á vegginum í Mettustovu. Út erva: Andrea
Árting, Sanna av Skarði og Liffa Gregoriussen
Skáp og skriviborð hjá Jørgen Frants
Jacobsen. Givið av systrunum
Broderí í stovuni í Mettustovu. Tað er
sannlíkt, at tað er frá Effersøetíðini.
»Med Gud for Hjem og Fædreland. Løft i Flok
saa kan I bære Folket op til Fremtids Ære.
Í rundingunm stendur: Gud velsigne Danmark.