mánadagur 13. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Zakarias Wang
Kjak síða 22
200
ár síðani
Kielar
friðin
Marjus dam
Kjak síða 25
Bumm
gjald skal
burtur
Álitið á, at Føroya Løgting megnar
eina so einfalda uppgávu, sum at
seta ein kanningarstjóra – sum púra
óheftur skal kanna løgmann og
landsstýrismenn, fekk við valinum
av Annfinni Vitalis Hansen – og
allari orrustini, sum harvið fylgdi –
eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Um tað er løgtingsformaðurin,
sum ikki rættiliga hevur skilt upp
gávuna, er ilt at siga. Men ymsar
løgnar útsagnir hava verið at hoyrt,
sum hava skurrað – og sum hava
fingið fólk at hugsa, at her endar
galið.
Í útvaprinum spurdi Jógvan á
Lakjuni í eini samrøðu, um hann
heldur skuldi valt »ein sum meinti
tað mótsætta...«
Hvør skal siga, eg havi valt ein,
sum meinar hetta heldur enn hitt.
Løgmaður fegnaðist eisini um,
at kanningarstjóri varð settur, sum
fór at koma til ta niðurstøðu, at alt
var farið rætt fram.
Hóast vit hvørgan teirra fara at
leggja undir at hava sett kanning
arstjóra við slíkum endamáli, so
grugga slíkar útsagnir kanningina,
sum frammanundan hevur verið
verið fyri hørðum atfinningum, tí
at advokaturin hevur verið so nógv
fløktur upp í málið um tunnilsætl
anina frammanundan.
Tá vit hava við so grundleggjandi
viðurskifti at gera, sum eina slíka
kanning, so hevur tað alstóran týdn
ing, at farið verið varliga fram.
Løgtingsformaðurin átti at tikið
málið upp alt fyri eitt, tá ivi varð
sáddur um advokatin. Tí tað hevur
so ómetaliga stóran týdning, at trú
virði verður sett í hásætið.
Tað hevur tað so ikki verið gjørt
hesaferð. Hvørki løgtingsformaður
in ella advokaturin hava tikið hesi
viðurskifti í nóg stórum álvara.
Tí verður uppgávan ikki løtt,
nú løgtingsumsitingin skal finna
nýggj boð upp á óheftan advokat
at lyfta arvin. Tað er heldur ikki
vist, at føroysku advokatarnir vilja
taka slíka uppgávu á seg, tí hvør
tað so verður, sum fær uppgávuna,
so verður hann vigaður væl og
virðiliga.
Annfinn Vitalis Hansen heldur,
at ein útlendingur eigur at fáa
uppgávuna. Tað kann vera, at hann
hevur rætt.
Vit kunnu so bara vóna, at
hetta málið ikki longu hevur skatt
trúvirði á slíkar kanningar so nógv,
at tær í framtíðini ikki verða tiknar
í álvar.
Uppgávan hjá Jógvan á Lakjuni
er tó púra greið: Hann má endur
skapa álitið, sum hann er farin ov
lætt um í hesum málinum.
Endurskapið álitið
At vit eiga dugnaligar tón
leikarar í Føroyum prógvaði
Føroya
Symfoniorkestur
leygarkvøldið,
tá
ársins
nýggjárskonsert var í Norð
urlandahúsinum.
Tað er einki minni enn
fantastiskt
at
síggja
og
hoyra, hvussu nógv vit hava
fingið burtur hesi 30 árini, og
uttan iva hevur musikkskúl
askipanin og tað stóra ar
beiðið, sum har er gjørt, sín
heiður av hesum.
Men Kringvarpið eigur
sanniliga eisini rós uppiborið
fyri framleiðsluna.
Sera flott og stórsligið at
síggja, flott og trygt. Talan
var um eina góða framleiðslu,
har var gott ljóð og trygg
tøkni.
