mánadagur 13. januar 2014síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Syrgiliga ferðsluvanlukkan
á Argjum stutt eftir klokkan
trý leygarmorgunin hava sett
síni spor í nærumhvørvið við
Støðlagøtu og Traðagøtu, har
vanlukkan hendi.
Hjúnini Eydna Háberg
og Preben Hansen vaknaðu
sum við kaldan dreym, tá
bilurin við teimum fýra
ungfólkunum fór brestandi
tvørtum gjøgnum túnið og
fram við garðinum. Bilurin
við
ungfólkunum
rendi
á bilin hjá hjúnunum, ið
stóð parkeraður í túninum,
áðrenn hann fór víðari.
- Vit vóru farin í song, og
vaknaðu av einum hørðum
bresti. Ja, tað var sum ein
harður torusláttur, greiðir
Preben Hansen frá.
Skjótt stóð hjúnunum
greitt, at her var talan um
eina vanlukku, tá telefonin
ringdi og grannar greiddu
frá.
- Bilurin er farin beint
framvið
betonggarðinum.
So tað kundi óivað staðið
uppaftur verri til, metir Eyd
na Háberg og sipar til, at
teir tríggir ungu menninir
í bilinum sluppu at kalla
snikkaleysir frá vanlukkuni.
17 ára gamla kvinnan í
bilinum lat lív.
- Tað er so fullkomiliga
meiningsleyst at ein ung
kvinna, sum hevur lívið
framman fyri sær, skal lata
lív á henda hátt. Hetta er
nakað so syrgiligt, siga Eydna
Háberg og Preben Hansen,
sum eru tíðiliga merkt av
vanlukkuni:
- Ja, tað er eitt sjokk, at
slíkt kann henda. Nógvir
tankar fara gjøgnum høvdið,
og vit spyrja, hví og hvussu
slíkt
kann
henda,
sigur
Preben Hansen og heldur
fram:
- Síðani leygardagin hava
vit sæð nógv ungfólk standa
her úti og minnast ungu
kvinnuna. Við sær hava
tey blómur og livandi ljós.
Tey syrgja, og vit syrgja við
teimum. Tað fær okkum at
hugsa, hvat man kann gera
fyri at fyribyrgja slíkum
meiningsloysi.
Sonja Klein, prestur, hevur
vitjað húsini í grannalagnum,
har vanlukkan hendi. Eisini
hevur løgreglan verið á gátt,
og fólk frá brandstøðini hava
verið sera hjálpsom við at
rudda upp.
- Jú, øll hava verið sera
hjálpsom. Eftir okkara tykki
snýr tað seg eitt ella annað
stað um at bróta tøgnina. Fáa
sett orð á, hvat er farið fram,
sigur Eydna Háberg.
- Vit kunnu ikki lata
vera við at hugsa, hvat
man kann gera. Hvussu vit
kunnu gera ungfólk meira
tilvitað um avleiðingarnar
av skilaleysari koyring. Vit
mugu tosa um hetta, skriva
um hetta. Vit mugu gera
okkurt, sigur Preben Hansen.
Ger okkurt
Hjúnini eru ørkymlað. Tey
eru vitni til eina vanlukku,
sum hendi beint í túninum
hjá teimum, og sum kostaðu
einari ungari kvinnu lívið:
- Sum samfelag mugu vit
gera okkurt við hetta. Eg veit
ikki, hvør skal taka fyrsta
stigið, men hetta kann ikki
halda fram, siga hjúnini sum
við ein munn.
Eydna Háberg og Preben
Hansen greiða frá, at tað er
einki eindømi at bilar koyra
við sera nógvari ferð, júst har
vanlukkubilurin koyrdi.
- Vit síggja javnan, at bilar
koyra
oman
hendavegin
við sera nógvari ferð. Tað
kann illa kallast annað enn
rasarakoyring, sigur Preben
Hansen.
Sambært
honum
hjálpa vegbungurnar bara
vanligu ferðsluni, men ikki
hesari skilaleysu koyring.
Tvørturímóti
tykjast
bungurnar bara at gera
”stuttleikan” við at koyra
skjótt størri.
Hjúnini hava framvegis
ilt við at skilja, hvat er farið
fram.
- Jú, bilurin hjá okkum,
sum
stendur
parkeraður
innast í túninum, er sera
illa farin. Og eisini eru
aðrir skaðar her í túninum.
