mánadagur 13. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var um mánaðarskiftið
2006/2007, at ein byggifyri
tøka fór undir eina stórstílaða
íbúðarbygging í Havnini. 96
íbúðir og ein byggiverkætlan
til 200 milliónir krónur.
Tað var skjótt, at tað
gjørdist greitt, at fyritøkuni
tørvaði ein krana, ið ikki var
at finna í Føroyum, og tí varð
avgerð tikin um at keypa ein
slíkan.
Saman
við
komandi
kranaføranum fór ákærdi
niður til Danmarkar, har
kranin var keyptur. Hetta
var gjørt í einum nýstovn
aðum dóttirfelag hjá upp
runafelagnum hjá ákærda.
Hetta gjørdist samstundis
systirfelag til tað felagið,
sum stóð fyri stóru byggi
verkætlanini.
Vit eru nú komin út í
februar 2007.
Longu í juni 2007 var bank
in ivasamur um gongdina
í byggingini, sum serliga
av tekniskum ávum gekk
trupult, og støða var tí tikin
til, at koyra stjóran frá. Talan
var um sama mann, sum esini
var stjóri í dóttirfelagnum, ið
keypti kranan.
Arbeiðið gekk so ótarnað
fram til februar 2008, tá
bankin valdi at uppsiga lánið,
ið givið var til kranafelagið.
Samstundis
varð
stjórin
koyrdur frá, og ein sakførari
settur í staðin. Hetta hendi á
eykaaðalfundi, har táverandi
stjórin onga fundarfráboðan
fekk til.
Hesin syrgdi so fyri, at
kranin varð seldur soleiðis,
at bankin fekk sín ágóða
dekkaðan, og tveir, tríggjar
mánaðir seinni fór so sak
førarin frá aftur sum stjóri.
Hesa tíðina var ógvuliga
trupult at fáa fatur á ákærda
manninum, sum greiddi frá,
at brøv frá sakføraranum fóru
beinleiðis í ruskspannina.
Tað bar tí illa til at boða
ákærda manninum frá, at
hann aftur kundi gerast
stjóri í felagnum.
Tveitti brøv í skrell
Kranafelagið var so fyri á
fundi í Skiftirættinum 18. no
vember 2008, og har gjørdist
greitt, at felagið var avtikið.
Á hesum fundi segði frá
koyrdi stjórin seg ikki vita
um nakra skuld ella ágóða í
felagnum. Men hesum vildi
ákærin vísa frá sær, tí tvey
ár seinni sendi gamli stjórin
rokning til Faroe Ship upp á
góðar 450.000 krónur, og tí
mátti ákærdi stjórin vita, at
tann rokningin var til.
Eitt krav var eisini frá
TAKS, men hetta var kortini
avskrivað, meðan sakførarin
var stjóri í felagnum, hóast
boðað var frá, at ágóðar vóru
í felagnum.
Meðan
sakførarin
var
stjóri í felagnum gjørdi hann
av, at politimelda fyrrverandi
stjóran fyri stuldur og falsk
an vitnisburð.
Bókhaldarin hjá ákærda
stjóranum var eisini avhoyrd.
Hon greiddi frá, at tað kom
eitt bræv frá sakføraranum
har sagt var, at allur postur
frameftir skuldi sendast til
hann.
Hon greiddi somuleiðis
frá, at hon legði til merkis,
at fakturin til Faroe Ship
ikki var goldin, eins og hon
greiddi frá, at hon ikki visti
av, at felagið varð avtikið.
Ákærdi maðurin segði seg
vera komnan so niðurfyri
av øllum rumblinum í sam
bandi við fyritøkurnar, at
hann bara tveitti brøv frá
nevnda sakførara beint í
ruskspannina.
Hann segði seg ikki hava
havt atgongd til bankakonti
hjá felagnum í hálvt ár, og tí
ikki visti, um rokningin frá
Faroe Ship var goldin ella
ikki.
Í
februar
2010
fær
ákærdi at vita, at hann aft
ur hevur ræðisrætt yvir
felagnum, og tá tekur hann
út 27.400 krónur av konto
í Eik. Hvørki kassadaman
ella
kundaráðgevin
seta
spurnartekin við heimildir
nar hjá ákærda at taka pen
ing av kontoini.
Einki oyra burturúr
Peningurin var nýttur til
at gjalda rokningar fyri, og
vórðu sostatt ikki stungnir í
egnan lumma.
Ákærdi stjórin fór nú
undir, saman við bókhald
aranum, at senda rykkjarar
út, millum annað til Faroe
Ship, har biðið varð um, at
pengarnar vórðu goldnir á
konto hjá felagnum.
Spurningurin var tí, um
ákærdi visti, at felagið átti
pening til góða á skiftifund
inum 18. november 2008, og
um hann visti, at felagið var
avtikið, tá hann í februar
2010 tók pening út av konto
hjá felagnum í Eik, og um
hann visti, at felagið var
avtikið sama tíðarskeið, tá
hann sendi rykkjara til Faroe
Ship.
Steffen Møller Jørgensen,
ákæri, pástóð, at ákærdi
maðurin mátti vita, at felagið
átti pengar til góða hjá
Faroe Ship. Í forholdi tvey
og trý vísti Steffen Møller
Jørgensen á, at eingin vii átti
at verið um, at felagið var
avtikið á skiftifundinum 18.
november 2008.
Ákærin segði, at við at
senda rykkjara í februar 2010
vónaði ákærdi, at peningurin
fór at verða fluttur á konto
hjá felagnum, har hann síð
ani kundi taka teir út og seta
inn aftur á egna konto.
–
Ákærdi
kann
ikki
tveita ábyrgdina frá sær við
at stinga høvdið í sandin,
segði ákærin, sum mælti til
eina fongsulsrevsing á 8-10
mánaðir.
Verjin, Christian Andrea
sen, kravdi frídøming í øllum
forholdum.
Hann
segði,
at bankin var viðspælari í
stóru verkætlanini, og tá
tú sigur eitt lán upp, er tað
vaniga tí at treytirnar ikki
vera yvirhildnar. Í hesum
føri er uppsøgnin grundað á,
at annað bankasamband er
valt fram um.
Ákærdi maðurin verður
koyrdur frá sum stjóri, og
veit tí hvørki út ella inn,
tá hann verður kallaður í
Skiftirættin.
Hann vísti somuleiðis á, at
tað var ikki bara Faroe Ship,
sum fekk rykkjara í 2010,
og at kontonummarið hjá
felagnum stóð á fakturanum,
og ikki eitt kontonummar hjá
privatpersóninum.
Hann vísti souleiðis á, at
ákærdi maðurin ikki hevði
fingið eitt reytt oyra burtur
úr øllum.
Dómurin verður sagdur
seinni í vikuni.
Følsk vitnisfrá
greiðing og svik
Tað vóru millum annað ákærurnar móti einum fyrrverandi byggimeistara í Føroya Rætti
hósdagin. Ákærin kravdi 8-10 mánaðar fongsul, meðan verjin kravdi frídøming