Hetta prógvar bara, at
Kringvarpið megnar væl at
gera stórar framleiðslur í
Føroyum, sum eru krevjandi,
tá ið tað kemur til ljóð, ljós og
framleiðslu annars.
Alt var sera gott, bæði or
kestur, kór, framførslur – og
Finnur Koba!
– Takk Kringvarið og takk
Føroya Symfoniorkestur!
Flott nýggjárskonsert
Í Norðlýsinum hava tey ver
uliga givið ilt av sær, nú Livar
Nysted ikki varð tikin upp
á tungu, tá dómsnevndin
skuldi seta nøvn á tey, sum
vóru í uppskoti til at gerast
ársins ítróttafólk í Føroyum.
Tað tykist enntá, sum hev
ur lokalblaðið fingið ta fatan,
at hetta snýr seg um eina
miðvísa herferð, har Føroya
land stríðist móti Klaksvík. Í
øllum førum verður sagt:
– Men vit hava áður sæð
slíkt – tey mundu vera mong
sum undraðust, at leikarar
hjá KÍ kvinnunum fingu so
lítið burturúr, tá heiður bleiv
útmáldum ímillum føroysku
fótbóltskvinnurnar.
Vit skulu ikki fara at
leggja
okkum
út
kjakið
um Livar her, men bæði
Norðlýsið og lesarar annars
skulu fáa at vita, at atkvøð
ugreiðslan til fótbóltsvirð
islønirnar varð skipað púra
opin
og
gjøgnumskygd.
Einasta avmarkingin var,
at spælarar og venjarar ikki
kundu atkvøða fyri spælar
um á sínum liði. Í aðrar mátar
stóð frítt at velja, og enntá
vórðu allar atkvøður eisini
kunngjørdar í Sosialinum.
Okkum kunnugt er eing
in ætlan í føroyska fótbólts
heiminum um at útiloka KÍ
frá nøkrum sum helst. Her
í Miðlahúsinum vænta vit
eisini, at KÍ kappast hjá bæði
kvinnum og monnum í 2014,
og vit fara ikki at seta av
markingar mótvegis nøkrum
KÍ-spælara, tá tey bestu í fót
bóltsárinum 2014 skulu kjós
ast.
KÍ sleppur at spæla við
Um vikuskiftið sóu vit enn
einaferð, hvussu tíðindi
verða stýrd á kopiportalum,
sum renna sneisaørindi – í
hesum førum fyri ávísar
politikarar.
Norðlýsið, sum verður
stýrt av formanninum í
Norðoya
Sambandsfelag,
hevur
funnið
fram,
at
Sveinur Tróndarson, sum
kom við søguni um Jørgen
Niclasen og tollin á Portali
num stutt fyri jól, fyrr hev
ur starvast hjá Landsgrann
skoðaranum.
Hin kopiportalurin, Vág
aportalurin, er sjálvandi al
tíð skjótur, tá tað ræður um
at verja Jørgen Niclasen
– ímóti hvørjum tað skal
vera.
Hevði tað verið søgan
um, at vit nú hava ein
»whistleblowara«
–
ein
sangfugl, sum royndi at av
dúka slíkt, sum verður sóp
að undir teppið í ymsum
almennum stovnum, so var
tað áhugavert.
Men uha! Hví er tað so
áhugavert, um Sveinur hev
ur starvast hjá Landsgrann
skoðaranum, ella um hann
hevur brotið onkra tagnar
skyldu?
Snýr tað seg ikki bara
um at skjóta journalistin?
At leggja út eitt roykslør?
Um Jørgen er so ósekur,
sum hann sigur, so er tað
lættasta ting í verðini at
prógva tað. Vit halda, at
hann bara skuldi gjørt sum
Løkke: Kallað pressuna á
fund og lagt alt á borðið!
Skjótið Svein!
Uppgávan er nú at endur
skapa álitið á skipanina
Stóra søgan hjá kopiportalunum um vikuskiftið var, at
Sveinur Tróndarson hevur brotið tagnarskylduna...