Men tað materiella kemur
í aðru røð. Ein ung genta
hevur latið lív. Tað er púra
meiningsleyst, og okkara
tankar leita til tey avvarandi,
siga Eydna Háberg og Preben
Hansen.
Sum torusláttur í túninum
- Nógvir tankar fara gjøgnum høvdið, tá slík vanlukka rakar beint í túninum. Tað er syrgiligt
og púra meiningsleyst, at ein ung kvinna skal missa lívið á henda hátt, siga hjúnini Eydna
Háberg og Preben Hansen, ið vaknaðu sum við kaldan dreym leygarmorgunin
Jón Brian Hvidtfeldt
Bilurin er komin koyrandi
oman
eftir
Traðagøtu,
sum
er
høvuðsvegurin
sum gongur allan vegin
frá
fótbóltsvøllinum
í
Vika,
fram
við
Fíggjarmálaráðnum
og
oman ímóti bátahylinum á
Argjum.
Nakað áðrenn bilurin er
komin áleið við Sandágøtu,
sum er ein lítil síðuvegur,
áðrenn
Støðlagøtu,
sum
er
gøtan
niðan
móti
Verkstaðnum Vón, er bilurin
farin oman av vegnum.
Hann er farin tvørtur um
Sandágøtu og út av vegnum.
Har er hann farin ígjøgnum
nakrar runnar, síðani inn
í garðin ímillum ovastu
og næstovastu húsini í
Støðlagøtu.
Í túninum hevur hann
rakt ein bil, sum stóð
parkeraður har. Síðani er
hann farin víðari í gjøgnum
garðin út í Støðlagøtu.
Fýra fólk vóru í bilinum.
Ein 17 ára gomul genta
doyði á staðnum. Hinir
tríggir
ungu
menninir
í
bilinum
vórðu
fluttir
á
Landssjúkrahúsið
til
kanningar, men sluppu at
kalla snikkaleysir.
Við nógvari ferð millum hús Orsøkin framvegis kannað
Ein 17 ára gomul genta doyði, tá ein bilur fór út av
vegnum á Traðargøtu á Argjum. Alarmsentralurin
fekk boðini klokkan 03:16 leygarmorgunin
Jón Brian Hvidtfeldt
Fleiri
spurningar
skulu
svarast, áðrenn løgreglan
hevur eina heildarmynd av
tí, sum fór fram á Argjum
leygarmorgunin.
Fólk í grannalagnum eru
avhoyrd, og aðrar kanningar
á staðnum eru gjørdar. Men
løgreglan manglar framvegis
at avhoyra teir tríggjar, ungu
menninar, sum vóru í bili
num hesa lagnunáttina. Tað
verður ætlandi gjørt í dag.
Hóast greið tekin eru
um, at ferðin var nógv, so er
ferðin ikki endaliga staðfest
enn. Akstovan kannar ymisk
viðurskifti, og eisini roknar
løgreglan við at fáa eina betri
mynd av støðuni, tá menn
inir í bilinum eru avhoyrdir.
Blóðroynd varð tikin eftir
vanlukkuna, men enn er
einki svar komið haðani.
Løgreglan
hevur
enn
heldur ikki staðfest, um unga
kvinnan sat í trygdarbelti.
Fleiri kanningar skulu ger
ast, áðrenn løgreglan ger sína
niðurstøðu.
Fokusøki
Syrgiliga
vanlukkan
á
Argjum hendir bara tvær
vikur eftir ferðsluvanlukku
na í Oyndarfirði, sum kostaði
tvey mannalív. Í fjørsummar
kostaði ein ferðsluvanlukka í
Vágum trý mannalív.
Ræðandi tølini elva til
høvuðbrýggj hjá løgregluni.
Tey trý fokusøkini hjá
løgregluni eru ferðsla, harð
skapur og rúsevni. Síðani í
nítiárunum hevur løgreglan
havt regluliga undirvísing
um ferðslu fyri framhalds
deildini. Kortini henda van
lukkur.
Sum
Sosialurin
skilir,
verður nú umhugsað, um
myndugleikarnir skulu fara
undir eitt serligt átak fyri at
seta meira fokus á ferðslu og
fyribyrgja vanlukkum.
Løgreglan er ikki liðug at kanna orsøkina til
vanlukkuna. Ungu menninir í bilinum skulu avhoyrast
Bilurin er farin við nógvar ferð oman av
vegnum og í millum ovastu og næstovastu
húsini í Støðlagøtu. Hann hevur rakt garðin
báðu megin og ein bil, sum stóð í túninum